mánadagur 10. september 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið týskland - føroyar 3-0
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Tá dysturin var av fríggjakvøldið,
royndi landsliðsvenjarin at fortelja
spælarunum sínum í føroyska um
klæðingarrúminum, at sjálvt um
tað ikki ber til at vera nøgdur við
eitt tap, so helt hann, at teir høvdu
gjørt alt, teir vóru mentir, og at tá
er tað eingin skomm at tapa fyri
einum liði, sum er betri.
Og tá so Lars Olsen løtu seinni
stóð uttanfyri og tosaði við før
oysku pressuna, ásannaði hann,
at Týskland var altso fleiri klassar
oman fyri føroyska liðið.
– Tað vistu vit eisini av framm
anundan. Miðvallarspælararnir hjá
okkum noyddust at renna nógv til
fánýtis, og tí møddust teir, so tá teir
endiliga høvdu bóltin, høvdu teir
ikki orkuna til at halda upp á bóltin,
so tað kanska skuldi bera til at fáa
tikið ferðina úr dystinum, segði
venjarin, ið ásannaði, at tað annars
gekk nøkulunda, sum roknast
kundi frammanundan.
– Eg má viðganga, at tað gekk
eitt sindur, sum eg var bangin
fyri, at tað fór at ganga, tí eg
hevði vónað, at tað fór at liggja
betur fyri hjá okkum at halda upp
á bóltin, enn tað í veruleikanum
gjørdi.
Kropsligur munur
Fleiri ferðir var vandi á ferð eftir
hornaspørk, og annað málið, sum
Týskland fekk smáar tíggju min
uttir inn í seinna hálvleik, kom
júst eftir eitt føroyskt hornaspark,
har týskararnir gjørdu skjótt av, so
tað brádliga leikaði á í hinum end
anum.
– Vit skulu hava ein mann í
meiriluta har afturi, og tað skulu
vit eisini, tá vit hava hornaspørk.
Men hóast tað snýr seg um at renna
aftur, tá vit missa bóltin, so var tað
ikki nóg mikið, hóast vit gjørdu
tað, tí týskararnir runnu bara tað
skjótari, so har kom líkasum tað
seinasta sekundið at resta í, sigur
Lars Olsen.
– At kreftirnar ikki rukku til í
hesum førunum, skyldast helst,
at vit brúktu tað mesta av okkara
kreftum uppá at verja okkum, og
tí var orkan ikki har, tá vit skuldu
royna at spæla okkum longur fram
á vøllin. Vit mugu bara ikki gloyma,
at týskararnir duga at spæla bóltin
runt, umframt at teir eisini duga
sera væl at spæla verjuspæl, tá
tað skal til. Ja, teir duga snøgt sagt
alt tað, sum skal til í fótbólti, og
kropsliga vóru teir væl og virðiliga
omaná, bæði í styrki og skjótleika.
Einki óvæntað
Neyvan er heilt rætt at siga, at hetta
er sveinaroyndin hjá Lars Olsen, tí
hetta er bara annar veruligi lands
dystur hansara í føroyska venjara
sessinum, og tað er neyvan heilt
rættvíst at døma hann eftir, hvussu
gingist hevur á útivølli ímóti Týsk
landi, tí tað eru tey fægstu, ið koma
frá einum slíkum dysti við skinn
inum á nøsini.
– Eg má tó siga, at eg eri sum
heild nøgdur við tað heila, nú
arbeiðið ordiliga er komið í gongd. Í
hesum dystinum sóu vit eisini teir
heilt ungu gera tað gott, og eitt nú
kom Klæmint A. Olsen inn og fekk
eina hóming av, hvussu tað er at
spæla ímóti teimum stóru, sigur
landsliðsvenjarin, ið var nøgdur við
fyrireikingarnar, sum hava verið
góðar, eins og tað eisini passaði
fínt, at týskararnir sum so ikki
gjørdu nakað, ið ikki var væntandi
frammanundan.
– Um vit hyggja at úrslitinum
sjálvum, so eri eg sjálvandi ikki
glaður fyri at tapa 3-0. Men tað, sum
eg allíkavæl iðri meg mest um, er at
teir skuldu fáa mál upp á skjótálop.
Ikki minst, tí vit høvdu tosað eitt
sindur um tað áðrenn, at júst til
skjóta umstilling eru týskararnir
millum teir allarbestu í heiminum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleiri klassar betri
Fótbóltur – Spælararnir gjørdu alt tað, teir megnaðu, og tá er tað eingin skomm at tapa
fyri einum liði, sum er betri. Týskland var fleiri klassar oman fyri føroyska liðið, men tað
vistu vit eisini av frammanundan, segði landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen
– Vit brúktu tað mesta av okkara kreftum uppá at verja okkum, og tí var orkan ikki har, tá vit skuldu royna
at spæla okkum longur fram á vøllin, staðfesti Lars Olsen eftir dystin í Hannover
Mynd: Hilmar Jan Hansen