mánadagur 10. september 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Føroyska
talvlandsliðið
hevur
nú havt sín seinasta leik á hesum
talv-OL. Á olympiaduni, sum var
í Istanbul í Turkalandi, gjørdust
Føroyar nummar 68 út av 157
londum. Hetta var seks pláss betri
enn styrkismetingin hjá Føroyum,
sum undan kappingini var eitt 74.
pláss.
Vunnu seinasta dystin
Dysturin, sum tryggjaði Føroyum
eitt pláss í betru helvtini av
kappingini, var dysturin ímóti
Myanmar
sunnudagin.
Dystin
vunnu
Føroyar
2½-1½.
Hetta
merkti, at Føroyar, sum fekk
eina frálíka byrjan, men síðani
fekk eitt ódnarveður av góðum
mótstøðulondum, vann fýra av
seinastu fimm dystunum og harvið
fekk telvað seg í betru hálvuna, og
megnaðu Føroyar at leggja næstan
100 lond aftur um seg.
Helgi var bestur
Tað var ikki óvæntað føroyski talv-
kongurin, Helgi Dam Ziska, sum
vann Føroyum flestu stigini. Helgi
Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti
við 6½ stigi. John Rødgård (3. borð)
fekk 6 stig, Rógvi Egilstoft Nielsen
(5. borð) 4½ stig, John Arni Nilssen
(2. borð) 4 stig og Jóan Hendrik
Andreasen (4. borð) fekk 3½ stig.
Armenia OL-gull
Føroyar
gjørdust
ikki
aftasta
norðanlandið
í
OL.
Føroyar
megnaðu
nevniliga
at
leggja
Finnland aftur um seg. Fremstu
londini vóru hesi: 1. Armenia 2.
Russland 3. Ukraina 4. Kina 5.
USA. Av norðurlondum var Svøríki
fremst á 16. plássi, Danmark
gjørdist nummar 18, Noreg nummar
45 - Magnus Carlsen, sum í løtuni
verður mettur sum heimsins besti
telvari, var ikki á norska liðnum
hesaferð - Ísland endaði nummar
47, Føroyar sum nevnt nummar 68
og Finnland nummar 74.
Úrslit:
Føroyar - Sudan 2½-1½
Føroyar - Togo 4-0
Føroyar - Aserbadjan ½-3½
Føroyar - Georgia 1-3
Føroyar - Singapore 1-3
Føroyar - Ný Sæland 1½-2½
Føroyar Papa Ný Guinea 4-0
Føroyar - Hollendsku Anthillurnar 3½-½
Føroyar - Guatemala 2-2
Føroyar ICSC 2-2
Føroyar Myanmar 2 2½-1½
albinus@sosialurin.fo
Telvaðu seg til
minniligt úrslit
talv ol
Talv Føroyska talvlandsliðið hevur framt eitt megnaravrik í talv-OL í Istanbul, har
teir endaðu í ovaru helvtini og meta tað vera besta úrslit teirra í OL nakrantíð
Stak
væl
nøgdur
Helgi Dam Ziska, sum er besti
styrkismetti føroyingurin við
2469 stigum og eisini tryggj
aði Føroyum flest stig (6½
stig), er sum vera man væl
nøgdur við avrikið.
- Vit eru stak væl nøgdir.
Málið var at enda í ovaru
hálvu, so nr. 68 er á góðari
leið. Faktiskt var tað eitt deilt
52.-69. pláss, men har fingu
vit so eitt 68. pláss eftir mót
støðustig, sigur Helgi og vísir
okkum á eina torskilda skip
an.
Vit spurdu hann, um at og
liðfelagar sínir vóru serliga
glaðir fyri nakran ávísan sig
ur, og ja:
- Vit eru kanska fegnast
um sigurin á Myanmar. Tað
er altíð síðsta umfarið, sum er
avgerandi fyri eina góða pla
sering, og tí kennist tað eyka
gott at vinna tann dystin,
sigur hann og fegnast víðari.
- Annars eru vit fegnir um
at ikki vera aftastu norður
landið. Vit endaðu framman
fyri Finnland. Hóast sera
sterka mótstøðu, so taptu
vit ongan dyst 4-0. Eg veit
ikki, um tað er komið fyri áð
ur, sigur Helgi Dam Ziska at
enda.