fríggjadagur 7. september 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið upptakt
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Bogi Løkin, ið hevur 18 A-lands
dystir á baki fyri Føroyar, noyddist
at geva avboð til dystin í Týsklandi,
tí hann meiddi sær knæið so illa í
dystinum ímóti TB um vikuskiftið,
at hann neyvan spælir meira fótbólt
í ár. Eitt sindur av spenningi var í
um, hvør mundi fara at fáa plássið
hjá Boga, sum nú brádliga var tøkt.
Tann hepni gjørdist 21 ára gamli
Kaj Leo í Bartalsstovu, ið seinnu
árini hevur bitið seg fastan á liðið
hjá Víkingi, umframt at tað er blivið
til seks U21-landsdystir, harav 1-1
javnleikurin ímóti Danmark er
tann síðsti. Nú snýr tað seg um
A-landsliðið, og hetta er tí ein heilt
nýggj uppgáva.
– Eg eri øgiliga spentur og takk
samur fyri, at eg slapp við. Eg visti,
at Bogi Løkin var skaddur og ikki
kundi vera við, so eg royndi at gera
mítt besta undir venjing, so eg fekk
víst, at eg kundi koma við. Hetta
er sjálvandi øgiliga keðiligt fyri
Boga, men nú eg eri her, má eg bara
royna at gera mítt besta fyri meg og
landsliðið, sigur Kaj Leo, sum saman
við trimum øðrum U21-landsliðs
spælarum hevur verið við til venj
ingarnar hjá A-landsliðnum.
– Tað hevur givið okkum nógv,
haldi eg, tí vit eru slopnir at síggja
og royna, hvussu tað er at vera við
A-landsliðnum. Nú er hetta fyrstu
ferð fyri meg, men tað er heilt klárt,
at tað hjálpir at koma inn nakrar
dagar áðrenn.
Sjálvur sigur hann seg ikki minn
ast so nógv til dystin í 2002, tí tá var
hann bara 11 ára gamal, men hann
minnist skotið á stongina og at
føroyingar spældu ein branddyst,
hóast hann ikki hevur sæð dystin
umaftur síðani tá. Hinvegin ásann
ar hann, at hesa ferð er talan um
aðra avbjóðing.
– Um eg hevði komið inn, so
hevði eg verið øgiliga glaður, og um
eg ikki komi inn, men vit fáa eitt
gott úrslit, so eri eg akkurát líka
glaður. Hetta er fyrstu ferð, eg eri
við, so eg skal ikki krevja nakað,
men bara vit fáa eitt gott úrslit, so
er tað nóg mikið fyri meg, sigur Kaj
Leo í Bartalsstovu.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fekk ytsta sessin
Fótbóltur Tá tað gjørdist greitt, at Bogi Løkin var so
mikið skaddur, at hann ikki kundi koma við A-landsliðnum
til Týsklands, fekk Kaj Leo í Bartalsstovu kjansin
Ungi Bartalsstovumaðurin úr Syðrugøtu, Kaj Leo, gleðir
seg til dystin í kvøld, og um hann ikki fær møguleikan, so
gera tað ikki so nógv, um bara úrslitið verður gott
Mynd: Hilmar Jan
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Sjey minuttir vóru eftir av dystinum
í
Hannover
mikukvøldið
16.
oktober í 2002, tá Jákup Mikkelsen
sendi bóltin langt fram á vøllin,
har John Petersen fekk forlongt
eitt sindur, og so setti Hjalgrím
Elttør ferð á. Tann tá 19 ára gamli
klaksvíkingurin hevði munin á
Jens Jeremias, og tá so heimsins
besti málverji, Oliver Kahn kom út
ímóti, lyfti Hjalgrím bóltin fram við
Kahn – men ólukkutíð á uttaru síðu
á stongini.
– Hatta er sjálvandi ein løta,
sum eg altíð fari at minnast. Eg
var ungur og akkurát komin inn í
landsliðshitan, so sjálvandi var tað
stórt at vera so nær við at tryggja
Føroyum annað stigið. Men tað
var nú spell, at tað ikki eydnaðist,
tí hesin kjansurin hevur verið iva
leysa nógv umrøddur síðani tá, sig
ur Hjalgrím Elttør.
– Fái eg møguleikan aftur hesa
ferð, so vóni eg, at eg fái ein líknandi
málkjans, so eg kann gera tað gott
aftur. Tað vísir seg, at tá nógv hoyra
um Hjalgrím Elttør, so hugsa tey
fyrst og fremst um henda kjansin
fyri 10 árum síðani og seta meg í
samband við hann. Og sum eg skilji,
eru tað øgiliga nógv, ið hava ilt av,
at hasin bólturin ikki fór inn, so eg
vóni, at eg kann gera tað gott aftur.
Men eg havi við árunum lært meg
at liva við hesum og at minnast tað
sum eina positiva uppliving.
Spøkir aftur nú
Men Hjalgrím viðgongur sam
stundis, at tað mangan hevur verið
»droytt« at skula hoyra aftur og
aftur um hasa ferðina, tá bólturin
rakti stongina og ikki fór inn, heldur
enn at hoyra um okkurt av teimum
mongu málunum, hann altso hevur
skotið millum ár og dag.
– Serliga tey fyrstu árini hoyrdi
eg nógv fyri hatta, til tað so aftur
líkasum legði seg stilt aftur og eg
ikki so ofta bleiv mintur á tað. Men
nú vit aftur komu í bólk saman við
Týsklandi, so spøkir hasin kjans
urin aftur nú, sigur Hjalgrím, ið
eisini sjálvur meira enn eina ferð
hevur undrast á, hvat kundi komið
burturúr, um hasin bólturin fór
inn.
– Fótbóltur er jú soleiðis, at um
eg skoraði handa dagin, so er ikki til
at siga, hvussu mín fótbóltskarriera
hevði sæð út. Og tað fáa vit heldur
ongantíð at vita, men eg kann tann
dag í dag bara siga, at eg royndi at
gera tað rætta, men tíverri fór bólt
urin bara á stongina og ikki inn.
Nú hann aftur er við í Hannover,
tí Føroyar skulu spæla ímóti Týsk
landi, ásannar hann, at týska liðið
helst er sterkari nú, enn tað var tá.
– Seinnu árini hevur týska lands
liðið ment seg nógv og spælir betur
fótbólt, so tað verður ikki lættari
hjá okkum at fáa eitt gott úrslit. Eg
vil siga tað soleiðis, at fáa vit sama
úrslit sum síðst, so er tað gott, og
megna vit so at fáa ein javnleik, er
tað ein sensatión, sigur Hjalgrím
Elttør.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hjalgrím Elttør stendur við
stongina, sum fyri 10 árum
síðani bendi bóltinum burtur
frá málinum, tá tann tá 19 ára
gamli klaksvíkingurin annars
hevði gjørt alt rætt og fingið
bóltin fram við heimsins besta
málmanni, Oliver Kahn…
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Hevur hoyrt fyri tað
Fótbóltur Líka síðani minniliga kvøldið í Hannover fyri skjótt 10 árum síðani, hevur
Hjalgrím Elttør hoyrt fyri stóra kjansin, hann fekk ímóti endanum til at javna til 2-2