fríggjadagur 7. september 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 104 · 7. september 2012
7
grundast á revsing – mótvegis rehabili
tering og verju – løgið nokk kunnu
vera púra samd tá tað kemur til ein
støku málini. Sostatt sær út til, at tað
liggur í okkara politisku náttúru at
vera andstødd, og taka støðu frá máli
til mál, heldur enn sambært abstrakt
um rættarmeginreglum. Okkara aldar
gomlu primitivu heilar eru sostatt ikki
nøkur lítil avbjóðing fyri modernaða
rættarsamfelagið.
Vinstravent vs
høgravent rættvísi
Ikki er nógv betri stætt við sosialum
rættvísi og vælferð. Gransking tvørt
urum landamørk hevur staðfest, at í
teimum londum, har móttakarar av væl
ferðarískoytum ikki vera sæddir sum
dovnir, men sum óheppin og offur fyri
sínum umstøðum, eisini eru tey lond,
ið hava bestu vælferðartænasturnar. Tí
fólk hava einfalt størri samkenslu við
teimum, ið »veruliga royna«. Ítøkiligur
politikkur og hugburður fylgjast so
statt at, og USA og norðurlond eru tí
rættuliga andstødd á hesum økinum.
Í USA hevur man í størri mun lyndi
til at geva fólki persónliga ábyrgd fyri
síni lagnu.
Jonathan Haidt, politiskur sálar
frøðingur frá New York University,
hevur í síni gransking staðfest, at
høgrasinnað og vinstrasinnað hava
rættuliga ymiskan hugburð til sosialt
rættvísi. Og okkara evolutionera fortíð
greinar henda munin væl. Bert tey, ið
góvu felagskapinum eitthvørt munagott
fingu okkurt frá honum. Nógv rúm var
snøgt sagt ikki fyri sonevndum »free
riders«, ið bert tóku og einki góvu.
Høgrasinnaða rættvísiskenslan byggir
tí á proportionalitets meginregluna – tú
fært í mun til tað tú gevur. Tí hoyrast
ofta setningar frá fólki sum til dømis
»hann skuldi ikki fingið pening frá
tí almenna, tað fer alt til brennivín«.
Høgrasinnaði hugburðurin er, at eingin
skal sleppa ov lætt.
Vinstrasinnað rættvísi grundar seg
í størri mun á samkenslu, enn tað fólk
gera seg uppiborin til. Og samkensla
hevur eisini spælt stóran leiklut í
okkara evolutioneru søgu, serliga í
mun til barnauppaling. Granskingin
hjá Jonathan Haidt av politiskum
retorikki hevur staðfest, at vinstrahall
í nógv størri mun brúka hesa intuitivu
samkenslu fyri teimum veiku í sínum
retorikki. Avbjóðingin er bert, at
høgravongurin ikki skilir mál, har
»tað tú hevur uppiborið« ikki er ein
grundleggjandi partur. Báðir veingir
brúka sostatt kenslur ið vit hava ment
ígjøgnum mong túsundtals ár.
Politisk tricks
Smáu veiðu- og savnarasamfeløgini
høvdu eitt element av fólkaræði.
Michael Bang Petersen hevur víst á,
at leiðarar vóru upphevjaðir grundað
á tað, teir kundu gera fyri bólkin. Av
gerandi var til dømis um tú megnaði at
skapa frið innanhýsis í bólkinum, ella
um tú megnaði at verja bólkin mót
vegis álopum frá øðrum bólkum. Tá
tað snúði seg um verju og kríggj var
meiri sannlíkt at verða upphevjaður,
um tú hevði fleiri maskulin eyðkennir
enn kappingarneytin. Orsøkin var, at
likamlig styrki var beinleiðis atvold
til, hvørt ein bólkur megnaði at verja
seg ella ikki, og maskulinitetur kundi
geva ábending um álopshug og likams
styrki.
Hóast tað ikki er neyðugt hjá einum
modernaðum politikara, at vera serliga
maskulinur fyri at føra skilagóðan
verjupolitikk, staðfesta sálarfrøðiligar
kanningar, at veljarin hevur lyndi til at
velja politikarar við sterkari maskulin
ari útsjónd, um serligar hóttanir lúra
ella vandi er fyri kríggi. Tá ongar
beinleiðis hóttanir gera vart við seg,
kunnu onnur eyðkenni vera avgerandi
fyri støðutakan veljarans. Tað kann
til dømis ikki loysa seg at hava ein ov
aggressivan leiðara, um hesin í heilum
meldar kríggj í heilum og setir bólkin
í vanda óneyðugt.
Og eins og evolutionera søgan –
snýr politikkur seg eisini nógv um
sosialitet og bólkasamleika. Líka frá
etniskum bólkum, til statir og politiskar
flokkar. Kanningar hava staðfest, at tað
eru størri sannlíkindi fyri, at tú tekir
undir við einum uppskoti frá tínum
egna flokki, enn mótstøðuflokkinum –
hóast tað er identiskt við uppskotið hjá
tí seinna. Eins og í veiðusamfelagnum,
stingur bólkaloyaliteturin sera djúpt.
Nógvir politikarar duga sjálvandi eisini
væl at gera nýtslu av hesum innbygda
sosialiteti, og liva aloftast av tekna
fíggindamyndir av øðrum politiskum
flokkum.
Harnæst eru serfrøðingar í politisk
um samskifti rættuliga tilvitaðir um,
at menniskju hava lyndi til at hugsa
á einum persónligum stigi, heldur enn
einum abstraktum stigi. Tí fáa polit
ikarar ofta undanvind, um teir duga
at brúka persónligar søgur til at stuðla
sínum politisku hugsjónum, heldur enn
bert at brúka turr hagtøl ella abstraktar
meginreglur. Persónligu søgurnar fáa
veljaran at knýta seg til persónarnar, og
síggja burtur frá møguligum vansum
við førda politikkinum. Við øðrum orð
um lúra tendensirnar frá smáu veiðu-
og savnarasamfeløgunum framvegis
í modernitetinum – so leingi vit nýta
okkara aldargomlu heilar, frammum
ópersónligar teldur.
politikkur