Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sum partur av Colorama-konseptinum, hevur handilin á Tvøroyri eisini Botex- vørur, sum serliga venda sær til – og seta litir og hugna – á heimið. Kona Rene, Eileen Thorsteinsson, hevur handilin Reinfann undir sama taki, og hon selur eitt nú parfuma, taskur, smúkkur og ymiskt prýði til gentur og kvinnur. Fleiri bein - Í einum lutfalsliga lítlum samfelag, sum Tvøroyri og Suðuroyggin eru, ræður um at hava fleiri bein at standa á, og tað hava vit eisini tryggjað okkum við samlaða konseptinum, sum konan og eg hava. Rene Christensen vísir á, at máling er ein stórur og týðandi partur av virkseminum, og her er tað serliga Beckers-máling, ið dentur verður lagdur á. - Vit eru eisini partur av ketuni Inbo, sum eitt nú hevur garant- teppir í sínum útboði. Eisini hava vit laminetgólv og venyl. Handilseigarin á Tvøroyri sigur, at við í botex-konseptinum er eisini gardintoy og alt, sum hevur við vindeygu og persiennur at gera. Vit hava seingjarklæði, pútur, handklæði og ymiskt annað. - Vit seyma eisini fyri fólk, og vit heingja enntá gardinur upp, um viðskiftafólk ynskja tað, leggur hann aftrat. Rammuverkstaður Colorama á Tvøroyri selur ikki búnýtisvørur sum so, men handilin hevur eitt ávíst úrval av prýðislutum til heimið. - Eitt, sum vit eisini hava lagt okkum eftir, er at seta myndir í rammur fyri viðskiftafólk. Vit hava soleiðis einasta rammuverkstað í Suðuroy við umleið 30 ymiskum og møguligum rammulistum. Rene Christensen sigur, at tað serliga eru lokal og trúgv viðskiftafólk í Suðuroy, sum hava gjørt tað møguligt hjá teimum at havt handilin koyrandi øll hesi ár. - Jú, tað eru hesi, sum hava verið grundstuðulin undir okkara virksemi. Hinvegin hava vit javnan eisini fólk aðrastaðni úr landinum inni á gólvinum, og tær afturmeldingar, sum vit fáa, eru góðar. Fólk halda, at handilin er áhugaverdur og spennandi við tí fjølbroytta úrvali, sum vit hava, sigur eigarin av Colorama-handlinum á Tvøroyri. Fólk eru glað Rene Christensen leggur aftrat, at nú nógv virksemi er á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, hevur eisini handilslívið merkt hetta. - Fólk eru positiv, og vit hava havt nógv viðskiftafólk inni á gólvinum, sum hvønn dag fegnast um økta virksemi á Tvøroyri, sigur handilseigarin. Colorama á Tvøroyri – ein spennandi handil Tað er Rene Christensen, sum eigur og rekur Colorama-handilin í Miðbrekkuni á Tvøroyri, sum liggur beint yvir av Hotel Tvøroyri. Upprunaliga er hetta gamli handilin hjá Poul Arna Poulsen, sum Rene yvirtók í 1987 – ella fyri 25 árum síðan Vilmund Jacobsen Ungi og fryntligi rumenin, Remus Adi Borg, er rættiliga óførur. Tá Vikublaðið vitjaði hann sei­ nast fyri minni enn einum ári síðan á bila­verkstaði hansara, Adi Auto Ser­ vice á Tvøroyri, hevði hann ætl­anir um at byggja meginpartin av verk­ staðsbygninginum, sum vendir niðan móti vegnum, um til framsýningar­ høli. Eins og hann áður hevur gjørt ein heilan hóp við verkstaðsbygningin og íbúðina, sum er samanbygd við verkstaðið, er snotuliga framsýningar­ hølið hjá honum eisini langt síðan liðugt og tikið í nýtslu. Snøggir bilar Av nýggjum bilum selur hann rumenska bilamerki Dacia, og her koma eisini nøkur nýggj snið, tá tað líð­ur út á árið. Hetta eru snøggir og lut­fals­liga bíligir bilar, og Remus Adi Borg hevur avtalu við Suðuroyar Spari­kassa um bilafígging. Nakrir bilar av merkinum eru longu seldir. – Eg taki eisini bilar inn í býti, um tað er áhugavert fyri báðar partar. Hesir verða so seldir útaftur, sigur hann. Inni á verkstaðnum ger hann allar mekaniskar umvælingar á bilar – alt uttan plátu-og sproytuarbeiði. Eingin máltrupulleiki Hóast hann ikki hevur føroyskan uppruna, tosar Remus Adi Borg væl føroyskt, so her eru eingir máltrupul­ leikar hjá teimum, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá honum um eitt hvørt, ið liggur á hjarta. – Eg havi bilasølu, bilaútleigan, sølu av brúktum billutum, og eg geri mekaniskar umvælingar. Tað er líka sum mítt konsept, sigur Remus, sum er giftur Miriam Borg, ið er ættað úr Vági. Hann hevur eisini vørubil, sum fólk kunnu leiga til flutning, eins og hann hevur persónbilar til leigu. – Eg taki mær eisini av bilaflutningi og høvuðsreingerð av bilum, um við­ skiftafólk ynskja tað, sigur mað­urin, Remus Adi Borg, ið keypti bila­verk­ staðið á Tvøroyri í mars ár 2010. – Eg havi bilasølu, bilaútleigan, sølu av brúktum billutum, og eg geri eisini allar mekaniskar umvælingar, sigur rumenin, Remus Adi Borg, sum hevur bilaverkstað og snotuligt framsýningarhøli á Tvøroyri Remus ger mekaniskar umvælingar Remus Adi Borg er rumeni, men hann bæði skilur og tosar væl føroyskt Mynd: Vilmund Jacobsen Bilaverkstaðið Adi Auto Service á Tvøroyri hevur nú snotuligt framsýningarhølið til bilar, sum er stívliga 100 fermetrar stórt Mynd: Vilmund Jacobsen