Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 104 · 7. september 2012 12 VIKUSKIFTI gáta Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í meiri enn eina øld hava onglendingar og onnur roynt at loysa gátuna um dráps­mannin Jack the Ripper. Git­ ingarnar hava verið nógvar. Al­menn­ ingurin hevur gitt, og fjøl­miðlar og rithøvundar hava roynt at rann­saka seg fram til loysnina. Metropolitan Police í London hevur eisini havt síni boð, men enn tann dag í dag liggur málið har saman við hinum, sum ikki eru avgreidd. Nógvir menn hava verið nevndir sum møguligir Jack the Ripper, og ein fyrrverandi sakførari vildi í sínari bók um gátuna vera við, at talan var ikki um ein drápsmann, men heldur eina dráps­kvinnu. Men heldur ikki tað bleiv tað seinasta boðið. Nú eru tveir høvundar komnir við einum boði afturat upp á spurningin um, hvør drápsmaðurin frá Whitechapel veruliga var. Tað var reiðmaðurin Rithøvundarnir Christer Holmgren og Edward Stow vilja vera við, at tað var reiðmaðurin Charles Cross, sum var tann óhugnaligi drápsmaðurin. Hesin Charles Cross er umrøddur í øll­um bókum um Jack the Ripper, tí tað var hann, sum í síni tíð segði seg hava funnið tað fyrsta offurið, Polly Nichols, tá hann var á veg til arbeiðis um morgunin tann 31. august í 1888. Eitt vitni greiddi løgregluni frá, at tað hevði sæð Charles Cross standa bendan framyvir uppi yvir offurinum. Men Cross segði seg hava staðið á veg­num nakað burtur frá teirri deyðu kvinnuni. Christer Holmgren og Edward Stow halda, at Charles Cross mundi hava myrt Polly Nichols, men at hann bleiv órógvaður av vitninum, júst sum hann var liðugur við gerning sín. – Vit halda, at Charles Cross, mað­ urin, sum fann tað fyrsta líkið, er Jack the Ripper. Hann varð sæddur standa uppi yvir offurinum, men bleiv órógv­ aður, júst sum hann var í ferð við at fjala nøkur av sárunum, sigur Edward Stow við blaðið The Telegraph. Brúkti falskt navn Teir báðir rit­høvundarnir vísa á, at tey fýra næstu drápini hjá Jack the Ripper hendu millum hús­ini hjá Charles Cross í Doveton Street og ar­ beiðs­pláss hans­ara í Broad Street, og at tey vóru ta tíðina á sam­døgr­inum, tá hann gekk til ella frá ar­beiði. – Hvørki løgreglan ella nakar ann­ ar legði seg eftir at kanna hansara ger­ andisdag ella onnur viðurskifti, og tað er heldur ikki lætt at halda skil á navni hansara í fólkateljingunum. Men vit eru komnir eftir, at hann brúkti eitt falskt navn, tá løgreglan tos­aði við hann. Í veruleikanum æt hann ikki Charles Cross, men Charles Latchmere, sigur Edward Stow við The Telegraph. Cross ella Latchmere doyði í 1920. Í Metropolitan Police vóru teir sann­førdir um, at dráps­maðurin mátti vera ein ser­ling­ur av ein­um ella øðr­ um slagi, og tí leit­aðu teir eis­ini eftir einum, sum ikki var sum hini. Men Edward Stow sigur, at í flestu dráps­ málum vísir tað seg, at dráps­mað­ur­in er sum fólk flest ella næstan. – Hann gekk fram við hvørjum einasta drápsstaði á veg til arbeiðis. Hann er tann, sum samsvarar best við myndina av Jack the Ripper, leggur rit­høvundurin afturat. Nógvir møguleikar Tað finnast óteljandi bøkur og blað­ greinar um tann gátufulla dráps­ mann­in í London, og søgan hevur fleiri ferðir verið á leikpalli, og fleiri filmar eru eisini gjørdir um hana. Ja, hon hevur enntá lagt lunnar undir Í einari nýggjari bók halda rithøvundarnir Christer Holmgren og Edward Stow, at teir hava funnið tann rætta Jack the Ripper Ein flogseðil um eitt av drápunum hjá Jack the Ripper Tann 13. oktober í 1888 prentaði blaðið The Illustrated London News hesa tekningina av einum manni, sum kundi vera eitt boð upp á Jack the Ripper Halda seg hava loyst gátuna um Jack the Ripper