Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 104 · 7. september 2012 8 VIKUSKIFTI ÍTRÓTTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tilsamans 4000 luttakarar úr 160 londum kappast í 20 ymsum ítróttar­ greinum í Paraolympisku leikunum í hesum døgum. Sandoyingurin Ragnvaldur Jensen svam hósdagin 100 metra bringusvimjing. Hann gjørd­ist nummar 12 við tíðini 1:13:92, ið er næstan neyvt sama tíðin, sum hann kom til Paraolympisku leikirnar uppá. Tann tíðin var 1:13:89, ið svaraði til eitt 10. pláss, men av tí, at hinir svimj­ ar­arnir stóðu seg sera væl hósdagin, so rakk tíðin á 1:13:92 ikki til finalu pláss. At koma til leikirnar er at rokna Fantastiskir leikir Olympisku leikirnir í London vóru fantastiskir at fylgja við í, men Paraolympisku leikirnir eru ikki minni hugtakandi. Myndirnar at teimum íðkandi, sum við sínum brekum stríða seg í gjøgnum tað, ið teimum flestu ógjørligt, hugtaka heimin