mánadagur 10. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Hannover
Tað er ringt at verða ónøgdur við
eitt 3-0 tap móti eini so sterkari
fótbóltstjóð sum Týsklandi. Liðið
spælir spanskt-kendan fótbólt og
tað hevur føroyska landsliðið søgu
ligt havt stórar trupulleikar av.
Kvika spælið og nógvu flytingar
nar gjørdu umstøður hjá okkara at
fáa bóltin óvanliga torførar. Flestu
metarnir hava verið brúktir at
renna aftaná bóltinum, heldur
enn við bóltinum. Spurningurin
er um vit nakrantíð hava møtt eini
sterkari fótbóltstjóð enn Týskland
er í dag. Vit hava møtt Italia sum
heimsmeistara, og Fraklandi sum
varaheimsmeistara, men hvørki
tóktist verða sterkari enn Týskland
er í dag.
Fyrri hálvleikur
Føroyska liðið kom ikki undir tað
heilt stóra trýstið, men tað verður
skjótt greitt, at okkara ikki koma at
hava bóltin nógv. Bóltflytingarnar
hjá týskarunum vóru nógvar, og
renningarnar hjá teimum, sum ikki
hava bóltin, eru neyvt trenaðar fyri
at bróta upp verjuna hjá okkum.
Í miðverjuni varð ruddað væl
vekk, men tað var ikki altíð sann
førandi, tá okkara skulu antin
skifta mann at dekka, ella fylgja
renninginum.
Á miðvøllinum komu hvørki
Hallur
Hansson
ella
Froði
Benjaminsen eins væl frá byrjan,
sum vit kundu hugsað at teir
gjørdu. Fróði megnaði ikki at seta
seg ígjøgnum, men Hallur Hansson
misti onkrar bóltar. Longur frammi
gekk eitt sindur betri hjá Christiani
Lamhauge Holst, sum megnaði at
vinna eitt fríspark, sum gav gult
kort til týska liðskiparan, Phillip
Lahm.
Daniel Udsen megnaði fleiri
ferðir ikki at fylgja sínum manni, tá
týskarnir komu í gjøgnum í teirra
vinstru síðu. Kom tó væl við móti
endanum, tá hann millum annað
vann okkum eitt hornaspark.
Símun Samuelsen hevði nakrar
góðar renningar og mundi eina ella
tvær ferðir blivi leysur móti mál
manninum.
Jóan Símun Edmundsson er
ikki í dystarvenjing og tað sást á
AWD Stadium í fyrra hálvleiki.
Hann megnaði lítið og einki av tí,
sum hann fyrr hevur víst, men ar
beiðsumstøðunar vóru eisini sera
torførar.
Seinni hálvleikur
Súni Olsen kom inn á hogra vong
fyri Daniel Udsen, men kom ongan
tíð inn í dystin. Við støðuni 1-0, livir
vónin um javnleikin altíð. Tað skal
bara ein deyðbóltsstøða til, so er
javnleikur. Tað var júst tað vit fingu,
men løgdu ov nógv fyri.
Tað endaði við Mesut Özil aftaná
sjey flytingar kundi leggja bóltin
í málið til 2-0. Tað tók luftina úr
vónini og eitt sindur úr týska spæl
inum.
Eftir hetta kom ein maður sum
Jóan Símun betri við og tað hjálpi
upp á trýstið á verjuna hjá okkum.
Tað eydnaðist ongantíð at fáa
tað besta burtur úr Súna Olsen,
meðan Símun Samuelsen hevði
onkra góða rennin á vinstra kanti.
Tað sást eisini í seinna hálvleiki,
at orkan gjørdi um seg. Okkara
munnu sjáldan hava runnið meiri
eftir bóltinum enn teir gjørdu
fríggjakvøldið.
Alt í alt eitt akkurát góðkent
avrik, men vóru okkara eitt vet
skarpari, so var munurin upp aftur
minni.
trondur@sosialurin.fo
Týskland - Føroyar í tølum
19(9)
Skot (á Mál)
2(2)
5
Gjørd fríspørk
10
14
Hornaspørk
2
4
Rangstøður
0
70%
Spælbýti
30%
1
Gul kort
1
0
Reyð kort
0
3
Bjargingar
13
(www.soccernet.com - The Guardian)
A-landsliðið týskland - føroyar 3-0
Týskland - Føroyar 3-0 (1-0)
1-0 Mario Gotze, 28
2-0 Mesut Özil, 54
3-0 Mesut Özil, 71
Dómari: Bobby Maden
Týskland: Manuel Neuer - Philipp Lahm, Per Mertesacker, Mats Hummels, Holger Badstuber - Sami Khedira, Mesut
Özil - Mario Götze (Julian Draxler, 87.min), Marco Reus, Thomas Müller (Andre Schürrle, 68.min) - Miroslav Klose
(Lukas Podolski, 75.min)
Føroyar: Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Pól Johannus Justinussen - Daniel Udsen
(Súni Olsen, 45.min), Fródi Benjaminsen, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen (Hjalgrím
Elttør, 65.min) - Jóan Símun Edmundsson (Klæmint Olsen, 85.min)
Akkurát góðkent
Fótbóltur Tá
allar umstøðurnar
eru íroknaðar, so er
heildarmetignin av
dystinum í Týsklandi,
at avrikið er akkurát
góðkent. Talan
gjørdist ongantíð um
eina endurtøku av
dystinum í 2002, til
tað vóru týskarnir
alt ov sterkir
Odmar Færø hevur – sum so mangan undir dystinum –
tamarhald á støðuni, og her spælir hann bóltin víðari,
áðrenn Lukas Podolski fær fatur á honum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Bólturin gongur leysur í føroyska brotsteiginum, men okkara
spælarar eru vælmannaðir, so vandi ikki stendst av tí
Mynd: Álvur Haraldsen
Símun Samuelsen rennur undan
Per Mertesacker við bóltinum
Mynd: Álvur Haraldsen