fríggjadagur 7. september 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 104 · 7. september 2012
14
VIKUSKIFTI
Søgan fer fram í Noregi um ár 1300.
Høvuðspersónurin er hin vakra, sterka
og treiska Kristin Lavransdóttir.
Faðirin er høgt virdur bóndi. Kristin
er tætt knýtt at pápa sínum.
Sum siður var um hetta mundið,
velur faðirin henni ein festarmann,
tá ið hon kemur til rættan aldur.
Hann er sonur ein riddara – eitt
heppið val. Kristin eisini nøgd,
tó ikki framúr hjartans fegin.
Frammanundan at hon skal giftast,
skal Kristin, av tí at hon er so mikið
ung á aldri, fyrst eitt ár í kleystur í Oslo
at vera. Meðan hon er í kleystrinum,
møtir hon riddaranum Erlendi
Nikulausson. Ein bæriligur maður av
múgvandi ætt. Kristin og Erlendur
verða sansaleyst skotin hvørt í øðrum.
Erlendur er væl eldri enn Kristin.
Hann hevur í fleiri ár livað saman við
einari giftari konu, sum hann hevur
fingið tvey børn saman við. Tað
verður ikki mett við mildum eygum.
Kristin hevur so mikið sterkan alsk
til Erlends, at hon skal hava hann, tó
at hon við sorg í hjartanum má volda
foreldrum sínum henda trega og bróta
lyfti sítt til Símunar Andrasson. Hon
krevur krevur at fáa tann mann, ið hon
elskar, men sum foreldrini ikki halda
vera hóskandi mann til hennara.
Hon fær hann.
Men vit eru bara í fyrsta bindi. Í
komandi tveimum bindum fylgja
vit samlívi Kristinar og Erlends í
góðum og vándum døgum. Tey fáa
átta synir saman. Men hon livir við
einari áhaldandi skuldarkenslu fyri
foreldrum sínum. Kristin kennir
á sær, at hon hevur syndað ímóti
foreldrum og Gudi. Erlendur er annar
maður enn faðir hennara. Hann er
leyslátaður og einki abeiðsgrev. Alt
hetta má fyrr ella seinni koma til
skarpskeringar.
Tey trý bindini fevna í alt um næstan
1000 síður – men skaldsøgan missir
onga løtu flogið. Hon bergtekur frá
fyrstu síðu og heldur framrákinum
og spenninginum til seinastu síðu.
KRISTIN LAVRANSDÓTTIR er um gentu, sum er borin til stórbóndagarð, men
sum letur hjartað heldur enn skilið ráða, tá ið um kærleika ræður, og hvørjar
fylgjur tað fær fyri hennara lívskor. Hon er um gentuna, ið setur seg upp ímóti tí,
ið verður væntað av henni, sum ger eftir sínum egna vilja heldur enn at laga seg
eftir siðvenju. Hon verður lýst í øllum teimum konfliktum, hetta hevur við sær
Høvundur: Sigrid Undset Týðari: Edvard T. Olsen
Kristin Lavransdóttir
SIGRID UNDSET (1882 – 1949)
Fekk nobelvirðislønina í 1928 »spesielt
for sine mektige beskrivelser av livet
i Norden i middelalderen«. Høvuðs
verkið er Kristin Lavransdóttir.