Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat er Krokodil? Rúsevnið hevur fingið heitið krokodil, av tí at mis­nýtarin eftir stutta tíð fær eina grønlittað húð, sum flusnar av, fer at líkjast leðri, og minnir tí­skil um krokodilluskinn. Seinni byrja sár at koma fram, og kjøtið verður grátt og rotnar, áðrenn tað dett­ur frá beinagrindini. Misnýtarin rotnar bók­stavi­liga, og tí verður kroko­dil eisini sagt at vera “rúsevnið sum etur rús­evnis­misnýtarar”. Krokodil verður gjørt av høvuðpínutablettum, tynn­ara, jod og saltsýru. Tá hesi evnini verða bland­að, verður rúsurin nøkun­lund­a­ð tann sami, sum tá misnýtarin tekur heroin, men krokodil kost­ar vanliga minni enn ein tjúgundapart av veru­ lig­um heroini. Tilfarið í krokodil verðu­r blandað saman til ein vandamiklan blend­ ing, ið inniheldur eitt til­ evnað opiat, ið er fleiri ferð­ir sterkari enn heroin. Krokodil hevur sín uppruna í Russlandi, tá rús­evnis­misnýtarar fyri um­leið fimm árum síðani byrjaðu at brúka evnið. Sein­astu árini hevur nýtsl­an verið vaksandi. Carl August Arge er rús­ evnis­viðgerði, og hann sigur seg ikki ivast í, at onkur í Føroyum fer at royna nýggja rúsevnið, kroko­dil. - Eg ivist ikki í, at hetta evnið verður at finna í Før­oyum, serliga tí tað er so lætt at framleiða. Hin­ vegin vænti eg ikki, at talan verður um nógvar fólk, sum fara at royna kroko­dil, tí í Føroyum eru fá fólk, sum brúka heroin, og tað eru fyrst og fremst heroinmisnýtarar, sum brúka krokodil sum rús­ evni, sigur Carl August Arge. Í Føroyum er tað mest vanliga brennivín, hasj og tablettir, sum fólk gerast bundin at. Or­ søki­n til at Carl August Arge ikki vil útilokað, at onkur í Føroyum fer at royna krokodil, er tann, at fólk, sum eru í eini rúsevnismisnýtslu, hava lyndi til at eksperi­ mentera við fleiri rús­ evnum. - Fólk, sum eru í mis­ brúki, kunnu finna upp á hvat sum helst. Tey taka eitt­hvørt, sum kann geva teim­um ein rús, og hugsa so at siga als ikki um av­ leið­ing­ar­nar, greiðir Carl Aug­ust Arge frá og legg­ur afturat: - Rúsevnismisnýtarar eru ikki bangnir fyri at royna nýggj evni, og har­ afturat tora teir væl at taka kjansir, sigur Carl August Arge. Hann vísir á, at internetið verður nógv brúkt til at framleiða og finna fram ávísar upp­ skrift­ir til rúsevni. - Eg veit, at fleiri rús­ evnis­misnýtarar í Før­ oyum bíleggja ymiskt til rús­evni umvegis inter­ netið, og tað er eisini á internetinum at teir læra seg at gera ávísar blend­ ing­ar, sum so kunnu geva ein rús, sigur Carl August Arge Kann fyrikoma í Føroyum