Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 104 · 7. september 2012 15 Hann var stuttligur, bondskur, revsandi, eymur og kærleiksfullur og hevði vaml fyri kávalótum. Hann gjørdist skjótt eitt enfant terrible í føroyska skaldaheimunum. Loyvdi sær at seta spurning við alt, ið tigandi var samstykt sum endaligir sannleikar. Hann vamlaðist við kávalæti, ruspaði í blonku framsíðurnar, dró alt handa rot fram í ljós, men yrkti eisini tær vakrastu kærleiksyrkingarnar og ramligastu kvæðini. Hann vildi sleppa við eini slupp sum 14-15 ára gamal, men foreldrini noktaðu honum. Sluppin fór avstað og eingin spurdist aftur. Mong ár seinni sigur Pól: Man ikki eitthvørt Guds barn hugsa: betur tú var farin eisini, og hvør veit, kanska tað hevði verið betri fyri báðar partar, at eg nú sat í Abrahams fangi við Ísaki og Jákupi í dýrdarríki, tí so hevði eingin verið at skapa ófrið í okkara slíggjuta dunnuhyli, og tey lágføttu kundu tá í friði og náðum blabbrað sítt tilvanda dunnublabb og sovið sín trygga svøvn av fullari kjós, uttan at verða støkt úr svøvni so dáttliga, at ein ikki visti antin hann var sokkin ella flotin og vaknaði sum millum heims og heljar av búrhundinum, ið kollvelti. (Úr innganginum) Um føroyskan mentanar­ politikk sigur hann: Allur hin mentaði heimurin tekur tað sum ein heiður og sjálvfylgju at geva fremstu skaldum og øllum listarmonnum góð livi- og virkiskor. Okkara bókaheimur er fátækur enn, ikki tí at skaldagávurnar tróta, men stórur skaldskapur krevur sín mann, hansara tíð og evnir so fult og heilt sum einki annað virki. Fólk flest trúgva, at tað er tað sama sum at taka einar bindingarstokkar í hondina. Og eitt høvuðsevni, hann mól um alt sítt lív, var gudstrúgvin, sum hann helt vera steinaldarfatan: Eg fati tað ikki enn, hvussu hesin sami tríeinti Gudur kann vera altvitandi og algóður og samstundis so fyrireika eftir bíbliunnar egnu orðum, at hann hevur skapað fanan og helviti fullbúgvið við báli og brandi at taka ímóti okkara syndabjølgum, langt áðrenn nakað mannabarn hevði sætt dagsins ljós. Tá ið Ádam og Eva ganga syndafríð í Edens urtagarði, visir hann teimum á eplið, og sigur, at tey máttu ikki eta av kunnleikans træi, tó at hann sum altvitandi fullvæl visti, áðrenn skapingardag, at tey fóru at gera tað, hóast ávaring hansara. Og tá ið so eplið eftir hansara egnu forhonds vitan er etið, letst hann sum tað var hitt mest óhugsandi, ræðiligasta brotsverk, her var útint, og bannsetir tey og alt livandi á foldum, sjálvt nýføðingar og djór. ...So knappliga skiftir Gud sinnalag, og sendir einasta son sín til jarðar, og tá ið vit so hava krossfest Gudasonin, sum hin altvaldandi og altvitandi visti frammanundan, verður pápin so findarblíður aftur, sum hann ikki hevði verið síðan undan syndafallinum. Hetta eru tríggir brellbitar úr innganginum, sum er samrøða Tórður Jóansson gjørdi við Pól F., tá ið hann fylti sjeyti. Millum heims og heljar, Lívsins kvæði, Ramar risti hann rúnirnar í skreytútgávu frá SPROTANUM. Tað heilt sjaldsama við útgávuni er, at Pól F eigur sjálvur hvønn einasta stav í savninum. Vanligt er, at onkur annar skrivar inngang og viðmerkingar og annað. Men í hesar útgávuni eigur Pól F sjálvur inngangin, allar yrkingarnar og sjálvt heitið Heilsan Pól F, sum er hansara egna undirskrift Heilsan Pól F.