mánadagur 10. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen – Hannover
Tá tað var komið eitt sindur út á
seinnapartin fríggjadagin, fór puls
urin spakuliga upp inni á frálíka
vertshúsinum,
Brauhaus
Ernst
August, sum liggur mitt í býnum í
Hannover, og sum – eins og fyri 10
árum síðani – var savningardepil
hjá føroysku fjepparunum, ið komu
við bussum til Týsklands.
Hvørja ferð ein nýggj sending
av fjepparum kom, kom róp
í, so tað rungaði eftirí í allari
Schmiedestraße. Men allíkavæl fór
alt hampuliga og friðarliga fram,
og politistarnir, sum sótu í ein
um myrkabláum rugbreyði hálvt
hundrað metrar frá vetshúsinum
og eygleiddu góða hýrin, kundu
fyri tað fingið sær ein blund, tí her
var tann beri gangur – men annars
friður.
Jú, byrjanin hjá fjepparunum
var góð, og tað skuldi bara gerast
enn betri. Teinurin til AWD Arena,
har dysturin skuldi spælast, var ikki
longri enn so, at ein føroysk skrúð
gonga fór syngjandi og rópandi
avstað, og allastaðni stegðaðu ov
farnir týskarar upp og gløddu at
føroyingunum, sum høvdu teir
ikki sæð ordiligar fjepparar har um
leiðir fyrr.
Onkur teirra kanska læt tank
arnar leita 10 ár aftur í tíðina, tí
ta ferðina var talan um reinan
uppvísning á føroysku áskoðara
plássunum, umframt at liðið á
vøllinum eisini gjørdi tað framúr
skarandi. So mikið væl eydnaðist
tá hjá fjepparum og spælarum
oktoberkvøldið í 2002, at týska
fjøldin ýldi og bríkslaði eftir sínum
egnu, men klappaði fyri og fagnaði
føroyingunum.
Karaoke-tjóðsangur
Hóast vit fjølmiðlafólk vóru borin
á lógvum av týsku fyriskiparunum,
sum eisini fingu greitt onkra fløkju
í evstu løtu við einum brosi, var
ikki sørt, at ein fekk skálkin við tí
ólukkudýrinum, ið skuldi eitast
fyri at standa fyri ljóðtøkni og vali
av tónleiki, tá tjóðsangirnir vóru á
skránni.
Tá um okkara egna tjóðsang
umrøður, er og verður framvegis
galdandi, at tann sál og tann andi,
sum hoyrist í avgomlu upptøkuni
í turkihúsinum á Skála, ikki kann
endurskapast,
so
gásarholdið
verður tað sama. Í øllum førum
fingu vit í Hannover fríggjakvøldið
staðfest, at slíkt skal ikki pilkast við
– og vónandi hevur eingin smartur
fýrur í FSF-húsinum havt ein fingur
við í spælinum!
Føroysku fjeppararnir høvdu væl
og virðiliga hitað sær røddirnar upp
og vóru 120 prosent klárir at syngja
fyrsta vers av »Tú alfagra land mítt«.
Men tá uppsparda orkan skuldi
leggjast í tjóðsangin, streymaði
ein láturlig karaoke-útgáva upp á
speed út úr týsku hátalarunum, og
í besta Michael Schumacher-stíli
drønaði tónleikurin langt undan
sanginum, so tað gjørdist heilt pín
ligt at uppliva.
Bara hetta var í sjálvum sær so
smakkleyst og vánaligt, at vit pass
andi kundu hevnt tað, tá Týskland
kemur higar at spæla. Vit kundu
kanska fingið Johan í Kollafirði
ella Swangah Dangah at rappað
fyri, meðan týskararnir kundu
sloppið at haltað aftan á »die dritte
Strophe«, sum í mun til okkara tjóð
sang er triðja vers í teirra – tí fyrsta
og annað vers eru bannlýst og ikki
mugu syngjast longur…
Er tað veruliga so, at onkur hevur
tikið Jógvan við Keldu upp á orðið
og hevur gjørt eina uppskrúvaða
útgávu av tjóðsanginum, so er at
stíga fram og taka ábyrgdina av
tí. Hetta var ræðuligt og eigur ikki
at endurtaka seg, so til komandi
útidystir eiga fólkini frá Fótbólts
sambandinum at hava bæði geymar,
fløgur og alt møguligt annað við
røttu útgávuni av tónleikinum til
okkara tjóðsang!
A-landsliðið týskland - føroyar 3-0
Føroysku fjeppa
Fótbóltur Tað kann gott vera, at týsku
spælararnir vóru betri enn teir føroysku,
men av teimum 32.769 áskoðarunum
vóru tað teir føroysku, ið skaraðu framúr.
Enn eina ferð vunnu Føroyar dystin
uttan fyri vøllin, og ynskiligt hevði verið,
at vit umsíður fóru at taka líka væl á
við okkara monnum á heimavølli, sum
vit ferð eftir ferð gera tað á útivølli
Enn eina ferð vunnu føroysku áskoðararnir dystin uttan fyri hvítu
strikurnar, og bæði róp og sangur hoyrdust kring allan leikvøllin
Myndir: Hilmar Jan Hansen