Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Ofraðu seg fult út Alt hetta vísti seg tó tíbetur ikki at fáa nakra óhepna ávirkan á før­ oyska innsatsin – hvørki á vøllinum ella uttanfyri. Føroysku fjepp­ ararnir koyrdu á og inni á vøllinum vóru føroysku spælararnir topp­ tendr­aðir og fyrsta hálva tíman tveittu teir seg við góðum úrsliti fyri alt, ið bara kundi líkst eini týskari atsókn. Her sóu vit eitt føroyskt landslið, ið ofraði seg fult út fyri sakini, tí tað er einasti mátin, tá tú inn­ast inni veitst, at á pappírinum eru týskararnir favorittar í tólv av hvørjum tíggju førum… Og tá talan so bleiv um veru­ ligar skotroyndir, ið sluppu ígjøgn­ um føroysku barrikadurnar, var Gunnar Nielsen tryggur sum aft­ asti skansin við eini røð av meira og eitt sinur meira fantastiskum bjargingum. Hann fekk staðfest við fimm tumma seymi, at hann ikki bara er ein framtíðar maður í før­oyska málinum, men at hann fríggja­kvøldið allarhelst longu ognar­tók málið, soleiðis sum hann í løtum spældi í sonnum heims­ klassa! Framman fyri hann runnu bæði verja, miðvøllur og sjálvt álopið sólina svarta, og hóast eingin í 28. minutti ordiliga fann útav, hvat Mario Götze var úti uppá, fyrr enn ov seint var, so hildu føroyingarnir fram við at stríðast og kempa. Og áskoðararnir játtaðu ferð eftir ferð sína turkatrúgv og fylgdu sínum monn­um á vøllinum og eggjaðu teimum til. Undan týska leiðslumálinum var føroyska verjuspælið vinnarin, og satt at siga, so var tað bara mexikanska bylgjan uttan fyri vøllin, sum týskararnir ordiliga fingu at rigga. Og á vøllinum rigg­ aði einki, fyrr enn Mesut Özil gavst við at skjóta í blindum og í stað­in tók seg eitt sindur longur aftur, so hann kundi dirigerað »Die Nationalelf« uttan um teir boðar og tey sker, føroyska liðið streiddi um seg á vøllinum. Og at enda átti hann sein­asta fótin á hinum báðum mál­ unum, ið fullførdu 3-0 sigurin. Vinna til síðst! Sæð við føroyskum eygum, var av sonnum talan um eina fantastiska heild, ið stóð saman ímóti sterka yvirvaldinum, tí tað munnu vera tey fægstu, ið vænta sær nakað sum helst burtur úr einum dysti á útivølli ímóti Týsklandi, ið saman­ lagt man vera heimsins sterkasta fótbóltstjóð ígjøgnum tíðirnar. Og hóast tað ikki bleiv til tað stóra spælið á týsku hálvuni, burtursæð frá fyrstu trimum minuttunum, tá vit lógu framvið einar tvær ella tríggj­ar ferðir, áðrenn týskararnir høvdu fingið fíninnstillað sær verju­spælið. Tað tað ráddi um at fáa okkurt álop og onkra atsókn í lag, var orkan ikki ordiliga til tað, tí tað krevur so sanniliga sítt, tá føroyskir amatørar skulu taka dystin upp við týsku millióningarnar, ið ikki gera annað enn spæla fótbólt, hugsa fótbólt og liva fótbólt. Í einum slíkum ketli slepst ikki undan, at bæði temjingar og taklingar kundu verið betri, men øðrvísi fær tað helst heldur ikki verið, til vit hava funnið olju… Gloyma vit fúla kiksaran við tjóðsangi okkara, so skerst ikki burtur, at karmarnir um dystin vóru teir allarbestu, og fáir leik­ vallir kring heimin munnu vera deilig­ari enn AWD Arena, sum út í fingra­spíssarnar er snikkaraskorin til fótbóltsupplivingar sum hesar. Føroysku spælararnir síggja út til at trívast har, og tað gera føroysku fjeppararnir so sanniliga eisini. Og tað er altso stuttligt at kunna staðfesta, at av teimum tilsamans 32.769 áskoðarunum fríggjakvøldið, vóru tað teir 5-600 føroysku, ið hoyrdust nógv best – og longst. Vit mugu bara ásanna, at fót­ bóltur er eitt spæl, har ellivu eru ímóti ellivu og bólturin rundur – og føroysku fjeppararnir vinna til síðst! hilmarjan@sosialurin.fo A-landsliðið týskland - føroyar 3-0 ararnir vunnu Fróði Benjaminsen fer avstað við bóltinum, eftir at hann hevur vunnið kropsduellina ímóti Mario Götze Pól Jóhannus Justinussen dystast í týska brotsteiginum við Holger Badstube og Mats Hummels, meðan Christian Lamhauge Holst fylgir við aftanfyri Myndir: Hilmar Jan Hansen