mánadagur 10. september 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggja svimjihøllin við
langhyli í Tórshavnar
kommunu
er
ávegis.
5 milliónir krónur eru
settar av á fíggjarætl
anini fyri 2012, og byggi
nevnd er sett, at gera
byggiskrá
og
byggi
ætlan.
Ætlandi
skal
nýggja høllin byggjast
vestan fyri svimjihøllina
í Gundadali.
Í ár verða 30 ár síðani
Svimjihøllin í Gundadali
lat upp. Hesi 30 árini
hevur
svimjingin
ment seg nógv í Tórs
havnar
kommunu.
Svimjihøllin
er
opin
fyri
almenninginum
einar 9 tímar um dagin.
Barnagarðar,
frítíðar
skúlin og skúlar brúka
høllina til undirvísing
og spæl í dagtímunum.
Havnar Svimjifelag, ÍSB
og Froskmannafelagið
brúka svimjihøllina til
venjing og undirvísing
seinnapartar og langt út
á kvøldarnar. Umframt
øll hesi tilboð hýsir
høllin familjutiltøkum
og
svimjikappingum
nakrar ferðir um árið.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað oftani er trongligt í
svimjihøllini.
Langhylurin vestan
fyri verandi svimjihøll
gevur okkum nógv bet
ur umstøður at menna
svimjingina í kommun
uni. Eg síggi fyri mær,
at verandi svimjihøll
er opin fyri almenn
inginum allan dagin,
samstundis sum skúlar,
barnagarðar og svimji
venjing fer fram. Tí
tá verður møguligt at
brúka fleiri hyljar í senn
til ymisk endamál.
Byggingin av langhyl
inum skal órógva ver
andi
svimjihøll
sum
minst. Men tá vit nú fara
undir broytingar, eiga
vit at hyggja at verandi
tilboðum. Vit eiga at gera
svimjihøllina til eitt enn
betri vælverustað, har
sólirnar verða býttar um
við infrareyð sauna og
lampur við dagsljósi. Vit
eiga somuleiðis at skapa
rúm fyri einum heitari
hyli til teirra, sum av
heilsuávum hava tørv á
at svimja í heitari vatni,
eins
og
babysvimjin
krevur heitari vatn.
Arbeiðið til at út
byggja svimjitilboðini í
Tórshavnar kommunu
er byrjað. Nú er eftir at
fullføra arbeiðið. Vón
andi sleppa vit at halda
fram við hesum arbeiði.
Svimjihøll
við langhyli
Elin Lindenskov
býráðslimur
Manipulasjón í
Kringvarpi Føroya
Hans Dávid Hansen
Varasløkkiliðsstjóri
Mikumorgunin kom Brimil
á
Havnina
við
teimum
skipbrotnu frá pólska segl
bátinum Rzeszowiak. Ein
av manningin hevði latið
lív, og sum vanligt er, verður
Brandstøðin boðsend, at
koyra mors ( lík) á Lands
sjúkrahúsið.
Hetta
hendi
beinanvegin, Brimil kom á
Havnina.
Hini av pólsku manningini
vórðu verandi umborð á
Brimli, har tey fingu alla ta
hjálp og umsorgan, til ber
at geva í tílíkum føri. Men
her trakkaði ongin skipað
tilbúgving til, og tí kom
fyrispurningur frá løgregluni
til okkara, hvør tók sær av
teimum skipbrotnu.
Sum vakthavandi átaks/
varaleiðari hjá Tórshavnar
Sløkkiliði, kom fyrispurn
ingurin til mín, eg tosaði
við mín stjóra um hetta og
vóru vit samdir um at tosa
við borgarstjóran og var
tað leyst og liðugt, so at
siga beinanvegin. Komm
unan hevur skyldu at taka
sær av fólki í neyð, og tað
er ein vánaligur kommunal
politikkari, sum ikki kennir
sínar skyldur í tílíkum føri.
Her kann eg skoyta uppí,
at eg havi verið við til slíkt
fleiri ferðir fyrr, og er tað
ymiskt, hvussu kommunur
hava tikið í móti slíkum gest
um!
Annars haldi eg, at tað
burdi verið ein landstil
búgving, sum tók sær av júst
slíkum støðum!!!
Borgarstjórin viðgjørdi
málið við sína umsiting og
avrátt varð, at kommunan
tók sær av hesum fólkum,
sum síðan vórðu hýst, meðan
Brandstøðin hevur tikið sær
av tí praktiska við flutningi
og hjálp í sambandi við
seglskipið o.a.
Kringvarpið var á stað
num av sínum eintingum. Og
Kringvarpið kundi havt sagt
søguna um tilbúgvingina,
sum ikki trakkaði til. Kring
varpið gjørdi enntá samrøðu
við borgarstjóran, men valdi
ikki at senda hana.
Ístaðin spann Kringvarpið
ein avbera vamlisligan tráð
burturúr hesi søguni. Kring
varpið klipti myndirnar av
hesi hendingini saman við
upptøkunum, tá líkið varð
borið í land – tvær hendingar,
ið fóru fram við longum
tíðarbili ímillum.
Harnæst greiðir Kring
varpið frá, at borgarstjórin
bað um myndatøku á stað
num. Hetta er beinleiðis
ósatt. Skiparin ella onkur
av manningini á Brimli bað
um at fáa eina felags mynd,
tá tey komu í land til minnis
um hendingina. Haldið onki
forgjørt í tí. Unga gentan,
sum misti pápa sín, bað um
at sleppa undan at verða
avmyndað.
Fjølmiðlafólk
annars á staðnum gjørdu
bara sína skyldu.
Kringvarp Føroya átti at
vera meira at sær komið. Tað
sæst á øllum viðmerkingum
á almennu kjakmiðlunum
í dag, at herferðin hjá sjón
varpsmenningini móti borg
arstjóranum enn einaferð
hepnaðist – men hon skal ikki
sleppa at standa óátalað. Tí
hetta var rein manipulasjón
og ósannindi.
Skot og prik kunnu góð
takast á facebook, men ikki í
einum almennum miðli sum
Degi og viku!
Lat stjórnarskipanina liggja
Bárður Nielsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Arbeiðið við at skapa og
tryggja varandi vælferð fyri
øll í Føroyum, má og skal
takast fram um luftkastell
um nýggjar grundlógir og
loysing
Politiskt klandur og stríð
eru væntandi, nú uppskotið til
eina føroyska stjórnarskipan
er uppafturgrivið og lagt á
tingborð.
Allir flokkar siga seg vilja
fremja sakina, men mín
áheitan á samgonguna er
at
lata
stjórnarskipanina
liggja.
Vitandi
um,
at
hetta
mál fer at skapa spjaðing
og ósemjur, hevur ABDH-
samgongan ongar ætlanir
havt um at taka hetta arbeiði
uppaftur, og tað hevur verið
skilagott.
Stjórnarskipanin er eitt
projekt,
ið
fullveldissam
gongan sjósetti um alda
skiftið, men uppskotið bleiv
endaliga punkterað av klandri
millum fullveldisflokkar og
einstaklingar.
Tað, sum flestu flokkar
kundu taka undir við í 2011,
er ikki tað, sum Framsókn
og Tjóðveldi nú hava grivið
uppaftur. Nei, teir hava
spolað aftur til ta útgávuna
av
stjórnaruppskotinum,
sum ongin semja kann fáast
um.
Hetta er versjónin, har
ið grundlóg, heimastýrislóg,
stýrisskipan,
tingskipan
v.m. skulu setast til viks.
Enn eina ferð skal loysingin
sníkjast inn gjøgnum bak
dyrnar, og fyri alt í verðini
mugu vit ikki taka okkara
samstarvspartnarar í Ríkis
felagsskapinum við í arbeiðið.
Nei, hetta skal brúkast í enn
einari konfrontatión.
Tað er ikki av tilvild, at
andstøðan hevur grivið upp
skotið um stjórnarskipan upp
aftur júst nú. Røða løgmans á
ólavsøku og dreymur hansara
um Føroyar sum sjálvstøðugt
land, verður nú tíverri mis
brúkt av andstøðuni.
Hetta er spell, tí nógv
liggur á láni.
Arbeiðið við at skapa og
tryggja varandi vælferð fyri
øll í Føroyum, má og skal
takast fram um luftkastell
um nýggjar grundlógir og
loysing.
Samgongan eigur at lata
málið
um
stjórnarskipan
liggja.