mánadagur 10. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
A-landsliðið týskland - føroyar 3-0
Tróndur Arge – Hannover
1 Gunnar Nielsen
★★★★★★
Gunnar Nielsen er aftur. Tað fingu
vit staðfest í Hannover. Longu tíð
liga í dystinum ger hann eina bjarg
ing í heimsflokki. Í fyrra hálvleiki
mundi hann lena seg upp ímóti
seks stjørnum. Orsøkin til at hann
fær fimm er, at útspørkini og mál
spørkini ikki vóru so neyv, sum tey
kunnu verða. Umframt, at hann ikki
fekk nevan á einar tvær ferðir tá
hann kom út í samband við innlegg
og hornaspørk. Dagsins leikari sam
an við øðrum miðverjanum.
2 Jónas Tór Næs
★★★★★★
Spældi ein góðan dyst í sera truplum
umstøðum. Hann stóð yvirfyri
nøkrum av heimsins bestu vong
leikaraum. Lága tyngdarpunktið
og knappuvendingarnar gjørdu, at
hann fleiri ferðir megnaði at verja
væl fyri, tá aðrir ikki megnaðu tað
sama.
4 Rógvi Baldvinsson
★★★★★★
Fekk gult kort longu tíðliga í
dystinum og trupulleikar vóru í
samskiftinum millum hann og teir á
miðvøllinum í fyrra hálvleiki. Hevði
onkrar minni hepnar avleveringar,
men kom annars góðkent frá
dystunum.
5 Odmar Færø
★★★★★★
Spældi ein branddyst í miðverjuni
og átti fleiri ferðir avgerandi fótin
ella høvdið á, tá týskararnir blivu
steðgaðir. Nógvu tímarnir í Yndi
síggjast aftur og Mesut Ozil hevði
ongan annan møguleika enn at býta
um troyggju við múrin í verjuni.
Teir vóru bestu menn á vøllinum
fyri hvør sítt lið. Tað var lítið og
einki, sum skilti hann frá Gunnari
til at verða dagsinsleikari.
3 Pól Jóhannus Justinussen
★★★★★★
Kom ikki til sín rætt, sum í onkrum
av hinum landsdystinum. Slapp
sjáldan at brúka sína rástyrkju í
verjuni, tí tað vóru kviku týskarnir
ov skjótir til. Datt heldur ikki niður
í millum, men eitt nú málspørkini
sóu ikki út til at verða sparkaði eftir
honum og har hevði hann kunna
gjørt munin.
7 Fróði Benjaminsen
★★★★★★
Hevði ein av sínum slakastu dyst
inum í nýggjari tíð, men mótstøðan
gjørdi tað eisini óhugnaliga torført
at gera nakað. Fróði hevur mangan
verði drúgvur á miðvøllinum og
vunnið nógvar bóltar, men týski
spælistílurin gjørdi tað torført hjá
honum at gera nakað. Royndi at
stýra og tosa við eitt nú verjuna.
8 Hallur Hansson
★★★★★★
Ongin ivi er um evnini hjá miðvall
aranum, sum nú fer til AaB í bestu
donsku deildini at royna seg, men
í Hannover riggaði ikki alt. Hann
hevði ein góða møguelika tíðliga í
dystinum, men sum dysturin gekk,
so var týska mótstøðan ov sterk
fyri unga miðvallarin. Misti bóltin í
ótrýstari støðu til 3-0 málið, og sum
heild gekk illa at fáa flutt bóltin til
ein av viðleikarunum. Hann er eina
risa roynd ríkari og kemur heilt víst
at verða ein lyklaleikari á landslið
num við tíðini, men fær bara 2 av
seks stjørnum hesaferð.
10 Christian L. Holst
★★★★★★
Var triðjbesti maðurin hjá okkum.
Bóltførleikin og evni til at taka
rættar avgerðir komu til sjóndar á
AWD leikvøllinum fríggjakvøldið.
Arbeiðssamur, men tóktist sera
troyttur móti endanum. Hevði
eina skotroynd, har hann kundi
havt bíða í tvey sekund og so
vóru vit í eini betri støðu við fleiri
spælimøguleikum. Tryggjaði eisini
Phillip Lahm eitt gult kort við góð
ari dribbling í fyrra hálvleiki.
9 Símun Samuelsen
★★★★★★
Ferðin ger, at Símun altíð er eitt
vandamikið vápn hjá okkum. Í
fyrra hálvleiki var hann um reppið
at gerast leysur móti málinum tvær
ferðir, men avleveringar komu antin
ikki fram ella lógu ikki heilt neyvt.
Bóltførleikin, styrkin og orkan er
ikki tann sama, sum tá hann spældi
í Íslandi. Kundi havt spælt Jóan
Símun leysan í skjótálopi í seinna
hálvleiki, men tók eitt trek afturat.
6 Daniel Udsen
★★★★★★
Var nokk tann leikarin, ið kom ring
ast frá síni uppgávu. Megnaði ikki
at røkka sama stiginum, sum í dyst
inum móti Íslandi. Misti fleiri ferðir
sín mann, tá miðvallarnir runnu
aftur um okkara verju. Fekk lítið
burtur úr við bóltinum, men spældi
seg upp stutt fyri hálvleik og vann
okkum eitt gott horna. Bleiv skiftur
út í hálvleikinum.
11 Jóan Símun Edmundsson
★★★★★★
Hevði ótrúliga ringar arbeiðsum
støður, men hevur fyrr staðið seg
betri undir líknandi umstøðum.
Virkaði ikki topptunaður og ágrýtin
nokk. Var torført hjá honum vinna
nakað í luftinum móti næstan tveir
metra høga Per Mertesacker. Spældi
seg upp í seinna hálvleiki og byrjaði
at steðga týska uppspælinum við
ágrýtnum rennignum og taklingum,
umframt at fáa fatur á bóltinum
fleiri ferðir og spæla hann víðari.
Kann meiri enn hann vísti, men
vónandi ger spælitíðin í Federicia
munin.
14 Súni Olsen (➤45.)
★★★★★★
Kom inn fyri Daniel Udsen á høgra
kant. Er ikki kantspælari, men
hevur góðar avlevering og inn
legg, sum helst var ætlanin at hann
skuldi gera sær dalt av. Fekk tó sjáld
an bóltin í góðum støðum og datt av
tí sama eitt sindur niður í millum.
Skjeyt eitt vánaligt hornaspark,
sum setti gongd í málið til 2-0.
17 Hjalgrím Elttør (➤65.)
★★★★★★
Kom inn, men megnaði ongantíð
at seta dám á dystin. Spældi fram
rættaður á miðvøllinum og hevði
eina renning, sum hevði endað við
einum góðum møguleika, um Jóan
Símun hevði spælt hann rætt.
18 Klæmint Olsen (➤85.)
Kom inn fyri Jóan Símun fimm
minuttir fyri tíð í álopinum. Var
ágrýtin og bjóðaði av í luftini og
gjørdi tað hann kundi.
Lars Olsen
★★★★★★
Tað var ikki hissini uppgáva, ið Lars
Olsen byrjaði HM undankappingina
við. Tað er ilt at ímynda sær nakað
annað landslið, sum vit hava spælt
ímóti, ið hevur verið so nær elituni
í heiminum, sum Týskland hesa
ferð.
Lars Olsen var sjálvur liðskipari,
tá Danmark vann EM gull í Svøríki
móti týsku yvirmaktini. Tí var tað
ikki so upphissandi at hoyra hann
bara tosa um at minimera tap, og
hvussu torfør uppgávan var.
Hann skuldi sagt, at hetta var
okkara møguleiki at vísa okkum
móti teimum bestu í heiminum og
eins í 92, so hevði han ongar planir
um at leggja kongin. Okkurt líkn
andi hevði ljóðað betri og kanska
eisini fylt leikararnar við meiri
trúgv upp á seg sjálvar.
Tað er væl skiljandi, at Lars Olsen
líka skal venja seg við leiklutin sum
føroyskur landsliðsvenjari, men
føroyskur
landsliðsfótbóltur
er
komin forbí, at altíð skula greiða
frá hvussu góðir hinir eru í mun til
okkum.
Taktista uppleggið minti nógv
um tað í Íslandi. Bara Gunnar
Nielsen var nýggjur í uppstillingi.
Eftir avrikinum at døma, so var
tað ein góða avgerð at trúgva upp á
Gunnar, sjálvt um hann ikki hevur
dystarvenjing. Harvið ikki sagt, at
Jákup Mikkelsen ikki kundi verið
ein eins røtt avgerð at tikið.
Tvær ferðir í fyrra hálvleiki eru
vit um at fáa mál móti okkum eftir
at vit hava havt deyðbóltsstøður í
teirra hálvu. Uppsetingin bleiv ikki
broytt í hálvleikinum og tað endaði
við, at Týskland skoraði eftir eitt
hornaspark hjá okkum.
Avrikið hjá nýggja landsliðsvenj
aranum í fyrsta dystinum, var beint
undir miðal, sum var spældir undir
óhugnaliga torførum umtøðum,
umframt at eitt nú miðverjan var
spildurnýggj.
Leikarametingar...
Gunnar Nielsen djúpt konsentreraður
undir dystinum í Hannover fríggjakvøldið,
har hann hevði fleiri góðar bjargingar
– og enntá onkra í heimsklassa
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Føroysku spælararnir takkaðu
eftir dystin sínum fantastisku
fjepparum fyri stuðulin
Mynd: Hilmar Jan Hansen