fríggjadagur 7. september 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 104 · 7. september 2012
6
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Mong eru í roynd og veru rættuliga
líkasæl við tað mesta, ið fer fram á
politiska víðvøllinum. Tey minnast ikki
nøvnini á fleiri, sum sita á løgtingi ella
landstýri, gloyma hvat stendur í sam
gonguskjalinum ella gloyma nær val nú
var seinast. Og hví skuldu tey minst til
tað? Nógvur politikkur er heilt einfalt
ikki viðkomandi fyri gerandisdagin hjá
mongum. Men sjálvt a-politiski velj
arin kann brádliga gerast politiskur
aktivistur, tá mál, ið onkunsvegna
raka eina persónliga nerv, koma undan
kavi.
Tí politisk mál kunnu stinga djúpt
– fleiri hundraðtúsundtals ár aftur í
tíðina, um vit taka evolutioneru søgu
granskingina í álvara. Tí modernaður
politikkur talar í stóran mun til nógvar
av somu avbjóðingum menniskjað
hevði, tá tað livdi í savnara- og veiði
samfeløgum fyri túsundtals árum síðani.
Nakrar av hesum avbjóðingum vóru:
Hvussu revsa vit? Hvussu fordeila vit
ágóðarnar? Og hvussu skipa vit okkara
samfelag? Men modernaða avbjóðingin
er, at veiðu- og savnaðarasamfelagið var
minimalt í mun til okkara modernaðu
samfeløg. Talan var um smá samfeløg
við eini 200 limum ella so.
Revsing er persónlig
Danski granskarin Michael Bang
Petersen, ið hevur granskað modernaðan
politikk við evolutionerum brillum,
hevur víst á, at okkara heilar ikki júst
eru fyrireikaðir til modernaðan politikk.
Tí meðan vit royna at grundað okkara
politisku skipan á stórar generellar
meginreglur, er okkara heilin framvegis
innrættaður til nógv smærri umstøður.
Í veiðusamfeløgunum kendu øll hvønn
annan – og støður vóru tiknar beinleiðis
í mun einstakar persónar. Talan var ikki
um nakran modernaðan universellan
vælferðarstat, við meginreglum um
sama anonyma sosiala rættvísi fyri
øll. Og okkara heilar eru kanska ikki
komnir so langt áleiðis síðani.
Ein spurnarkanning hjá Michael
Bang Petersen millum 4000 danskar
næmingar staðfesti, at hugburðurin til,
hvørt ein kriminellur skuldi revsast ella
bert rehabiliterast – í stóran mun var
tengdur at, hvørt tey kriminellu vóru
mett sum partur av sosiala felags
kapinum ella ikki. Her spældi til dømis
etniskur uppruni nógv inn. Fremmand
fingu einfalt harðari revsing. Niður
støðan var, at tess størri virði fyri
felagskapin ein einstaklingur hevur,
størri eru sannlíkindi fyri, at revsingin
ikki verður eins hørð. Hetta sampakkar
væl við evolutioneru søguna – tí størri
tørv tú hevur á onkrum til tína egnu
yvirliving, meiri »mást« tú lata tær
lynda. Hvønn persón talan er um, hevur
sostatt týdning. Ímeðan modernaða
rættarskipanin byggir á meginregluna
um, at sama brotsgerð útloysir sama
dómsúrskurð, sær veruleikin eitt sindur
øðrvísi út.
Michael Bang Petersen hevur víst
á, at tey somu, ið eru grundleggjandi
ósamd hvørt rættarskipanin skal
Politiskur hugburður er ikki altíð bygdur á modernað skynsemið. Til dømis er
meiri sannlíkt, at vit taka undir við einum uppskoti um okkara egni flokkur
kemur við tí, enn um annar kemur við sama uppskoti. Meiri sannlíkt, at vit
velja ein politikara við maskulinum andliti, um stórar hóttanir lúra. Og
vit eru betri sinnað at geva sosialar veitingar um móttakarin ikki sýnist
okkum dovin, eru nakrar av niðurstøðunum frá eini røð av kanningum
Primitivur
Meðan vit royna at grundað okkara politisku skipan á stórar generellar meginreglur, er
okkara heili framvegis innrættaður til nógv smærri umstøður. Í veiðusamfeløgunum kendu
øll hvønn annan – og støður vóru tiknar beinleiðis í mun til einstakar persónar. Talan var ikki
um nakran modernaðan universellan vælferðarstat, við meginreglum um sama anonyma
sosiala rættvísi fyri øll. Og okkara heilar eru kanska ikki komnir so langt áleiðis síðani