fríggjadagur 7. september 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
1. deild menn
AB hevur kós móti
bestu deildini
Fótbóltur Vágar hava í morgin møguleika at tryggja sær pláss í fremstu deildini, og nú
bendir alt á, at høvuðsstaðurin næsta kappingarár fer at eiga trý lið í bestu deildini
Jóannes Hansen
Tað eru fleiri vikur síðani, at Piotr
Krakowski segði í samrøðu við
Rás2, at hann var hundrað prosent
vísur í, at 07 Vestur næsta ár fór
at verða umboðað í bestu deildini.
Fryntligi póllendingurin er venjari
í Vágum, og hann eigur at vita betri
enn nakar, hvussu tað kennist at
vera á veg ímóti uppflyting í bestu
deildina.
Tað resta trý umfør í næstbestu
deildini, og enn er tað ikki mate
matiskt staðfest, at Vágar næsta
kappingarár fara at hýsa sunnu
dagsfótbólti. Men nú restar so
mikið lítið í, at tað næstan ikki
slepst undan uppflytingini, og tað
er sannlíkt, at tað verður greitt
longu í morgin, tá ið 07 Vestur fer
at vitja á Svangaskarði.
Mikukvøldið legði B68 rygg til 8-0
tap í Klaksvík. Tá ið EB/Streymur
samstundis vann 3-2 á Sandi, varð
tað greitt, at bæði B68 og NSÍ næsta
kappingarár flyta niður í 2. deild.
Um toftamenn kortini verða partur
av næstbestu deildini í 2013 valdast
um, hvussu tað fer at gangast hjá
besta liðnum í endaspurtinum.
Torført ímóti niðurflytara
Hin niðurflytarin, NSÍ, var í Sørvági
mikukvøldið, og har sást tað avgjørt
ikki, at gestirnir hava kós í triði
bestu deildina, og at heimaliðið eftir
øllum at døma longu í morgin fer at
tryggja sær pláss í bestu deildini.
Vesturættin er ikki tann besta í
Vágum, og í Sørvági var lotið rættu
liga frískt mikukvøldið. Heimaliðið
spældi undan ættini í 1. hálvleiki, og
hóast onkrar spentar støður vóru í
NSÍ brotsteiginum, so gekk striltið
at fáa mál.
07 Vestur vann 2-1. Bæði stutt
undan steðginum, og tá ið 2. hálv
leikur var meiri enn hálvrunnin, var
Brian Olsen, sum í summar flutti úr
EB/Streymi og vestur í Vágar, mál
skjútti. Og í báðum førum var ann
ars stinni NSÍ málverjin ikki heilt
sakleysur.
Í fyrra førinum var hann óheppin
og sendi bóltin í mótstøðumannin,
og so sigldi bólturin umvegis hand
ara stólpan og í málið. Í seinna før
inum var talan um óheppið mál
spark, sum Jovan Panic fekk fatur
á og spældi Brian Olsen leysan.
Hjá heimafólkunum kendist tað
sum sannur lætti, tá ið Súni Fríði
Barbá hevði bríkslað fyri síðstu
ferð. NSÍ hevði fríska lotið undan
í 2. hálvleiki, tá ið tað eydnaðist
veteraninum Dániali Hansen við
stútara at javna til 1-1.
– Spælið var einki at reypa av,
men í hesum førinum vóru tað
stigini, sum taldu, siga teir í Vágum,
áðrenn teir í morgin fara á Svanga
skarð at hitta enn eitt lið, sum er á
veg úr næstbestu deildini.
AB best í lyklauppgerðini
Karmurin var sum í bestu deildini
inni í Vika á Argjum, har heimaliðið
og Skála stríddust fyri at vinna
seinna uppflytingarplássið.
Skála hevði vunnið úrtøku 21
ferðir á rað, men hesa ferð stemmaði
tað ikki heilt hjá ungu skálamonn
unum, sum vóru merkiliga tamir.
AB vísti góðan hugburð og øgiligan
stríðsvilja, og fagnaðurin var stórur
millum mongu viðhaldsfólkini, tá
ið Alex Troleis hevði bríkslað fyri
síðstu ferð, og heimaliðið hevði
vunnið 2-1.
Tað stóð nógv á, áðrenn sigurin
var komin til høldar, og serliga
tveir spælarar mundu kenna seg í
dalinum og síðani á tindinum. Mið
verjin Morten Overgaard var óhepp
in tíggju minuttir undan steðginum
at stýra bóltin í sítt egna mál eftir
frísparksinnlegg úr vinstru frá
Ólavi Mikkelsen, og fimm minuttir
seinni sendi Dion Splidt brotsspark
í stólpan. AB hevði fleiri møguleikar
at javna undan steðginum, men
Suni Erntsson var sannur brandur
í Skála málinum.
Eftir steðgin hevði AB vindin
ímóti, men tað eydnaðist kortini at
skora tvey mál og harvið at leggja
seg á uppflytingarpláss. Tíggju min
uttir eftir hvíldina javnaði Morten
Overgaard eftir horna úr høgru,
og sigursmálið skoraði Dion Splidt
eftir uppspæl í høgru og góða frí
spæling frá Jónasi Stenberg.
Skála venjarin Eliesar Olsen
segði eftir vónbrotna tapið í sam
røðu við sjónvarpið, at teir fram
vegis trúgva upp á tað, og at teir eru
klárir, um AB kiksar.
Í morgin fær Skála vitjan av B71,
og næsta leygardag skulu teir á
útivølli spæla ímóti teimum næst
bestu hjá KÍ. Ein av orsøkunum til,
at Skála ikki longur er á uppflyt
ingarplássi, er uppgerðirnar ímóti
júst KÍ. Tíðliga í kappingini endaði
tað 1-1 í Klaksvík, og tá ið KÍ vitjaði
á Skála, var úrslitið 2-2.
– Hjá okkum snýr tað seg um at
vinna allar dystirnar. Nú eru trý
umfør eftir, og tað er upp til okkum
sjálvar at gera av, um vit skulu flyta
upp, segði AB venjarin Sámal Erik
Hentze. Á síðsta kappingardegi í
fjør var hann ógvuliga vónbrotin, tá
ið tað kiksaði í evstu løtu. Hugburð
urin hjá honum og spælarunum
mikukvøldið bendi á, at nú meiri
enn ætlar AB, at tað skal eydnast.
Í morgin skal AB til Runavíkar,
annan leygardag fáa argjamenn
vitjan av EB/Streymi, og á síðsta
leikdegi, sum verður leygardagin 22.
september, skal AB til Sands.
Teir næstbestu hjá HB vunnu
3-1 á teimum næstbestu hjá Víkingi.
Sigurin ber við sær, at HB liðið
hevur tryggjað sær flotta fjórða
plássið, og at Víkingur datt aftur á
sætta plássið. Við 8-0 heimasigri á
B68 vann KÍ seg fram á fimta pláss
ið. Um tað verður KÍ ella Víkingur,
sum fer at enda á fimta plássi, og
harvið fer at tryggja sær ein eyka
heimadyst
næsta
kappingarár,
valdast ikki minst, hvussu tað fer
at ganga í morgin, tá ið KÍ fer til
Leirvíkar.
07 Vestur - NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Brian Olsen 41.
1-1: Dánial Hansen 59.
2-1: Brian Olsen 72.
AB - Skála 2-1 (0-1)
0-1: sjálvmál 41.
1-1: Morten Overgaard 59.
2-1: Dion Splidt 72.
HB - Víkingur 3-1 (0-1)
0-1: Ingi Sørensen 36.
1-1: Jógvan Andrias Nolsøe 67.
2-1: Jógvan Andrias Nolsøe 75.
3-1: Tróndur Jensen 84.
KÍ - B68 8-0 (3-0)
1-0: Rudolf Eliasen 9.
2-0: Ivan Joensen 44.
3-0: Rudolf Eliasen 45.
4-0: Ísak Simonsen 72.
5-0: Ísak Simonsen 73.
6-0: Gunnar Christiansen 75.
7-0: Henry Heinesen 79.
8-0: Heðin Klakstein 88.
Reytt kort: Óli Olsen, B68, 66. (2 gul)
B71 - EB/Str. 2-3 (1-0)
1-0: Marcus Klementsen 44.
1-1: Ólavur Ejdesgaard 48.
2-1: Finn E. Thomsen 56.
2-2: Jens M. Jensen 82.
2-3: Jens M. Jensen 90.
25. umfar
Leygardagin 8. September
NSÍ - AB: Kári J. á Høvdanum, kl. 15.00
Víkingur - KÍ: Alex Troleis. kl, 15.00
EB/Streymur - HB: Rói Jacobsen, kl. 19.00
Skála - B71: Jón Kári í Brekkuni, kl. 16.00
B68 - 07V: Johan Petur Michelsen, kl. 15.00
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 07 Vestur
24
19
2
3
60
18
+42
59
2 AB
24
17
1
6
72
23
+49
52
3 Skála
24
15
6
3
52
23
+29
51
4 HB II
24
12
4
8
42
31
+11
40
5 KÍ II
24
10
2
12
53
53
0
32
6 Víkingur II
24
9
3
12
47
50
-3
30
7 B71
24
8
3
13
45
61
-16
27
8 EB/Streymur II
24
7
5
12
32
53
-21
26
9 B68 II
24
4
2
18
26
71
-45
14
10 NSÍ II
24
4
2
18
29
75
-46
14
Savnsmynd