Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 104 · 7. september 2012 5 javnleik Fert tú at hyggja? Jú eg ætli mær at síggja dystin. Føroyar-Týskland hevur verið spennandi fyrr, hetta er ein Dávid-Goliat støða. Tá týskarirnir spældu í Føroyum fyri nøkrum árum síðani høvdu vit útlendskar kundar við – tað var sera spennandi, serliga at Føroyar kláraði seg rímiliga væl – og tað enn tá sá út til at úrslitið kundi endað heilt gott. Hesaferð eru vit umboðaði við vøllin saman við týskum kundum, so eg rokni við at okkara sølufólk og kundar fara at fáa eitt fantastiskt upplivilsi Hvussu fáa Føroyar eitt gott úrslit? VIt fáa heilt víst eitt gott úrslit ígjøgnum tað sera stóru brandingina, sum fótbólturin er. Tað er ótrúligt, hvussu stórt fokus verður sett á fótbólt í ymisku londunum, so bara tað at vit møta Týsklandi er heilt fantastiska gott. Ítróttarliga úrslitið er gott um vit ikki tapa ov nógv. So vónandi standa okkara menn væl í verjuni og klára at geva okkurt prik við kontraálopi Hvat endar dysturin við? Eg rokni við at hetta verður ein sera harður dystur. Týskararnir eru helst í betri formi enn nakrantíð, so tí er vandi fyri stórum skrædli; men okkara menn fara at vaksa við uppgávuni, so er spurningurin um teir klára at halda fyrstu 30 minuttirnar. Klára teir tað, so kann dysturin enda vónandi ikki verri enn 2-0. Fert tú at hyggja eftir dystinum? Sjálvandi! Eg eri altíð spentur til landsdystir. Eg havi tó ikki heilt vant meg við støðuna, har eg skal sita og hyggja í sofuni. Tá vil eg heldur sleppa at spæla dystin. Men sjálvandi fari eg at hyggja og stuðla liðnum, tað gleði eg meg til. Hvussu fáa Føroyar eitt gott úrslit? Vit skulu vera ekstremt heppin! So kann tað gott vera, at vit skulu standa rætt og raka dagin, men fyrst og fremst skulu vit vera ekstremt heppin, og so skal Týskland ikki raka dagin. Lið sum Italia fara ofta niður í tempo, tá tey eru á odda við einum ella tveimum málum, men Týskland er ein maskina, sum bara koyrir á. So vit mugu tora at hava bóltin, tí bara at liggja í verjustøðu verður ógjørligt. Hvat endar dysturin við? Týskland vinnur 3-1. Hjalgrím skyldar eitt mál frá seinast, men eg trúgvi, at tað verður Christian Lamhauge Holst, sum skorar føroyska málið. Jákup á Borg landsliðsleikari og spældi í móti Týsklandi Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost og høvuðsstuðul Fert tú at hyggja? Tað er einki at ivast í, og eg vóni tað besta. Nú havi eg vant meg við at hyggja eftir dystunum, men tað var undarligt, dystirnar aftaná at eg var givin. Nú kann eg njóta tað, men tað eru framvegis støður undir dystunum, har eg minnist aftur á hvussu tað var og droymi meg aftur á vøllin. Hvussu fáa Føroyar eitt gott úrslit? Vit skulu fyrst og fremst hava ein ótrúliga góðan dag. Vit skulu vera heppin og Týskland skal ikki spæla upp til sítt besta. Tað er sjálvandi eisini gott fyri okkum, um týskarar eru nøgdir við eitt ella tvey mál. Men tað verður ótrúliga trupult. Hvat endar dysturin við? Tað endar 3-0 til Týskand eftir eitt fantastiskt føroyskt avrik. Óli Johannesen fyrrverandi liðformaður og hevur landsdystarmetið