Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Allastaðni vit koma, er tónleikur, í miðlum, heima við hús, á kaféum, mat­stovum, kirkjum, sam­komum, til dans - ja til alskyns høvi – bæði til gamans og álvara! Ofta geva vit okkum ikki far um týdningin av tón­ leik­inum, men líka so um­ráðandi er hann. Ímyndið tykkum, um eingin tónleikur var - tá hevði lívið verið fátækt. Tónleikur hevur til allar tíðir verið ein sera um­ráð­andi táttur í dag­liga lívi­num, sum býður uppá so ymiskt. Har­aftur­at er tónleikur menn­andi fyri allar aldrar. Í Tórshavnar Komm­ una eigur fokus at setast á tónleikin og virðingina fyri tónleikinum sum sjálvsagdur partur. Tí eigur Tórshavnar Komm­una av álvara at seta ferð á at: • Byggja nýggjan musikskúla bein­an­ vegin, ein musikk­ skúla sum lýkur al­ tjóða krøv og sum gevur rúm fyri, at allir borgarar hava møgu­leika at fáa und­ ir­vísing • Umbyggja Reinsaríið, so hettar kann brúk­ ast til spælistað burt­ ur­av • Byggja nýggjan mið­ býarskúla, har tón­ leikur er stórur og sjálv­sagdur partur av undir­vísingini • Styrkja tónleika-und­ ir­vísing í øll­um skúl­ um í komm­un­uni • Bjóða út fjølbroytt tónleikatilboð sum frítíðarvirksemi • Menna ein tón­leika­ politikk, sum gevur teimum, sum fáast við tónleik, góðar sømdir og sum tryggjar borg­ arunum góðar upp­ livingar • Bera so í bandi, at komm­unan vísir á ríka tónleikalívið bæði heima og í øðr­ um londum Tónleikur eigur at vera sjálvsagdur partur av tí, sum fyriferst í komm­ ununi. Uttan tónleik eru vit fátæk, tí má virðingin fyri tónleikinum og tón­ leikafakinum altíð setast høgt. Tónleikur er sjálvsagdur ! Andrea Heindriksdóttir Fólkaflokkurin megnar at geva barnakekk og skattalætta til láglønt Jógvan Poulsen formaður í Havnar Framburðsfelag Vit í Fólkaflokkinum hava víst á, at um láglønt skulu fáa ein skattalætta, so má botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækk­ ast, og besti styrkurin til barn­afamiljurnar hevði verið ein barnakekkur. Vit eru fullgreið yvir, at hetta krevur lógarbroytingar, og hava vit longu umrøtt hetta við landstýrismannin í fíggjarmálum og lands­ stýriskvinnuna í almanna­ mál­um. Fólkaflokkurin er tann einasti flokkurin, sum støð­ ugt stríðist fyri at halda skatt­inum niðri í hesum land­inum. Tí verður tað bert við ein­ um sterkum Fólkaflokki í býráðnum og einum sterkum Fólkaflokki í landstýrinum, at vit megna at gera neyðugu broytingarnar, soleiðis at tey lágløntu og barnafamiljurnar fáa meira burturúr og fáa betri kor. Vanligan útreiðslu­ vøkstur frameftir Heðin Mortensen sigur í lesarabrævi, at hann ikki trýr á barnakekkin og sigur villleiðandi, at hann kostar 2 skattaprosent. Hetta er ikki rætt, tí hækkingin í barnafrádráttinum/barna­ kekk­inum, kostar bert 1 skatta­prosent, og samsvarar hetta júst við tað, sum býráðið hevur lovað, at komm­unuskatturin skal lækka, tá Boðanesheimið er liðugt. Heðin hevur sjálvur hækk­að kommuskattin 2% síðstu árini, og nú er tíð at fáa skattin niður aftur. Orsøkin til tvørrandi trúnna hjá Heðini er nokk heldur, at hann hevur mist tamarhaldið á útreiðslusíðuni hjá kommununi, sum er hækkað 65% síðan hann tók við. Hevði Heðin hugsað líka nógv um fíggjarstýring í býráðnum sum myndatøkur av sær sjálvum, so hevði nokk staðið betur til ;o) Fólkaflokkurin hevur stóra virðing fyri, at skatta­ krónurnar eru drignar inn frá vanligum familjum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga, og tí eru vit eisini tey bestu til at umsita peningin við virðing og skynsemi. Um vit verða vald sterkt inn í býráðið, vilja vit arbeiða fyri, at fíggjarstýringin verður betri og at útreiðsluvøksturin kemur niður á eitt vanligt støði aftur, t.v.s áleið 3-4% um árið. Vit skulu nokk hava eitt líka stórt parisarahjól á næstu Ólavsøku, men hereftir má útreiðsluvøksturin verða vanligur, og allar eyka skatta­ inntøkur skulu út aftur til borgarnar sum lækkingar í skattinum og sum hækkaður barnakekkur. Á hendan hátt styrkja vit familjurnar í miðstaðnum, og harvið byggja vit ein sterkari miðstað. Øll arbeiðspláss skulu metast Feløgini í Samtak fegnast um, at lógin um arbeiðsumhvørvi skal dagførast og leggja ser­liga áherðslu á, hvussu týdn­ingarmikið tað er, at arbeiðspláss skulu metast í mun til arbeiðsumhvørvi. Í uppskotinum, sum sent var til hoyringar herfyri, legði Vinnumálaráðið dent á, at smærri virkir skulu undantakast metingini, men hetta halda feløgini í Samtak ikki vera rætt. Uppskotið sigur heldur ikki, hvat mein­ ast við "smærri virkir". Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa øll virkir og ar­ beiðs­pláss mett. Skipanin við arbeiðsplássmeting hev­ur verið í gildi í fleiri ár í granna­ londunum, og har eru ikki undantøk fyri smærri virkir. Tað skuldi heldur ikki verið so øgiliga arbeiðskrevjandi at gjørt eina meting av einum lítlum arbeiðsplássi. Samtak væntar at hesar og aðrar konstruktivar við­ merkingar frá feløgunum vera tiknar til eftirtektar. Fyribyrging er lykilin Spurningurin um ar­beiðs­ umhvørvi er sera týdningar­ mikil. Tíverri er øki nógv skert seinastu árini, og kunngerðir hava ikki verið lýstar, so Føroyar eru dagførdar í mun til arbeiðsumhvørvi, men við nýggju lógini, verður eitt stig tikið rætta vegin. Feløgini í Samtak halda framvegis, at tað var skeift at leggja arbeiðseftirlitið sam­ an við Heilsufrøðiligu starvs­ stovuni, og leggja dent á, at alt ov fá fólk eru at røkja tær mongu skildur, sum liggja í lógini og kunngerðunum. Nú nýggj lóg helst verð­ur samtykt er sera týdn­ingar­ mikið, at játtan fylgir við, so Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at halda fylgja øllum skildum í lógini, sum er eru nógvar uppgávur, sum ikki vera røktar nøktandi, tí tað eru ov fá starvsfólk. Fyribyrging er lyklaorðið, og vónandi vera visjónir um arbeiðsumhvørvi – sum mál átti landsstýrið saman við Arbeiðseftirlitinum, Ar­ beiðs­umhvørvisráðnum og pørtunum á arbeiðs­ mark­n­aðinum at sett tað greiða mál, at ongin skal doyggja ella gerast álvars­ liga skaddur vegna vána­ligt arbeiðsumhvørvi. Eitt gott eftirlit, nógv og áhald­andi upplýsing og gott sam­starv við partarnar á arbeiðs­ markn­aðinum og einstøku arbeiðs­plássini eru neyðug skal hetta eydnast. Visjónir mugu til, og peningur má sjálv­sagt fylgja við. Samtak