Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur A-landsliðið upptakt Tróndur Arge - Hannover Tað var við góðum minnum frá 2002, at føroyska ferðalagið við lands­ lið­num setti seg á flogvøllinum í Hannover mikukvøldið, ein og 49 minuttir eftir fráferð úr Vágum. Veður­forsøgnirnar boðaðu frá góð­ um veðrið við stovuhita. Forsøgnin helt og lagið var av­ bera gott, tá farið var í buss­ar­nar, sum skuldi koyra landsliðið og ferðafólkini til hvørsítt gistingar­ hús. Ferðafólkini, sum tekur limir í leiðslunum í flestu av feløgunum í Føroyum, áskoðarar, politikarar og miðlafólk búgva á Mercure Hotel, sum liggur mitt í Hannover. Gistingarhúsið liggur bara nakrar fáar hundrað metrar frá AWD- leik­vøllinum, har dysturin verður í kvøld. Landsliðið býr á einum gistingar­húsið stutt uttanfyri miðbýin. 12. maður komin 12. maður er eisini komin til Hannover og fyrr í dag komu so buss­ar úr fleiri støðum í Danmark til býin at stuðla landsliðnum. Tað hevur sett sín dám á býin. Fert tú ein gongu­túr, so eru sannlíkindini fyri at tú rennur teg í onkran, sum tosar føroyskt. Tað verður í Brauhaus Ernst August, at upphitingin gongur fyri seg. Hetta er sama matstovan, sum føroysku viðhaldsfólkini hitaðu upp undan minniliga dystinum í 2002. Í besta føri, so verður roknað við áleið fimm hundrað føroyskum við­haldsfólkum í Brauhaus undan dystinum í kvøld. Størst áhugi fyri venjar­ anum og málmonnunum Føroyska liðið hevur havt tvær venj­ ingar í gjár. Eina fyrrapartin og eina um kvøldið á AWD-leikvøllinum. Tað er serliga venjingini kvøldið fyri dyst, at tað eru flest ábendingar um hvør byrjar inni. Tað byrjaði við einum styttri tíð­ indafundi. Síðani fingu fjølmiðlarnir møguleikan at tosa við venjarar og leikarar. Áhugin tóktist verða størst fyri Lars Olsen, Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen. Tey týsku fjølmiðlafólkini vóru eisini serliga áhugaði í at vita um málmenninar hjá okkum. Søgan um møguliga metið hjá Jákupi Mikkelsen hevði stóran áhuga, með­ an dysturin um hvør skal byrja inni eisini var nógv uppi at venda. Venjingin avdúkaði einki Venjingin á AWD-leikvøllinum var løtt og avdúkaði lítið og einki um uppstillingina. Eftir at hava runnið eitt sindur runt, so endaði tað við at tað bleiv spælt yngri móti eldri. Tann dystin vunnu teir yngru heili 6-0. Av tí sama var torført at gera sær ein mynd av liðnum út frá venj­ ingini. Stóri spurningurin tykist verða hvør skal verja føroyska málið. Gunnar Nielsen ella Jákup Mikkelsen? – Eg eri blivin klókari, men enn er ov tíðliga at siga nakað, sigur Lars Olsen, sum tó ásannar, at talan verður í nógvar mátar um sama lið­ ið, sum spældi móti Íslandi. Verjan verður helst frá høgru, Jóans Tór Næs, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og Pól Jóhannus Justinussen. Á miðvøllinum eru tvey iva­ mál. Súni Olsen hevur hald í nakk­ anum og hevur verið skaddur í eina tíð. Hjalgrím Elttør hevur somu­leiðis ein skaða, sum argar. Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst verða inni, meða iva­málið er um ta verður Súni Olsen ella Hallur Hansson. Símun Samuelsen hevur ein eyman fót, men okkurt bendir á, at hann byrjar í vinstraborið. Daniel udsen kom væl frá uppgávuni í Íslandi og er favorittur at halda fast í tí, men her er tað at Hjalgrím Elttør kemur inn ímyndina. Fyrrverandi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevði stórt álit á KÍ liðskiparanum, men higartil hevur Lars Olsen ikki víst honum sama álit. Jóan Símun Edmundsson verður allarhelst fremsti maður. Vilja hava stigið Í 2002 komu føroyingar til Hannover og væntaðu tað ringasta, tá týskarar fyri brotsspark aftaná ein minutti. Dysturin situr framvegis sterkur í minninum á teimum flestu. Í morgin hava vit so møguleikan, at taka hatta stigið, sum vit skuldu og kundu havt fingið í Hannover. Í kvøld byrjar enn ein undan­ kapping og uppgávan kundi næstan ikki verið torførari. trondur@sosialurin.fo Føroysk innrás í Hannover Fótbóltur Flúgvarar, bussar, tok og bilar eru komin úr øllum økjum við føroyingum til Hannover. Tað sæst aftur í býarmyndini í týska býnum Søgan um metið hjá Jákupi Mikkelsen, og um hvør av málverjunum skal byrja inni, hevði stóran áhuga millum týsku fjølmiðlafólkini Mynd: Hilmar Jan Hansen Fyrrverandi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevði stórt álit á KÍ liðskiparanum, Hjalgrím Elttør, men higartil hevur Lars Olsen ikki víst honum sama álit Mynd: Hilmar Jan Hansen