mánadagur 10. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið týskland - føroyar 3-0
Hilmar Jan Hansen – Hannover
– Tað var ótrúliga gott at koma
væl í gongd. Eg fekk eina góða
bjarging beinanvegin, og tað
hjálpti til, so eg føldi, at eg var
ordiliga væl við, segði hann
eftir dystin, har hann millum
annað diskaði upp við einari
heilt stórari bjarging og fleiri
aftrat, ið ikki stóðu langt aftan
fyri.
Føroyski landsliðsmálverjin
segði, at teir undan dystinum
høvdu tosað um, at týskararnir
óivað fóru at leypa á beinan
vegin. – Tað gjørdu teir ikki
bara frá byrjan, men allan
dystin. Tað var imponerandi,
at teir bara kundu blíva við og
við, sigur Gunnar, sum var væl
nøgdur, nú hetta var hansara
fyrsti heili dystur í hálvtannað
ár:
– Eg veit, at fleiri feløg
hyggja at einum dysti sum
hesum, so hjá mær ráddi bara
um at gera tað gott, og eg haldi
eisini, at avrikið var í lagi. Eg
royni jú at finna mær eitt nýtt
felag, so vónandi hevur onkur
lagt merki til mín.
Fekk rós frá Boateng
Eftir dystin helt fyrrverandi
liðfelagin frá Manchester City,
Jerome Boateng, beina kós yvir
til Gunnar, so teir fingu heilsa
upp á hvønnannan, og tað end
aði eisini við, at teir skiftu um
troyggju.
– Gunnar spældi øgiliga væl
og hevði onkrar heimsklassa
bjargingar, so hann fekk hildið
Føroyum inni í dystinum, sigur
Boateng, sum síðani hevur skift
ensku Premier League út við
týsku Bundesliguna, tí hann
spælir nú í Bayern München.
– Hetta er ein torførur dyst
ur hjá Føroyum, tí vit eru eitt
sterkt lið, men spælararnir
hjá tykkum arbeiddu øgiliga
væl. Eg havi ikki sjálvur vant
so nógv saman við Gunnari, tí
hann var so nógv skaddur ta
tíðina, tá vit báðir vóru í City,
men nú sá eg so, hvussu góður
hann í veruleikanum er.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Tá tjúgu minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki, kom Hjalgrím
Elttør á vøllin, eins og hann gjørdi
tað 10 ár frammanundan. Men hó
ast hann hesa ferð fekk nakrar min
uttir fleiri enn síðst, kom ongantíð
nakar líka stórur kjansur aftur hesa
ferð.
– Tá eg fekk at vita, at eg ikki
skuldi byrja inni, so vónaði eg, at eg
kundi koma inn seinni í dystinum,
og tað kom eg so. Men tá vóru vit
longu aftanfyri 2-0, so eg royndi
ikki at hugsa so nógv um tað akk
urát ta løtuna, sigur Hjalgrím, ið
kom inn fyri Símun Samuelsen
og bleiv framrættaður miðvallari,
meðan Christian Lamhauge Holst
fór út í vinstru síðu.
– Her ráddi bara um at arbeiða
hart inni á miðvøllinum, tí teir vóru
øgiliga bólttryggir, so vit runnu fyri
tað nógva aftaná. Tað var øgiliga
trupult hjá okkum at koma fram
eftir vøllinum, tí teir eru so tekniskt
góðir spælarar.
Ta einu ferðina var um reppið, at
29 ára gamli klaksvíkingurin slapp
at uppliva eitt »dejavu«, men einki
spurdist burturúr allíkavæl, tá hann
rann seg í góða støðu úti í vinstru
síðu, men uttan at avgerandi send
ingin nakrantíð kom.
– Eg vónaði sjálvandi, at okkurt
skuldi spyrjast burturúr, men tað
bleiv tíverri ikki til nakað skot á
stongina og inn, sigur Hjalgrím, ið
annars ikki var nøgdur við, at fyrsti
dysturin í hesi undankappingini
skuldi enda við einum 3-0 tapi.
– Eingin er nøgdur við at tapa, og
av tí at okkurt av málunum bleiv í so
bíligt, vildi eg heldur verið nøgdur,
um vit taptu minni. Men vit kunnu
allíkavæl vera nøgdir við innsatsin í
hesum dystinum, sum var á útivølli
ímóti kanska klárt besta liðinum í
bólkinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Tann av útispælarunum á føroyska
liðnum, sum fríggjakvøldið mundi
standa sterkastur í myndini, var
uttan iva Oddmar Færø, sum spældi
ein branddyst í miðverjuni. Men
sjálvur hevur hann ikki so góðan
hug at tosa um tað:
– Eg haldi, at Gunnar var heilt
framúr og hevði nakrar heimsklassa
bjargingar. Vit vóru sum so undir
trýsti allan dystin, og 3-0 er so
tað. At tað ikki blivu fleiri mál, var
ikki so heilt galið, helt Odmar eftir
dystin.
– Teir eru tekniskt so heilt
ótrúliga væl fyri, at hvør einasta
sending liggur, har sum hon skal,
og teir gera bara alt rætt. Vit máttu
bara royna at fylgja við og vita, um
vit kundu fáa gjørt sum mest rætt.
Miðverjin
heldur,
at
í
álopspartinum var ikki nógv hjá
Føroyum at gera, tí spælararnir
vóru noyddir at renna so nógv aftan
á týskarunum, at tá tað kanska
kundu komið onkrir møguleikar
burturúr, var eingin orka til at taka
av, hóast plássið var til tað.
– Vit høvdu allir avtalað, at vit
skuldu geva okkum 100 prosent og
einki lata liggja eftir, og tað haldi
eg, at vit eisini gjørdu, segði Odmar
Færø.
hilmarjan@sosialurin.fo
Teir koyrdu runt við okkum
Gunnar Nielsen skiftir um troyggju við fyrrverandi
liðfelaga sín, Jérôme Boateng, eftir dystin
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Gunnar rós
frá Boateng
Fótbóltur Gunnar Nielsen, sum
fekk kjansin í føroyska málinum, tók
av, og hann má nú av álvara sigast
at vera komin fyri seg, eftir at hava
verið skaddur í hálvtannað ár
Hjalgrím Elttør roynir at fylgja bóltinum, so tað ikki skal eydnast
týska liðformanninum, Philipp Lahm, at snýta seg
Mynd: Hilmar Jan Hansen
10 ár seinni…
Fótbóltur Hjalgrím Elttør kom ta einu ferðina fríggjakvøldið
í eina rættiliga fría støðu, men av tí at hann ongantíð fekk
bóltin, spurdist einki »dejavu« burturúr í Hannover