mánadagur 10. september 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað er næstan ógjørligt at
ímynda sær, hvussu ring
ur standurin var umborð á
polska seglbátin Rzezowiak,
tá ið báturin týsmorgu
nin í seinastu viku fekk ein
brotasjógv, so báturin næst
an fór runt, og ein av mann
ingini antin beinanvegin ella
seinni doyði.
Í sjórættinum fríggjdagin
greiddi ein av manningini
frá, at báturin fór so nógv
á liðina, at dúrkurin vendi
upp. Hann var staddur undir
dekkinum tá, men leyp upp á
dekkið, tá ið skiparin rópti og
bað allar koma upp.
Eingin av teimum trimum
monnunum, sum avhoyrdir
vórðu í sjórættinum fríggja
dagin, sá, hvat veruliga hendi,
tá ið ein av manningini bleiv
fastur í mastratoppinum og
lá leingi uttanborðs.
Teir fóru av Reykjavík
nakrar
dagar
framman
undan, og teir vistu um ódn
ina, sum fór at koma eystur
eftir móti Grønlandi og
Íslandi, greiddi skiparin frá.
Men
so
komu
nýggj
veðurtíðindi sum søgdu, at
óveðrið fór at raka tey, og
óveðrið fór at verða ringast
á midnátt mánakvøldið.
Tað var ikki hugsingur um
at venda aftur, og teir royndu
í staðin at seta meira ferð á
og settu kós móti Føroyum.
Klokkan fýra týsmorgu
nin skuldi verða skifti á
róðursvaktini, men maðurin,
sum hevði havt fyrru vakt
ina, vildi halda fram, tí veðrið
var so ringt, nógvur vindur
og høgar aldur.
Stórur brotasjógvur
Ein ella tveir tímar seinni
kom ein ordans brotasjógvur.
Skiparin sá ikki, hvat hendi,
tí hann var staddur í naviga
sjónsrúminum, men teir vóru
tríggir menn úti, og skipið fór
so langt undir í bakborð, at
teir fóru allir undir.
Tá ið skipið reisti seg
aftur, vóru tveir framvegis
innanborða, men tann triði
var fastur í mastrini, sum var
brotnað, vavdur inn í línur
og káplar. Mastur og maður
lógu í bakborð av skipinum.
Skiparin rópti allar menn
inar upp á dekkið, meðan tør
báðar kvinnurnar skuldu
vera niðri undir og taka sær
av samskiftinum. Orsøkin
var eisini, at onnur kvinnan
var dóttir skadda mannin.
Menninir greiddu frá í
sjórættinum, at beint eftir
sjógvin, sum teir fingu, hoyr
du teir ein rópa, hvar hin
maðurin var blivin av.
Stríddust hart
Teir stríddust leingi við at
fáa mannin leysan, men fyri
at fáa hann inn um lúnning
ina, máttu teir eisini toga
mastrina inn. Hvussu langa
tíð teir brúktu um hetta,
vistu teir ikki, tí eingin hevði
stundir at hyggja at klokku,
og ter høvdu mist metingina
um tíð. Ein segði eitt korter,
ein annar tveir tímar.
Tað var sera trupult at
fáa mannin inn, tí hann var
í nógvum klæðum, og tað
kom eingin reaksjón frá hon
um. Hann hevði heldur ikki
togað í vestin, tá ið hann fór
fyri borð.
Neyðugt var at skera eitt
pegtti av lúnningini fyri at
fáa mastur og mann inn.
Beinanvegin varð mað
urin borin innum, og farið
at geva manninum hjarta
massasju og andahjálp.
Eingin
kannaði,
um
maðurin andaði, og um puls
urin sló. Hann hevði onkrar
skeinur á høvdinum. Aðrar
skaðar sóu teir ikki.
Tá ið teir høvdu gjørt hetta
í tveir tímar, vóru teir greiðir
yvir, at maðurin var deyður.
Teir hildu kortini fram við
hesum, tí dóttir mannin var
við, og hon var púra frá sær
sjálvari. Teir hildu á, líka
til bjargingarmaðurin kom
umborð fleiir tímar seinni
og staðfesti, at maðurin var
deyður.
Ein annar maður var
nokkso illa skaddur, men
hann vildi ikki fara í tyrluna
tá. Tað var ikki fyrr enn
allir vóru komnir umborð á
Brimil, at tveir vórðu fluttir
við tyrlu í Vágar og haðani í
sjúkrabili til Havnar.
Fingu boð frá sær
Skipið hevði alla samskiftis
útgerð, men hon fekk skaða,
tá ið masturin brotnaði. Girið
til hjálpimotorin fór eisini.
Hjálpimotorurin hevði ikki
kunnað brúkst í tí ringa
veðrinum, segði skiparin.
Tað eydnaðist tó at senda
út neyðarkall.
Í sjórættinum tosaði skip
arin nógv um, hvussu vanda
mikið
bjargingararbeiðið
var. Royndir vórðu gjørdar
at seta fólk úr tyrlu niður á
skipið, men tað bar ikki til.
Tað eydnaðist tó at fáa ein
mann niður í ein gummibát
og haðani yvir til teirra. Sam
stundis lógu trolararnir hjá
teimum, um teir fingu sam
skift umvegis hesi skip.
Mistu ein góðan vin
Skiparin umbar frágreiðing
sína við, at hann hevði verið
leingi uppi í tí ringa veðri
num. Haraftrat segði hann,
at hann var hart sálarliga
ávirkaður av, at tann deyði
skipsfelagin, sum var stýri
maður, hevði verið vinur
hansara. Teir høvdu bara góð
minni um deyðga felagan.
So hvør sum menninir
vórðu avhoyrdir, fóru teir út
aftur. Eingin var sitandi inni
og hoyrdi hinar greiða frá.
Hini av manningini vóru við
í dómhúsinum, men eingin
teirra valdi at koma inn at
lurta.
Teir avhoyrdu nýttu høvi
at takka fyri bjargingina og
umsorganina.
Tað var polska sendistov
an í Danmark, sum bað um
sjófrágreiðingina, sum nú
verður reinskrivað og send
til sendistovuna.
Stríddust fyr
Veðrið var so ringt, at báturin
fór runt. Hóast teir vóru greiðir
yvir, at maðurin var deyður, hildu
teir fram við at geva honum
fyrstuhjálp, tí dóttir mannin
var frá sær sjálvari av sorg