Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 104 · 7. september 2012 13 sangleikir. Men tað er ein sann­ roynd, at innihaldið í hesum nógvu útgávunum hevur ikki altíð verið ser­ liga nær sannleikanum, og mangan er veruleikin snaraður hendanvegin og hinvegin. Gitingarnar hava sum nevnt ver­ið nógvar upp ígjøgnum árini, og tað er næstan einki mark fyri, hvønn fólk høvdu illgruna til ella hildu vera eitt boð. Onkur vildi vera við, at tað var sjálvur lívlæknin hjá Victoriu drotning. Onkur annar helt, at tað var ein kongaligur hertogi, sum hevði mist vit og skil. Ella var tað kanska tann loyniliga russiska løgreglan, sum gjørdi um seg í bretska høvuðs­ staðnum? Ja, onkur vildi vera við, at tað var eingin annar enn tann dul­far­ fulli russiski munkurin Rasputin. Ein søga var, at tað var ein yvir­ maður í teirri kongaligu hirðini, sum var drápsmaðurin. Ein onnur peik­aði á ein polskan skómakara, upp­aftur ein onnur á ein jødiskan slakt­ara, og summar keldur søgdu tað vera skrivaran í Frelsunarherinum. Hug­ flog­num bagdi í hvussu er einki. Í skjalagoymsluni hjá Metropolitan Police er eitt yvirlit yvir persónar, sum løgreglan í London veruliga hevði illgruna til. Men meðan almenningurin hevði fleiri boð, eru bara fýra nøvn á yvirlitinum hjá løgregluni. Tey eru: Kosminski ein fátækur jødi, sum búði í Whitechapel. Montague John Druitt ein 31 ára gamal sakførari og lærari, sum gjørdi av við seg í desember í 1888 Michael Ostrog ein tjóvur, sum var føddur í Russlandi, og sum brúkti fleiri følsk nøvn. Dr Francis J. Tumblety ein 56 ára gamal amerikanskur kvaksalvari, sum varð handtikin í november í 1888 fyri grovan ósømiligan atburð. Hann rýmdi av landinum seinni í sama mánað, eftir at hann var sloppin úr varðhaldinum ímóti at rinda eitt stórt loysigjald. Løgreglan bara fýra boð Mary Ann Nicholls, sum vanliga bleiv kallað Polly, varð myrd tann 31. august í 1888, og hetta var tað fyrsta drápið, sum løgreglan fyri vist helt Jack the Ripper hava framt Sambært Metropolitan Police í London myrdi Jack the Ripper í minsta lagi fimm kvinnur í 1888, men hann bleiv eisini settur í samband við 12 onnur kvinnumorð í London í árunum frá 1887 til 1891 Myrdi minst fimm ...kanska 17 Tær fimm kvinnurnar, sum hann sambært løgregluni fyri vist beindi fyri, vóru: Mary Ann Nichols . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31. august 1888 Annie Chapman . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8. september 1888 Elizabeth Stride . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30. september 1888 Cathrine Eddowes . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30. september 1888 Mary Jane Kelly . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9. november 1888 ...og helst var tað eisini hann, sum myrdi hesar kvinnurnar: Fairy Fai . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26. desember 1887 Annie Millwood 25. februar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1888 Ada Wilson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28. mars 1888 Emma Smith . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3. apríl 1888 Martha Tabram . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7. august 1888 Annie Farmer . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20. november 1888 Rose Mylett . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20. desember 1888 Elizabeth Jackson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . juni 1889 Alice Mackenzie . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17. juli 1889 Pinchin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10. september 1889 Frances Coles . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13. februar 1891 Carrie Brown . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24. apríl 1891 Nógvir menn hava verið nevndir sum møguligir Jack the Ripper, og ein fyrrverandi sakførari vildi í sínari bók um gátuna vera við, at talan var ikki um ein drápsmann, men heldur eina dráps­kvinnu. Men heldur ikki tað bleiv tað seinasta boðið