Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkaflokkurin megnar at geva barnakekk og skattalætta til láglønt Vit í Fólkaflokkinum hava víst á, at um láglønt skulu fáa ein skattalætta, so má botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækk­ ast, og besti styrkurin til barnafamiljurnar hevði verið ein barnakekkur. Vit eru fullgreið yvir, at hetta krevur lógarbroytingar, og hava vit longu umrøtt hetta við landstýrismannin í fíggjarmálum og lands­stýris­ kvinnuna í almannamálum. Fólkaflokkurin er tann einasti flokkurin, sum støð­ ugt stríðist fyri at halda skatt­inum niðri í hesum landinum. Tí verður tað bert við ein­ um sterkum Fólkaflokki í býráðnum og einum sterkum Fólkaflokki í landstýrinum, at vit megna at gera neyðugu broytingarnar, soleiðis at tey lágløntu og barnafamiljurnar fáa meira burturúr og fáa betri kor. Vanligan útreiðslu­ vøkstur frameftir Heðin Mortensen sigur í lesarabrævi, at hann ikki trýr á barnakekkin og sigur villleiðandi, at hann kostar 2 skattaprosent. Hetta er ikki rætt, tí hækkingin í barnafrádráttinum/barna­ kekkinum, kostar bert 1 skattaprosent, og samsvarar hetta júst við tað, sum bý­ráðið hevur lovað, at kommunuskatturin skal lækka, tá Boðanesheimið er liðugt. Heðin hevur sjálvur hækk­að kommuskattin 2% síðstu árini, og nú er tíð at fáa skattin niður aftur. Orsøkin til tvørrandi trúnna hjá Heðini er nokk heldur, at hann hevur mist tamarhaldið á útreiðslusíðuni hjá kommununi, sum er hækkað 65% síðan hann tók við. Hevði Heðin hugsað líka nógv um fíggjarstýring í býráðnum sum myndatøkur av sær sjálvum, so hevði nokk staðið betur til ;o) Fólkaflokkurin hevur stóra virðing fyri, at skatta­ krónurnar eru drignar inn frá vanligum familjum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga, og tí eru vit eisini tey bestu til at umsita peningin við virðing og skynsemi. Um vit verða vald sterkt inn í býráðið, vilja vit arbeiða fyri, at fíggjarstýringin verður betri og at útreiðsluvøksturin kemur niður á eitt vanligt støði aftur, t.v.s áleið 3-4% um árið. Vit skulu nokk hava eitt líka stórt parisarahjól á næstu Ólavsøku, men hereftir má útreiðsluvøksturin verða vanligur, og allar eyka skatta­ inntøkur skulu út aftur til borgarnar sum lækkingar í skattinum og sum hækkaður barnakekkur. Á hendan hátt styrkja vit familjurnar í miðstaðnum, og harvið byggja vit ein sterkari miðstað. Jógvan Poulsen formaður í Havnar Framburðsfelag kjak 63 miljónir í barna­ kekkum? Eru býráðsval­ evni greið um, at ein barna­ kekkur uppá 11.500 krónur til øll børn í Havn kostar væl meira enn TVEY skattaprosent? Lítil ivi man fyri fjøldini vera, at kommunuvalið nærk­ast. Serliga nú ein yvir­ bjóðing er farin í gongd, ið snýr seg um barnafrádrátt, barnakekkar og skattalætta til barnafamiljur. Boðið verður heilt frá 5.500 upp í 11.500 kr pr barn. Eg fari at heita á øll hesi um at vísa hóvsemi, vit og skil, serliga nú vit í kommununi skulu semjast um eina fíggjarætlan, sum verður løgd fram tann 27. september. Tað er heilt einfalt so­ leiðis, at vit í kommununi stórt sæð bara hava tvey amboð, ið kunnu gera stórvegis skattligan mun - tað er skattaprosentið sjálvt og so barnafrádrátturin. Vit hava lækkað for­eldra­ gjaldið til ansingarstovnar. Vit hava hækkað systk­ ina­frádráttin. Og vit hava frammanundan ein av hægstu barnafrádráttum í land­inum og liggja hægst millum stóru kommun­ur­ nar. Vit hava lovað at lækka skattaprosentið aft­ur, tá Boðanesheimið er liðugt. Um tað verður gjørt við at lækka sjálvt skatta­pro­ sentið, ella tað verður gjørt við at veita frádráttir ella tilskot, sum svara til tað eina prosentið, verður greitt í sambandi við framløguna av fíggjarætlanini. Útsøgninar um, at vit skulu hækka skattafría botnfrádráttin, er tann reina tokutala, tí kommunan kann einki gera við hann. Skattafríi botnfrádrátturin er ásettur í løgtingslóg, sum bara løgtingið kann broyta. Eitt skattaprosent kostar kommunukassanum um 30 miljónir. Barnafrádrátturin kostar í løtuni 30 miljónir, og skal hann heilt upp á 11.500 kr pr barn, so kemur hann árliga at kosta 63 miljónir. So her er talan um øgiligar upphæddir, sum onkursvegna skulu gjald­ ast. Ístaðinfyri at yvirbjóða við gyltum lyftum mæli eg øllum býráðslimum til at samstarva um at fáa eina skilagóða fíggjarætlan. Borgarstjórin leggur sum sagt ætlanina fram 27 september. Lat okkum tá standa saman um nakrar skilagóðar loysnir. Ongin ivi er um, at flatskatturin ikki gagn­ aði teimum lægstløntu, har­ímillum hóp av barna­ familjum í høvuðsstaðnum. Okkum tørvar fleiri børn og størri tilflyting og minni fráflyting. So her er ríkiligt av uppgávum at arbeiða við. Men okkum tørvar størri visjónir enn gylt lyfti um kekkar, sum dekningur ikki er fyri, uttan í øktum kommunuskatti. 30 nýggj grundøkir í Hoyvík Byggi og býarskiparnar­ nevndin hjá Tórshavnar kommunu, samtykti fyrr í ár, at taka undir við tilboðnum frá Landsbyggifelagnum, sum hevði lægsta tilboðið millum 4 ráðgevarafyritøkur, uppá nýggju útstykkingina Millum Gilja/Djúpagil í Hoyvík. Tilboði hjá Lands­ byggifelagnum var áljóðandi kr. 96.875,- uttan mvg. Nú er so mikið klárt at arbeiði uppá útstykkingina kann byrja fyrst í komandi árið í 2013. Byggi og býar­ skipanar­nevndin fær meira nágreinliga at vita um prísin fyri hvørt grundøki og samlaða kostnaðin seinni í hesum mánaðinum. Málið verður viðgjørt aftur 30 sep­ tembur í ár á fundi í byggi og býarskiparnevndini. Vantast kann tó, at grundøkini fara at liggja millum 400.000 fyri hvørt grundøki. Stutt um útstykkingina. Líka síðani 2007 hevur verið arbeitt við at útstykkja við Djúpagil og Millum Gilja í Hoyvík. Nú er klárt at seta fyrsta spakan í fyrst í komandi árið. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt uppskot til út­ stykkingarætlan við uml. 30 grundstykkjum á 300 fer­metrar og tveimum felagsøkjum. Útstykkingin hevur atgongd frá sam­bind­ ingar­vegnum við nýggja innkomuvegin og er skipað í 4 bólkar fram við einum atkomuvegi. Atkomuvegurin hevur gongubreyt báðu­ megin. Norðan fyri atkomuvegin er avsett pláss til 1 eyka par­ keringspláss pr. matrikul. Innkoyringarnar til bústaðar­ bólkarnar eru markeraðar við vegbungum. Gøtusamband er til Stórutjørn gjøgnum ein tunnil undir sambind­ ingarvegnum. Grundstykkini liggja fram við 8 m breiðum vegum uttan kantsteinar. Vatnrennur úr beton er mark millum gongubreyt og koyribreyt. Koyribreytin er 4 m breið. Ætlanin er at lata liðugt planerað grundstykkir við ásettum byggifelti og plan­ eringshædd. Gongugøtur eru millum bústaðareindirnar og felags­ økir. Gøturnar hava samband við verandi gøtuskipan. Hetta er at fegnast um og næsta málið má vera at útviga 400 m2 grundøkir, annars arbeiðir kommunan framvegis við at útstykkja í Kollafjørði. Levi Mørk formaður í byggi og byarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommuna www.levimork.com Heðin Mortensen borgarstjóri