mánadagur 10. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Fríggjadagin kom svarið loksins frá
Alfredo Pöge, forsetanum í altjóða
felagsskapinum
fyri
fótbólts
søgufrøðingar og hagfrøðingar.
Áðrenn Alfredo Pöge vóru vit
í sambandi við Jørgen Nielsen,
varaforseta í IFFHS (International
Federation of Football History
and Statistics), og áðrenn Jørgen
Nielsen vóru vit í sambandi við
Palle »Banks« Jørgensen, kendan
danskan
søgufrøðing
og
hag
frøðing innan bæði fótbólt og
hondbólt. Palle »Banks« Jørgensen
sparkaði bóltin til Jørgen Nielsen,
sum so sparkaði bóltin víðari, og
fríggjadag seinnapart sat bólturin
so í netinum, og føroyskur fótbóltur
hevur fingið eitt sjáldsamt og stutt
ligt heimsmet.
253 dagar eldri
Tað var aftaná venjingardystin
á Laugardalsvøllinum millum Ís
land og Føroyar tann 16. august,
at Ivan Eginson Moskalenko, sum
fylgir væl í altjóða landsliðsfótbólti
kom fram til, at helst hevði Jákup
Mikkelsen metið, sum tann elsti
landsliðsmálverjin nakrantíð, sum
hevur vart málið í einum FIFA skrá
settum A-landsdysti. Fríggjamorgun
svaraði Alfredo Pöge, forseti í
IFFHS: – The oldest goalkeeper
was Alexander Morten (Crystal
Palace FC London), who played on
8th March 1873 for England (4:2 vs.
Scotland) in London. He was on this
day 41 years and 113 days. Following
it is very probably that Jákup
Mikkelsen is the oldest active
national goalkeeper of all time. Og
slíkir menn vita síni ting, og tá var
búgvið at stórfegnast um eitt ser
ligt met sett av einum føroyingi,
sum fyrstu ferð var við í føroyska
A-landsliðshópinum afturi í 1988.
Spældi bara ein landsdyst
Tað
margháttliga
við
enska
Alexander Morten, sum livdi mill
um 1831 og 1900 var, at landsdyst
urin í 1873 gjørdist tann einasti
landsdysturin Alexander Morten
spældi
fyri
enska
landsliðið.
3.000 áskoðarar vóru til lands
dystin í London millum Ongland
og Skotland tann 8. mars í 1873.
Árið fyri í 1872 spældu Skotland
og Ongland tann fyrsta fótbólts
landsdystin nakrantíð. Hetta var
tann 30. November í 1872, og endaði
dysturin við javnleiki 0-0. Dysturin
var spældur á West of Scotland
Cricket Club´s Ground í Partick.
4.000 áskoðarar vóru til hendan
søguliga dystin.
Dino Zoff var »bert« 41 ár
Dino Zoff úr Italia var 41 ár og 3
mánaðir, tá hann spældi sín sein
asta landsdyst fyri Italia í 1983. Pat
Jennings var akkurát 41 ár, tá hann
vardi málið hjá Norðurírlandi á
seinasta sinni. Ensku Peter Shilton
og David James og skotski Jim
Leighton vóru 40 ár, tá teir spældu
sínar seinastu landsdystir sum
málverjar hjá ávíkavist Onglandi
og Skotlandi. Birkir Kristinsson
var eisini 40 ár, tá hann vardi
íslendska málið á seinasta sinni.
Neville Southall var 39 ár, tá hann
gavst á walisiska landsliðnum, og
Bruce Grobelaar var eisini 39 ár, tá
hann vardi málið hjá Zimbabwe á
seinasta sinni. Jose Chilavert gavst
á landsliðnum hjá Paraguay, tá
hann var 38 ára gamal. Sum Gunnar
Nielsen stendur í løtuni er ikki nógv
sum talar fyri, at Jákup Mikkelsen
fær fleiri landsdystir, men tað
hevði sømt seg, at Jákup Mikkelsen
slapp at siga farvæl í einum FIFA-
skrásettum venjingardysti komandi
ár, har hann samstundis slapp
at bøta um heimsmetið hjá sær.
Ítróttarsosialurin ynskir Jákupi
Mikkelsen tillukku við metinum.
Jákup Mikkelsen feldi
139 ára gamalt met
Fótbóltur Tann higartil elsti landsliðsmálverjin, sum fótbóltssøgufrøðingar og hagfrøðingar
vita um, spældi sín einasta fótbóltslandsdyst fyri Ongland í 1873. 139 ár, 5 mánaðir
og 8 dagar seinni fór metið í einum venjingardysti millum Ísland og Føroyar
Landsdysturin móti Skotlandi í 1873, gjørdist tann einasti
landsdysturin Alexander Morten spældi fyri enska landsliðið
Týsku fjølmiðlarnir vístu stóran áhuga í 42 ára gamla
met-landsliðsmálverjinum Jákupi Mikkelsen
Mynd: Hilmar Jan Hansen