mánadagur 10. september 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
1. deild menn
Jóannes Hansen
Leygardagin varð tað endaliga
staðfest, sum leingi hevur verið
greitt. 07 Vestur flytir upp í bestu
deildina, og vágaliðið ger tað við
manér. Tvey umfør undan kapp
ingarenda eru bæði uppflytingin
og gullið komið til høldar.
Hetta er triðja ferðin, at 07
Vestur hevur vunnið næstbestu
deildina og harvið uppflyting.
Fyrru ferðirnar vóru í 2008 og í
2010. Báðu ferðirnar var steðgurin í
fremstu røð eitt ár. At flyta millum
næstbestu og bestu deildina hevur
verið lagið, síðani teir har vesturi
valdu at kasta saman.
Í 1994 flutti FS Vágar upp í bestu
deildina, og 1995 var higartil besta
árið í nýggjari tíð hjá vágamonnum.
Tá endaði FS Vágar á sætta plássi í
bestu deildini. Øll árini síðani hava
FS Vágar og FS Vágar 2004 og síðani
07 Vestur ferðast ímillum tvær tær
bestu deildirnar.
Tað var ikki fyrrenn í síðstu viku,
at uppflytingin í hesum umfarinum
varð veruleiki. Tí sigur tað seg sjálvt,
at felagið ikki enn hevur almanna
kunngjørt, hvørjar ætlanir eru at
brynja seg til næsta kappingarár.
Men liðformaðurin, toppskjúttin
og mest royndi 07 Vestur spælarin,
31 ára gamli Tór-Ingar Akselsen, er
ikki í iva, hvør vegur er tann besti
at fara:
– Vit eiga fyrst og fremst at dúva
upp á teir, sum eru uppvaksnir her
vesturi. At hava nógvar fremm
andar á liðnum hevur ikki víst seg
at vera haldgóð loysn. Tað sigur
seg eisini sjálvt, at áhugin millum
teir ungu spælararnar og eisini við
haldsfólkini verður størri, tá ið tað
eru okkara egnu, sum spæla.
Men heldur tú, at tit eru nóg væl
fyri at standa tykkum í bestu deild
ini við fólkinum, sum nú hevur
vunnið 1. deild?
– Eg haldi, at vit hava eitt gott
lið. Trupulleikin er, at hópurin ikki
er so breiður. Ungu menninir fara
at mennast uppaftur meiri, men
ivaleyst verður neyðugt við onkrum
einstøkum stuðli aðra staðni frá.
Eitt nú er tað óvist, hvussu tað
verður við málverjanum, greiðir
Tór-Ingar Akselsen frá.
Einki at ivast í
07 Vestur hevur verið besta liðið
í næstbestu deildini í ár. Tað siga
tølini, og leygardagin var heldur
eingin ivi. Á Svangaskarði vunnu
vágamenn 4-1 á teimum næstbestu
hjá B68.
Merkisvert var tað, at øll fýra
07 Vestur málini vórðu skorað upp
á langskot, og at tað vóru veteran
arnir á liðnum – Jovan Panic og Tór-
Ingar Akselsen – sum skoraðu tvær
ferðir í part. Tað tykist vera eitt
sindur ymiskt, hvussu dómararnir
skráseta mál. Tvey tey síðstu málini
í hesum dystinum eru skrásett sum
sjálvmál, tí bólturin tók í verju
spælara og broytti kós.
Framvegis spennandi
Tað er framvegis spenningur um,
um tað verður AB ella Skála, sum
skal flyta upp saman við 07 Vestur.
AB er á næstfremsta plássinum,
og AB vann leygardagin 2-0 í
Runavík. Hóast leikliga yvirvág,
so var tað striltið í 1. hálvleiki,
sum endaði málleysur. Tíðliga í 2.
hálvleiki setti Leivur H. Joensen
hol á við stútara eftir hornasparks
innlegg, og tá ið stórt korter var
eftir, staðfesti Hørður M. Mohr AB
sigurin.
Hjá Skála var eingin slingur í
valsinum. B71 vitjaði á Skála leygar
dagin, og sandoyingar fóru suður
aftur við 5-2 tapi.Stórt korter var
farið, tá ið Ólavur Mikkelsen setti
hol á við brotssparki, og so gekk
tað skjótt. Tá ið teir fóru at hvíla
seg, var støðan 3-0, og Skála var
frammanfyri við fýra málum,
áðrenn sandoyingar svaraðu aftur
fyrru ferðina.
HB hevur við einstakum undan
taki leingi verið sera sannførandi, og
tað hevur borið liðið fram á fjórða
plássið. Leygarkvøldið eydnaðist
tað EB/Streymi á heimavølli at
vinna eitt stig frá HB, sum var væl
mannað og tvær ferðir var á odda.
Úrslitið var 2-2.
Víkingur og KÍ stríðast um fimta
plássið. Leygardagin vitjaði KÍ í
Leirvík, har heimaliðið vann 3-0, og
harvið er Víkingur á fimta plássi.
Tað resta tvey umfør, og tað er
greitt, at NSÍ og B68 flyta niður.
Heimafólkið verður álitið
B68 - 07V 1-4 (1-1)
0-1: Jovan Radinovic-Panic 33.
1-1: sjálvmál 39.
1-2: Tór-Ingar Akselsen 48.
1-3: sjálvmál 56.
1-4: sjálvmál 63.
NSÍ - AB 0-2 (0-0)
0-1: Leivur H. Joensen 53.
0-2: Hørður M. Mohr 71.
EB/Str - HB 2-2 (1-2)
0-1: Kristin R. Mouritsen 3.
1-1: Jónstein Magnussen 5.
1-2: Tróndur Jensen 40.
2-2: Allan J. Hansen 55.
Skála - B71 5-2 (3-0)
1-0: Ólavur Mikkelsen br 17.
2-0: Brian Jacobsen 22.
3-0: Karstin Justesen 35.
4-0: Brian Jacobsen 67.
4-1: Sverri Dalsgaard 74.
5-1: Karstin Justesen 77.
5-2: Marcus Klementsen 89.
Víkingur - KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Sverri Jacobsen 19.
2-0: Heðin Hansen 53.
3-0: Sverri Jacobsen br 86.
Reytt kort: Gunnar Christiansen, KÍ, 68. (2 gul)
26. umfar
leygardagin 15. september
07 Vestur - B71
AB - EB/Streymur
KÍ - Skála
HB - NSÍ
Víkingur - B68
27. umfar
leygardagin 22. september
Skála - 07 Vestur
B71 - AB
B68 - HB
EB/Streymur - Víkingur
NSÍ - KÍ
Fótbóltur Nú 07 Vestur skal gera enn eina roynd at standa seg í bestu deildini, heldur liðformaðurin
tað vera skilabest, at tað fyrst og fremst verða teir, ið búgva har vesturi, sum eiga at manna liðið
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 07 Vestur
25
20
2
3
64
19
+45
62
2 AB
25
18
1
6
74
23
+51
55
3 Skála
25
16
6
3
57
25
+32
54
4 HB II
25
12
5
8
44
33
+11
41
5 Víkingur II
25
10
3
12
50
50
0
33
6 KÍ II
25
10
2
13
53
56
-3
32
7 B71
25
8
3
14
47
66
-19
27
8 EB/Streymur II
25
7
6
12
34
55
-21
27
9 NSÍ II
25
4
2
19
29
77
-48
14
10 B68 II
25
4
2
19
27
75
-48
14
07 Vestur hevur verið besta liðið í næstbestu deildini í ár. Tað siga tølini, og leygardagin var
heldur eingin ivi. Á Svangaskarði vunnu vágamenn 4-1 á teimum næstbestu hjá B68
Savnsmynd: Álvur Haraldsen