fríggjadagur 7. september 2012síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 104 · 7. september 2012
4
VIKUSKIFTI
Føroyar fáa
Hvat roknar Føroya løgmaður við, at dysturin millum Týskland
og Føroyar endar við? Hvat ger fyrrverandi landsliðsvenjarin,
tá landsliðið spælir? Og hvussu heldur Jákup á Borg, sum
spældi í móti Týsklandi seinast, at Føroyar fáa
eitt gott úrslit? Sosialurin hevur
spurt ymisk fólk, sum varða
føroyska fótbóltslandsliðnum,
hvat tey rokna við í kvøld
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Fert tú at hyggja
eftir dystinum?
Ja, sjálvandi fari eg at
hyggja eftir føroyska
fótbóltslandsliðnum. Tað
fari eg at gera heima við hús
saman við synunum og onkrum
vinmonnum.
Hvussu fáa Føroyar
eitt gott úrslit?
Lars Olsen, landsliðsvenjarin, hevur púra rætt, tá hann sigur, at
vit ikki bara kunnu liggja og verja. Soleiðis skapar eingin úrslit!
Seinastu tíðina hava vit eisini sæð bæði U19- og U21-landsliðið
fáa góð úrslit við at tora at spæla bólt. Hesir leikararnir eru
eisini við at vinna sær fleiri altjóða royndir, enn onkrir av
teimum eldru, so tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur
fer, nú fleiri yngri leikarar eru við. Hetta er tó ein sera trupul
uppgáva uppgáva í móti einum av heimsins sterkastu tjóðum,
men vit hava yvirraskað áður.
Hvat endar dysturin við?
Eg eri optimist av natúr, so eg trúgvi upp á, at vit kunnu fáa ein
javnleik. Tað hevði verið fantastiskt, um vit spældu 1-1.
Fert tú at hyggja
eftir dystinum?
Tað fari eg at gera heima í
stovuni saman við familjuni.
Tað er øðrvísi at standa á
síðulinjuni, so nú kann eg njóta
landsdystirnar øðrvísi, har eg
fái alt við í slowmotion, síggi
alt umaftur og hoyri alt, sum
sagt verður.
Hvussu fáa Føroyar eitt gott úrslit?
At vinna er best og ein javnleikur næstbest. Vit mugu tó
minnast til, at vit spæla í móti einum av heimsins sterkastu
tjóðum. Men har kunnu tvey ting vera avgerandi. Eitt er, um
Týskland undirmetir okkum, og tað eru tað onkrar ábendingar
um út frá myndunum, vit hava sæð frá teirra venjingum.
Hitt er, at í dystum sum hesum, so spæla okkara
leikarar ofta yvir evnið.
Hvat endar dysturin við?
Eg giti, at vit standa eftir sum taparar við tveimum málum.
Mítt boð er 3-1 til Týsklands.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður og fyrrverandi landsliðsmálverji
Jógvan Martin Olsen
venjari hjá Víkingi og fyrrverandi landsliðsvenjari