mánadagur 10. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Seinastu fimm árini eru alsamt
fleiri rúsevnismisnýtarar í Russ
landi farnir at nýta sproytur við
einum sera vandamiklum blend
ingi í. Høvuðpínutablettir, tynnari,
jod og saltsýra, sum er innihaldið
í nýggja rúsevninum, sum kallast
krokodil, er væl sterkari enn
heroin, men er als ikki líka dýrt
sum heroin at ogna sær. Talið á
misnýtarum, sum brúka krokodil í
Russlandi, er vaksið so mikið nógv,
at fleiri serfrøðingar vilja vera við,
at talan er um eina epidemi.
Vandamikla rúsevnið er tó ikki
nakað, sum einans er at finna í
Russlandi, tí fleiri tilburðir, har
rúsevnismisnýtarar
hava
tikið
krokodil, hava verið í eitt nú
Noregi og Týsklandi. Enn hevur
evnið ikki verið at sæð í rúsevnis
umhvørvinum í Danmark, men
serfrøðingar ivast ikki í, at tað bert
er spurningur um tíð, at vit síggja
krokodil í Danmark. Rúsevnið
kann koma til Danmarkar umvegis
týska og svenska markið, men
kann eisini framleiðast í landinum.
Prísir á heroini methøgir
Seinastu árini er tað blivið alsamt
truplari at innflyta heroin úr
Afghanistan til Russlands, og tað
hevur ført við sær, at prísurin á
heroini er nógv vaksin. Henda
gongdin hevur havt stóra ávirkan á
tær tvær milliónirnar av russiskum
heroinmisnýtarum.
Russisku
mynduleikarnir hava hesi seinstu
árini staðfest eina økta sølu av
pínustillandi
tablettum,
sum
eru høvuðstilfar í heimagjørda
heroininum. Serfrøðingar innan
rúsevnismisnýtslu siga, at talið á
migrenusjúklingum ikki er vaks
ið í Russlandi, men at tað eru fá
tøku
rúsevnismisnýtararnir,
ið
keypa pínustillandi evni til at
framleiða
krokodil.
Umframt
pínustillandi tablettir inniheldur
krokodil aloftast benzin, jod, tynn
ara, saltsýru og reytt fosfor, sum
er lætt at skava av eini dós við
svávulpinnum. Lætt at koma til og
bíligari enn veruligt herion.
Krokodil er nýggja trendin
Mynduleikarnir
eru
varugir
við nýggja rúsevnið, men inter
netið er framvegis á tremur við
brúkaraleiðbeiningum, um hvus
su krokodil skal framleiðast. Í
Russlandi
kunnu
høvuðpínu
tablettir keypast uttan resept.
Hetta hevur ført við sær, at ein
sokallað misnýtaraepidemi hevur
sæð dagsins ljós í Russlandi.
Krokodil
kann
framleiðast
fyri undir ein brotpart av tí, sum
heroin kostar, og harafturat er
tað lættari at gerast bundin at
krokodil enn heroin. Sambært
rúsevnisserfrøðingum
er
tað
enn torførari at hjálpa krokodil
brúkarum úr misnýtsluni saman
borið við heroinmisnýtarar. Tá ein
heroinmisnýtari skal á avvenjing
tekur tað vanliga millum fimm
og tíggju dagar, áðrenn kropsliga
pínan
hvøvur.
Ein
krokodil
misnýtari, sum fer á avvenjing,
kann merkja hesa pínuna í upp
til ein mánað, og ikke er óvanligt,
at viðkomandi fær sterkar pínu
tablettir fyri ikki at svíma av pínu.
Nýtt
rúsevni
etur húðina
Fleiri tilburðir við nýggja rúsevninum, krokodil,
hava verið í Noregi og Týskalandi. Rúsevnið,
sum av serfrøðingum verður hildið at vera
tað vandamiklasta nakrantíð, er sterkari enn
heroin og etur húðina hjá misnýtarinumw