Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Arbeiði við at fyrireika seg til komandi kapingarár eru longu farnar í gongd hjá flestu feløg­ unum. Í Klaksvík hava tey sett sum mið, at allir sáttmála skulu verða komnir upp á pláss áðrenn landskappingin end­ar, skrivar heimsíðan hjá felag­ num. Miðverjin, Jógvan Isaksen, hevur leikt allar minuttirnar í øllum 24 dystinum í lands­kapp­ ingini higartil. Hóast hann bara er 22 ár, so hevur hann sam­ bært faroesoccer.com spælt 70 dystir í Effodeildini. Jógvan Isaksen hevur longt sáttmálan við einum ári. Sørmund Kalsø er 20 ára gamal og hevur leikt 18 dystir fyri KÍ í ár. Samanlagt hevur miðverjin spælt 59 dystir í Effo­deildini og hevur skrivað und­ir fyri kappingarárini 2013 og 2014. Ivan Joensen er 20 ára gamal og hevur leikt 14 dystir fyri KÍ í ár. Hann hevur tilsamans spælt 26 dystir í Effodeildini. Ivan hevur skrivað undir fyri kapp­ingarárini 2013 og 2014. – Vit hava í kvittanum at fáa sáttmálarnar við okkara leikarar avgreiddar áðrenn sein­asta leikdag tann 6. Oktober, sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ við heimasíðuna hjá felagnum. Kvinnulandsliðið úttikið til lands­ dystirnar í Finnlandi Landsliðsvenjarin Claus Rasmussen hevur nú tikið út teir fjúrtan spælararnar, sum skulu spæla tveir landsdystir í Finnlandi í døgunum 28. sep­ tember til 1. Oktober, skrivar havnnrok.fo Spælararnir eru hesir: Úr VB Gurid Mortensen og Helga Kjærbo, Úr Kyndli Anja Heinadóttir og Turið Arge, úr Stjørnuni Lovisa Lassen og Durita Chirstophersen, úr Neistanum Jacklin Durhuus, Birita Wardum, Marjun Danberg, Bára Hansen og Maria Svabo Samuelsen, úr VÍF Liljan Durhuus, úr FIF í Dan­mark Halla Midjord og úr Team Amager Erla Eliasen. trondur@sosialurin.fo Fleiri halda fram í KÍ Fótbóltur Fyri kortum longdi Páll Klettskarð sáttmálan við KÍ og nú hava Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø og Ivan Joensen allir skrivað nýggjar sáttmálar við KÍ Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Í fjør var hann stóra hetjan hjá TB, tá hann á seinsta leikdegnum í seinastu minuttinum tryggjaði TB uppflyting í bestu deildina. Avrikin á vøllinum hava verið, góð og tað er blivið til sjey mál í ár. Men vánaligur atburður hevur fylgt serbanum, sum á einum góðum degi kann avgera ein og hvønn dyst. Leygarkvøldið fór Bojan Timic um øll mørk, tá hann í Klubbanum á Tvøroyri bæði sló og spýtti eftir nevndarlimum hjá TB, siga keldur hjá Sosialinum. Sum skilst, so er hetta ikki fyrstu ferð, at hann er í trupulleikum orsaka av vánaligum atburði uttan fyri vøllin. Tað einasta, André Dalfoss, formaður í TB, vil siga, er, at Bojan Timic og TB eru samd um at enda samstarvið frá í dag at rokna, og at felagið kemur við eini fráboðan seinni. André Dalfoss sigur, at hann hevur góðar vónir um, at TB fer at yvirliva í Effodeildini, hóast serbin er farin, tí tey hava gott fólk at seta ístaðin. – Tað verður ikki Bojan Timic, sum verður munurin ímillum yvirlivilsi í Effo deildini ella einum falli niður í fyrstu deild, er hann púra vísur í. Bojan Timic kom til TB í fjør og skoraði tíggju mál í átta dystinum. Í ár hevur hann sambært faroesoccer. com skotið sjey mál í 22 dystum og fingið átta gul kort. trondur@sosialurin.fo Sló og spýtti eftir nevndarlimum Fótbóltur Um vikuskiftið boðaði TB frá, at Bojan Timic hevur spælt sín seinasta dyst fyri aldursforsetan. Felagið hevur ikki gjørt viðmerkingar til málið, men keldur siga, at Bojan Timic bæði sló og spýtti eftir nevndarlimum í TB um vikuskiftið TB hetja tveitt á dyr: Savnsmynd