mánadagur 10. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin upptakt 23. umfar
Jóannes Hansen
Altjóða avbjóðingin er av á hesum
sinni. Eftir at føroysku spælararnir
fríggjakvøldið vóru í øgiligari av
bjóðing niðri í Týsklandi, verður
dagsskráin
mikukvøldið
meiri
vanlig og kend, tí tá er 23. umfar
í
heimligu
landskappingini
á
skránni.
Hetta landsliðsumfarið fevnir
annars eisini um dystir í hesi vik
uni. Eitt nú skal Týskland spæla á
útivølli ímóti Eysturríki. Teir báðir
dystirnir, sum Føroyar eiga á í
heyst, verða ikki fyrr enn í oktober,
og tí verður umfarið í landskapp
ingini, sum orsaka av landsdyst
inum fríggjakvøldið, ikki varð
spælt í vikuskiftinum, á skránni
mikukvøldið.
Fimm umfør og harvið fimtan
stig eru eftir at kappast um, áðrenn
endaliga fasittið fyri 2012 verður
gjørt upp leygardagin 6. oktober.
Tað eru fimtan stig frá odda
liðnum EB/Streymi og niður á sætta
plássið, sum meistararnir í B36 eru
á. Møguleikarnir hjá B36 at vinna
FM eru langt síðani foknir, og hóast
HB á fimta plássi hevur 35 stig og
harvið ikki er meiri enn tíggju stig
frá toppliðnum, so verður roknað
við, at FM møguleikin hjá HB varð
blástur burtur í vindinum við
Margáir næstsíðsta sunnudag, tá ið
tað eydnaðist EB/Streymi at koma
seg og vinna 3-2, eftir at HB hevði
verið frammanfyri við tveimum
málum.
EB/Streymur hevur 45 stig, og ÍF
hevur 43 stig. Tað eru fimm stig frá
oddaliðnum og aftur til KÍ og Víking,
men í fyrstu atløgu má roknast við,
at FM stríðið er tvíkapping millum
teir í Sundalagnum og fuglfirð
ingar.
Felags fyri báðar FM kandidat
arnar er, at liðini mikukvøldið
skulu spæla á útivølli. EB/Streymur
skal vitja meistaraliðið B36 í
Gundadali, og ÍF verður partur av
grannauppgerð í Sarpugerði ímóti
Víkingi.
Tað er eisini felags fyri FM
kandidatarnar báðar, at teir í
fyrru royndini á útivølli ímóti
mótsstøðuliðunum
mikukvøldið
vunnu fulla úrtøku. EB/Streymur
vann 2-1 ímóti B36 í Gundadali, og ÍF
gjørdi rættuliga bart í Sarpugerði,
har úrslitið var 4-1 til fuglfirðingar!
Á toppinum og á botni
At EB/Streymur er oddalið í lands
kappingini kemst ikki minst av, at
tað hevur gingið so væl nógvu tær
seinastu ferðirnar – burtursæð frá
at tað kiksaði í steypafinaluni. Í sjey
umførum á rað í landskappingini er
EB/Streymur farin av vøllinum við
úrtøku. Fýra ferðir hevur talan verið
um fulla úrtøku, og tríggjar ferðir
hevur tað verið javnt. Úrtøkan hev
ur tískil verið 15 stig.
Hjá B36 hevur tað ikki roynst
so væl. Burtur úr sjey teimum
seinastu ferðunum hevur úrtøkan
verið ellivu stig – tríggir sigrar og
tveir javnleikir og tvey tap. Tað
er serliga merkisvert, hvussu lítið
árstalsfelagið hevur fingið burtur
úr í Gundadali í ár. Trettan ferðir
hevur Gundadalur verið karmur
um landskappingardystir hjá B36,
og bara fimm ferðir hevur tað eydn
ast at vinna. Tvær ferðir hevur verið
javnt, og seks ferðir er mótstøðu
liðið farið við øllum, eitt nú táið EB/
Streymur vitjaði og vann 2-1.
Súni Olsen var leikbannaður
í 1-0 heimasigrinum á B68,og hanner
eisini leikbannaður mikukvøldið.
Hesa ferð er trupulleikin positiv
ur hjá Heðini Askham í EB/Streymi.
Egil á Bø varð skiftur inn í álopið
ímóti HB, og hann skoraði eftir
lítlari løtu tvey mál. Mikukvøldið
verður Egil millum teir fyrstu
ellivu, og hann verður í miðverjuni.
Pauli G. Hansen var á beinkinum
alla tíðina ímóti HB. Hann hevur
verið nógv skaðaplágaður, men tað
verður roknað við, at hann verður
førur fyri at spæla ímóti B36.
Sum eftir ánni
1. august fóru kátu fuglfirðingarnir
úr Gøtu við 4-1 sigri. Síðani tá hevur
ÍF spælt seks landskappingardystir,
og úrtøkan hevur verið sekstan stig.
Burturúr átta teimum síðstu um
førunum hevur ÍF vunnið 22 stig –
fyri sjey sigrar og ein javnleik.
Síðani 4-1 heimatapi ímóti ÍF
hevur Víkingur vunnið ellivu stig
burtur úr seks umførum. Serliga
meint mundi 1-0 tapið í Runavík
kennast fýra dagar eftir finalusig
urin í steypakappingini.
Hjá ÍF varð Bogi Løkin so meint
skaddur í Trongisvági næstsíðsta
sunnudag, at tað er lítið sannlíkt,
at hann verður við aftur í ár.
Hjá
Víkingi
noyddist
Hans
Jørgen Djurhuus skaddur av vøll
inum longu í 1. hálvleiki ímóti FC
Suðuroy. Sølvi Vatnhamar er farin
av landinum. Hann verður flog
in heim til dystirnar, men tá ið vit
frættu, var tað ikki greitt, um hann
kemur heim til grannastríðið miku
kvøldið.
Dagsskráin er Europa
og niðurflyting
Tá ið TB 21. apríl í 5. umfari vitjaði
í Klaksvík, var úrslitið málleysur
javnleikur, eftir at heimaliðið hevði
verið á bóltinum nógv størsta part
in av tíðini. Í fyrsta umfarinum eftir
summarsteðgin fór KÍ norður aftur
eftir vitjan hjá TB við 6-1 sigri. Síð
ani hevur tað gingið upp og niður
hjá klaksvíkingum, sum tvær tær
seinastu ferðirnar hava vunnið
fulla úrtøku.
TB hevur rættuliga knívin á
barkanum. Tvøramenn eru fram
vegis skeivu megin niðurflytingar
strikuna, og tað kundi bent á, at
broddurin í álopinum ikki verður
størri, nú serbiski álopsspælarin
Bojan Timic, sum hevur skorað sjey
av 24 málum, er farin av landinum.
Tað kann væl vera, at blaðungi Poul
Ingason fer at fáa møguleikan frá
fyrsta bríksli.
Miðvallarin Martin Tausen er
tøkur aftur eftir leikbann.
Meðan tað hjá TB snýr seg um
at varðveita plássið í deildini, so er
dagsskráin hjá KÍ at vinna pláss í
altjóða kappingunum næsta summ
ar. Um tað skal eydnast, so er hesin
heimadysturin ein av teimum, ið
skulu geva fulla úrtøku.
Hjá KÍ er verjukendi John
Hammer tøkur aftur eftir leikbann
tvær tær seinastu ferðirnar. Ungu
menninir hava staðið seg væl, og tí
er stór kapping um plássini.
Vinna á útivølli
Tað er merkisvert, at NSÍ og HB hava
vunnið innanhýsis uppgerðirnar í
ár á útivølli og tapt á heimavølli. Í
báðum førum var talan um 4-2 sigr
ar til gestirnar.
Felags fyri bæði liðini er, at
tey í síðstu viku høvdu spælarar í
landsliðsferðalagnum, sum longu
mánadagin hittist at fyrireika
seg til ferðina til Týsklands. Hjá
NSÍ snýr tað seg um málverjan
Kristian Joensen, verjuspælaran
Pól Jóhannus Justinussen og álops
spælaran Klæmint A. Olsen.
Hjá HB snýr tað seg um mið
vallararnar Fróða Benjaminsen og
Símun Samuelsen. Hallur Hansson
umboðaði fyri síðstu ferð í hesum
umfarinum HB í 3-2 tapinum ímóti
EB/Streymi. Hann er nú fluttur til
AaB í superliguni.
Trongdir toftamenn
Einasta liðið, sum B68 higartil hevur
vunnið fulla úrtøku ímóti, er FC
Suðuroy. Síðani 2-0 heimasigurin
22. juli ímóti FC Suðuroy hevur B68
spælt seks ferðir, uttan at tað hevur
eydnast at vinna fulla úrtøku. Talan
hevur verið um tveir javnleikir og
fýra tap. At toftamenn framvegis
eru omanfyri strikuna kemst av, at
tað eisini hevur gingið so út av lagi
illa hjá TB.
Stóri trupulleikin hjá B68 hevur
verið mongu skaðarnir, og skaðar
gera framvegis um seg. Eitt nú er
ivasamt, um Jann Ingi Petersen er
førur fyri at spæla. Hann hevur
verið so nógv skaðaplágaður í ár
sum ongantíð áður. Kristian Anton
Andreassen er tøkur aftur, og Óli
Olsen er leikbannaður.
Hjá FC Suðuroy hevur leikandi
venjarin, Sasa Kolman, seinastu
ferðirnar verið uttanfyri. Hann var
annars stinnur í miðverjuni.
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
22
13
6
3
38
21
+17
45
2 ÍF
22
13
4
5
45
21
+24
43
3 KÍ
22
12
4
6
44
33
+11
40
4 Víkingur
22
11
7
4
34
23
+11
40
5 HB
22
10
5
7
45
31
+14
35
6 B36
22
8
6
8
33
27
+6
30
7 NSÍ
22
8
3
11
33
35
-2
27
8 B68
22
5
5
12
18
35
-17
20
9 TB
22
4
7
11
24
40
-16
19
10 FC Suðuroy
22
1
3
18
11
59
-48
6
Effodeildin
FM favorittarnir
eiga góð tøl á útivølli
Fótbóltur Felags fyri EB/Streym og ÍF er, at tað í fyrru royndini á útivølli ímóti
teimum, sum nú taka ímóti favorittunum, eydnaðist at vinna fulla úrtøku