Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ábraham fær lyfti, um at avkom hansara skal fáa landið. Í 1. Mósebók 15. kapitli lesa vit hetta: “Síðani segði Hann við hann ( Harrin við Ábraham) : "Eg eri HARRIN, sum leiddi teg burtur úr Ur í Kaldea til at geva tær hetta landið í ogn!" Men hann segði: "Harri HARRI, av hvørjum kann eg vita, at eg skal eiga tað?" Tá segði Hann við hann: "Fá Mær tríára gamla kvígu, tríára gamla geit, tríára gamla­n veðr, turtildúvu og dúvu­unga!" Hann fekk Hon­ um nú øll hesi dýrini, skar tey av um miðju og legði helvtirnar av hvørjum dýri, hvørja beint yvir av aðrari; fuglarnar skar hann tó ikki sundur. Vers 7-10. Og víðari í versunum 17- 21: Táið nú sólin var undir­ gingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og log­ andi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar. Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: "Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat, tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita, Hetita, Perizita, Refa’ita, Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita." Hvat er hetta, sum Harrin ger her. Jú vit skilja tað betur, um vit lesa nøkur vers hjá Jeremiasi: Har hjá Jeremiasi lesa vit um ein sáttmála, sum nakrir høvdu gjørt eftir boði Guds um leysgeving av træl­um, og so stend­ur hetta: Men nú høvdu tit vent við og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum - tit høvdu boðað hvør næsta sínum frælsi, og tit høvdu gjørt sáttmála fyri ásjón Míni í húsinum, sum kallað er við navni Mínum. Men so skiftu tit uppaftur sinni og vanhalgaðu navn Mítt og tóku aftur, hvør træl sín og trælkvinnu sína, sum tit høvdu frígivið, so tey kundu ráða sær sjálv; tit noyddu tey aftur at vera trælir og trælkvinnur tykkara. Tí sigur HARRIN so: Tit hava ikki lurtað eftir Mær og boðað frælsi, hvør bróður sínum og næsta sínum. Og Eg boði tykkum frælsi - sigur HARRIN - so tit verða givnir upp til svørð, pest og hungur; ja, Eg lati tykkum verða illa viðfarnar av øllum ríkjum á jørðini! Og teir menn, ið brutu sáttmála Mín - sum ikki hildu orð sáttmálans, ið teir gjørdu fyri ásjón Míni, táið teir skóru kálvin í helvt og so gingu millum partarnar, høvdingar Juda og Jerúsalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, teir, ið gingu millum partar kálvsins - teir gevi Eg í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; lík teirra skulu vera fuglum himmalsins og dýrunum á markini til føði.” Jeremias 34, 15-20 Soleiðis gjørdu teir ein sáttmála í gomlum døgum, drupu nøkur djór, skóru tey sundur og gingu síðani millum partarnar, báðir part­ar, sum gjørdu sáttmálan. Men legg til merk­is, at í 1. Mósebók 15. kap.fór eld­ ur fram í m i l l ­u m partarnar, men Ábra­ ham gekk ikki millum partarnar, hann svav, lesa vit. Harrin er fleiri ferðir í Bíbliuni lýstur sum eldur. Harrin fór millum partarnar og gjørdi ein einvegis sátt­ mála við Ábraham. Tí er hesin sáttmálin ikki bundin av, hvat menniskju gera, Ísrael hevur gjørt nógv skeivt gjøgnum tíðirnar, men tað ávirkar ikki hendan sátt­málan, tí tað er bara ein partur, sum er bundin av hesum sáttmálanum, og tað er Harrin. Hann fer vissuliga eisini at halda sáttmála sín. Nógvur ágangur hevur verið og er á Ísrael, serliga er tað Iran, sum nú hóttir Ísrael við at strika tað av heims­ kortinum, men tað fer ikki at lukkast. Harrin vakir yvir orði sínum (Jer. 1,12) og er garantur fyri at tað gongur út. Kjak Fólkavøkstur – sterkari kommuna og vinna Annfinn Brekkstein Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu - Sambandsflokkurin Fólkagrundlagið í kommununi Tað er tørvur á fólkavøkstri í Føroyum við tí endamáli at styrkja og framtíðartryggja samfelagið og vinnuna. Neyð­ugt er við einum fólka­ grundalag, sum er sett saman á hóskandi og burðardyggan hátt eftir aldri, kyni, før­leik- um o.a. Fólkagrundarlagið í Tórs­ havnar Kommunu er í løtuni m.a. eyðkent við: • Arbeiðsmegin er støðug, men ov fá yngri arbeiðsfør fólk • Færri kvinnur enn menn búgva í kommununi • Framskrivingar vísa, at talið á eldri fólkum ella pensjónistum fer at vaksa munandi um nøkur fá ár • Bara ein triðingur av teim­ um, sum taka eina hægri útbúgving venda aftur til Føroya/miðstaðar­økið • Lutfalsliga fá við hægri út­búgving starvast í vinn­ uni. Avbjóðingar og fortreytir Avbjóðingin er eitt hægri burðaravlop og at forða fyri framhaldandi fráflytning og at skapa karmar fyri, at arbeiðsføri parturin av fólk­ inum og unga fólki velur at flyta til Føroyar aftur eft­ir loknað útbúgving og arbeiðsroyndir í útland­ inum. Høvuðsfortreytin hjá unga útbúnað fólkinum fyri at venda aftur til Før­ oya ella at verða verandi, er búskaparvøkstur, tvs. skap­an av lokkandi ar­ beiðs­plássum, bæði í vinn­ uni og hjá tí almenna. Har­aftu­rat muga sosialar skip­anir verða so mikið út­ bygdar og vælvirkandi, at familjur við børnum, lætt og fyri ein rímuligan pen­ ing, kunnu festa búgv og trív­ast í kommununi. Barna­ familjurnar muga eisini stuðl­ast við hægri barna­frá­ drátti. Politiskar raðfestingar Tað er frá vinnuni, at væl­ standurin og síðan væl­ ferðin hjá kommununi skal koma, og tí er neyðugt at fáa vinnuna at vaksa og kasta av sær meira pen¬ing. Sam­ bandsflokkurin ynskir at seta fokus á eina Vakstrarætlan fyri Tórshavnar Kommunu við tí endamáli at skapa fleiri arbeiðspláss og trekkja fólk til landið og kommununa. Harafturat er neyðugt við einari skattalækking fyri at stimbra privatbúskapin og harvið eisini vinnuliga virksemið og kommunala búskapin. Tað eiga at verða gjørdar betri og meira gagnligar rað­festingar fyri rakstur og íløgur. Tí verður neyðugt at gera eina Langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur, hvørs fyrimunir verða, at nakrar av størri íløgunum veruliga kunnu gjøgnumførast og so­ leiðis, at í framtíðini verður tamarhald á rakstrar­út­reiðsl­ unum og skuldini. Veljarin avgerð, um hetta kann setast í verk, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð – eg vil arbeiða fyri, at skapa betri karmar fyri vinnuna og tær barnafamiljur og onnur, sum búgva í kommununi og tey, sum kundu hugsa sær, at flutt til Føroya og høv­ uðsstaðin. Tórshavn 6. september 2012 Iran hóttir Ísrael Richard Danielsen