Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mið-flokkur ella míla­ langt úti til høgru? Í samband við forsetavalið í USA hevur verið og er framvegis gylt høvi til at hoyra politiskar argumenta­ tiónir og støðutakanir bæði frá høgra og tí ekstrema høgra - frá Mitt Romney og hansara monnum og frá Tea-party rørsluni við Sarah Palin og hennara samsintu -har flest øll umboða tað radikala høgrapolitiska og høgrareligiøsa heilt út í tað kyksendakenda. Lurta vit væl eftir - serliga teirra religiøsu perversitetum í samband við fosturtøku og neyðtøkur, men eisini í øðr­um samanhangum, - so kunnu vit lættliga hoyra rødd mið­floksins, sum so­ statt sólar­klárt als ikki um­ boðar nakra miðju, men sama ytsta høgra, sum tey áður­nevndu eisini gera. Hetta er fyri so vítt onki nýtt í, men er gott at leggja sær í geyma, so mann ikki verður tikin av fótum eina veika løtu. Tí søguliga sæð hevur høgrakristindómur í hundraðavís av árum drigið eina kúgandi og blóðuga slóð eftir sær, sum lítið og einki hevur við sannan kristindóm við dupulta kærleiksboðnum at gera, tað kunnu øll vissa seg um bæði við søgulesnaði um kríggj og kúgan gjøgnum tíðirnar, men eisini í okkara tíð. Hetta er sera syrgiligt, men satt. Og soleiðis spenna Mitt og Bill, Sarah og Jenis Kristus fyri atkvøðufiskavognarnar til frama fyri høgrapolitiskum og persónligum vinningi í staðin fyri at lata seg sjálvi spenna fyri Kristusar kær­ leiksboðskapi fyri síð­ani at um­seta hann til góð­ar gern­ ingar. Men nei! Sum danir plaga at siga: "Hensigten helliger midlet."Og 'hen­ sigten' er sum nevnt ein onnur. Bill tosaði í Sosialinum um at verja lív í móðirlívið. Tað kunnu flest øll vera samd um. Øll lív eiga at verða vard. Eisini lív teirra ungu og vaksnu. Ikki satt? Men hví stuðlar miðflokk­ urin so teimum, ið - við kríggi aftaná kríggj - pína, særa og drepa alt, ið fyri er: børn í móðurlívi, spælandi børn, skúlabørn og blómandi ung­ dóm á lívsins vári, kvinnur og menn, foreldur og abbar og ommur ongin undantikin? Hví? Sigur tykkara kristin­ dóms­fatan als einki um annað lív enn lívið í móður­ lívi, Bill? Eg spyrji, tí sum er, so er framvegis eingin miðja at hóma - bert eitt óendaligt avgrundsdýpi av menniskjavondum høgra­ ágangi. TÍ hyggja vit eftir hinum partinum av politikkinum, so er hann líka svartur og høgravendur, sum tann hjá samstarvsflokkunum, sum miðflokkurin higartil hev­ ur lívbjargað í stjórn aftur­ fyri ein skallutan lands­ stýrismannasess. Og lívgan av ríkmannabjølgum , meðan tey smáu mugu fara svong til songar, hevur verið partur av prísinum. Ein fundamental og fullkomuliga óneyðug og ókristilig gerð. Alt hettar minnir ikki sørt um teir 30 silvurpeningarnar, sum goldnir vórðu fyri svikið á sinni. So í so máta er onki nýtt undir sólini. Alt er við tað gamla. Tessvegna kunnu vit sláa fast, at heldur ikki í hesum samanhanginum hóm­ast nøkur miðja. Bert krunka­ svørt høgraniða. Flokkurin villleiðir sostatt og skaðar harvið bæði teimum kristnu og sosialu grundhugsjónunum, ið eru sera dýrabarar. Ja, óvurderi­ ligar. Hetta átti at ført til eina sjálvsrannsakan innanflokka, ið antin kundi ført til eina nýggja kós, sum er í samsvar við tað, flokkurin sigur seg standa fyri, ella eisini at upployst hann. Í báðum førum hevði tað gagna Føroya fólki. Dagfinnur Danbjørg kjak Ein størri barna­ kekkur kann gera allan munin Tórshavn er einasti høv­ uð­staður í Norðanlondum við minkandi fólkatali. Ein orsøk til tað er, at her er vorðið ov dýrt at búgva. Serliga stórt er trýstið á barnafamiljurnar og tey, sum nýliga hava sett búgv. Tað hevur tí av­ger­andi týd­ ning, at vit gera tað rúms­ háttari hjá barna­familj­um í komm­ununi. Framsókn fer tí eftir kommuvalið at arbeiða fyri einum munandi økt­ um barnafrádrátti ella – um vit fáa allan okkara vilja – einum beinleiðis komm­ u­nalum barnakekki til øll børn og ung upp til 18 ára aldur í Tórshavnar Komm­ unu. Kekkurin skal “fylgja barninum”, t.v.s at tey ella tann, sum hevur barnið hjá sær, fær kekkin. Vit mugu fáa familjurnar at støðast Hóast skattalættin fyri há­ inntøkurnar var neyðug­ ur, so vísir Landsbankin á – eins og vit í Framsókn hava gjørt - at lættin hjá landsstýrissamgonguni enn ikki sæst aftur í nýtsluni. Skattalættin røkkur heilt einfalt ikki nóg breitt. Tí mugu vit alt fyri eitt taka stig til at fáa familjurnar í at støðast í høvuðsstaðnum. Ein hækkaður, kommunalur barnafrádráttur, goldin út umvegis ein barnakekk, kann gera allan munin. Fleiri jalig árin Framsókn fer at arbeiða fyri at hækka “barnafrádráttin” úr 5.500 krónum upp í 11.500 krónur árliga. Hetta fer at hava fleiri jalig árin. Í fyrstu atløgu gevur kekkurin barna­familjunum munandi størri fíggjarliga rúmd. Í øðrum lagi fer hann beinanvegin at økja um nýtsluna og seta størri ferð á býarsamfelagið. Í triðja lagi kann hann útvega nýggj arbeiðspláss og so­ leiðis fleiri skattakrónur til kommununa. Barnakekkurin fer at kosta Tórshavnar Komm­ unu umleið 28,8 milliónir krónur afturat um árið. Hetta er ein røtt raðfesting, sum uttan iva kann venda gongdini í kommununi - bæði so og so. 500 kr meira um mánaðin til hvørt barnið Fyri familjurnar fer barna­ kekkurin at virka soleiðis, at tær frá kommununi fara at fáa 958 krónur í staðin fyri 458 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Hækkanin í tøkum peningi er sostatt 500 krónur um mánaðin fyri hvørt barni. Framsókn fer at bjóða seg fram til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu við ítøkiligum loysnum til, hvussu vit skapa trivnað í kommununi. Framsókn og valevni floksins í Tórshavnar Kommunu Sandoy aftur í vanda Hvat er tað, ið hendur, tá talan er um Sandoy? Talan hevur verið um at gjørt eitt laksakryvjivirki á Sandi, men allar møguligar forð­ingar hava verið, so tað datt á gólvið. Nú meldaði ein av okkara vinnulívsmonnum út, at hann vildi vera partur av teim­um, sum reisti 35 ar­ beiðs­pláss í Sandoy við heim­ stað heiman á Sandi, og var tað Poul Hansen. Eg má siga, at tað frøddi meg almikið, tá hann ringdi og greiddi frá síni ætlan. Tað er ikki hvønn dag, at vit í hesu gloymdu oyggj fáa slíkar útmeldingar. Men hvat nú? Aftur stórar forðingar, jú prosjektið er aftur í ferð við at kollsigla, nú sær út sum hesir nýggju, sum vilja hjálpa okkara oyggj, bara kunnu fáa molarnar av borðinum frá øðrum. Ein hjartans áheitan til Johan Dahl, hetta nýggja kryvji­virkið hevur einki grund­arlag bara við Sandsvág og onkrum lítlum afturat. Góði Johan Dahl, tú má lata økið í Hesti verða partur av Sandoyarprosjektinum, ella doyr tað í føðingini. Hvat er meiningin við Sand­oy, skal hon avtoftast, er tað tað, sum er meiningin. Við hetta lag verður ikki búgvandi. Í skrivandi stund fái eg at vita at framvegis er einki ferðasamband við meginøkið. Fólk sleppir ikki til ar­ beiðis, ungdómurin ikki í skúla, helst verða teir skriv- aðir fyri skulk, so tá prógvini skulu takast, er fráveran meira enn loyvt, so er tað fótin í eitt vist stað. So í løtini eri eg sera mót­ fallin um tað, sum hendur, so eg seti mítt álit á teg Johan Dahl landsstýrismann í vinnu­málum og biði teg um hjálp, tú hevur heimild til tað, og hevur tú meira enn so, rætt mær eina hond fyrr. Gerhard Lognberg løgtingsmaður