Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mær nógv. Tað hevur veruliga verið gevandi at tora at vera nakin og deila sínar tekstir og sangir við øðrum. Tað er eymt og ótrúliga mennandi, sigur Eivør. Sum nakað nýtt verður eitt ljóðføri nýtt á fløguni, sum hon ongantíð áður hevur havt við á nakrari fløgu. – Eg havi ongantíð fyrr brúkt klaver. Kanska tí eg altíð meira havi verið ein guitar-genta. Men hesaferð eru nógv av arrangu­ mangunum bygt uppá klaver­ mynstur, og tað er eitt nýtt twist til mínar sangir, sigur Eivør og lýs­ir fløguna soleiðis: – Um eg skal lýsa ljóðið á fløg­uni so er tað kanska ein góð blanding av tí gamla meira fólksliga, sum eg plagdi at gera og tí meira elektroniska frá »Larvu«. Men í grundini kennist hetta heilt nýtt og frískt fyri meg. Eitt sum er so gott er, at eg bæði kann sita og spæla løgini einsa­ møll við mínum gittara ella hava eitt 7-manna orkestur við mær. Bæði tingini rigga, og tað er ein stór fríheit. Dreymurin mundi brostið Eingin ivi er um, at Eivør er komin langt við sínum serligu sang­gávum. Orsøkirnar til at gentudreymurin hjá Eivør er blivin til veruleika eru fleiri. Um­framt eyðssýndu gávurnar at syngja hevur hon alla ta tíð­ina, hon kann minnast, havt stóran áhuga fyri tónleiki og at fram­ føra. – Ein av fyrstu ferðunum, eg framførdi, var á eini sølustevnu í Runavík, og eg var 12 ára gomul, og einasta ljóðførið, eg hevði afturat mær á pallinum, var ein bassur. Sjálvt um beinini skulvu sum gelé, visti eg, at hetta var tað, eg vildi gera. Meir enn nakað annað, sigur Eivør. Serliga vóru tað kjallaraorkestrini í Gøtu og í Leirvík, sum kveiktu í neistanum um at gerðast tónleikari burtur av. – Eg lærdi nógv, tá eg var við í teimum ymsu bólkunum. Serliga tíðin í Clickhaze og Ivory gav mær nógv og menti meg nógv. Fyri meg var besti skúlin at fara út at spæla tónleik saman við góð­um, seriøsum tónleikarum, ið kundu hála meg upp á teirra støði, greiðir Eivør frá. Sum 17 ára gomul sang hon so mikið nógv til konsertir og onnur til­ tøk, at tað var um reppið, at gentu­dreymurin um eitt lív sum sangar­inda brast. – Eg sang hvørt vikuskiftið og vandi skalaðir ella við bólkum meir ella minni hvønn einasta dag. Røddin fekk ongantíð neyð­ ugu hvíldina, og sjálv hevði eg ikki røttu sangtøknina og hevði ikki tað sama nærforholdið við mína rødd, sum eg havi í dag, sigur Eivør. Allir teir mongu tímar­nir við sangi og ov lítlum kunn­leika í sangtøkni gjørdu, at hon brádliga bleiv hás og fekk næst­an ikki sungið. – Røddin kollapsaði, og tað var ein veruligur niðurtúrur. Tað var einasta ferðin, har eg havi hugsað um at gera okkurt ann­að enn at liva av mínum sangi, for­ telur Eivør. Hon fór til ein sang­ pedagog, sum var í Føroyum tá, og nakað aftaná fór hon til Ís­ lands, soleiðis at røddin kundi koma fyri seg. – Í Íslandi gjørdi eg ymiskar ræddarvenjingar, men annars tagdi eg tað mesta av einum ári, so at røddin kundi hvíla. Eisini var eg hjá talupedagogi, so mann kann siga, at eg skuldi veruliga byrja av nýggjum, sigur Eivør, sum tó ikki sat hendur í favn og bíðaði eftir røddini. – Sjálvt um tað var ein hørð uppliving fyri meg, so var tað góða, at eg fór undir at mála. Eg málaði so mikið nógvar máln­ ingar, at eg hevði eina fram­sýn­ ing við tí, eg hevði málað. Tað var góð terapi fyri meg, og eg kundi útrykkja mínar kenslur og boð­ skap í formi og liti. Eisini var hetta ein umráðandi tíð, har eg lærdi nógv um mína songrødd, og um hvussu hon reint tekniskt ar­ beiddi í mínum hálsi, tá eg sang. Lætt at vera kend Røddin hjá Eivør fekk neyðugu hvíldina í Íslandi, og eisini fekk Eivør læru innan sangteknikk, soleiðis at hon í dag veit, hvussu hon sleppur undan at overva røddina. Og tað er vitan, sum er neyðug at hava, tí Eivør syng­ur framvegis nógv og hevur heili átta fløgur á baki. Hon sam­starv­ ar við fleiri av teimum dugna­lig­ astu tónleikarunum bæði í Før­ oy­um og í útlandinum og hev­ur stórar framførslur. Flestu føroyingarnir vita, hvør evnaríka songkvinnan úr Gøtu er, og í londunum rundan um okkum er hon heldur ikki ókend. – Eg havi ongar trupulleikar av at vera ein almennur persónur. Eg haldi bara, at eg eri von við tað og síggi tað sum nakað positivt, sigur Eivør og leggur afturat: – Tað er sjálvandi altíð stutt­ ligari at vera ein almennur per­ són­ur, tá tað gongur væl, men tá tú ert eitt kent andlit, mást tú eisin taka við, at alt er al­ment, eisini tað, sum tú helst vil halda fyri teg sjálva og tíni nærm­astu, greiðir Eivør frá. Ein av orsøk­ unum til at henni dámar væl at ferð­ast heim til Føroyar er, at her eigur hon góð vinfólk og familju, og hon kennir seg heima í før­ oyska umhvørvinum. – Føroyingar eru so avslapp­ aðir og fittir, so eg haldi meg kunna siga, at tað er lætt at vera al­mennur í Føroyum, fortelur Eivør. Tó eru løtur, har tað vildi verið nakað lættari, um eingin visti, hvør hon var. – Tað er ikki so stuttligt, um tú onkran dag ert í ringum lag og kanska ikki hevur tað so gott. Tá vilja øll fólk helst hava frið. Eisini kann tað til tíðir vera strævið, tá full fólk verða áleypandi og negativ í býnum. Tað sum eg serliga havi skula vant meg við er, at øll halda seg vita, hvør tú ert sum persónur og hava eina meining um teg og tað, tú gert, greiðir Eivør frá. Í sama við­fangi er hon skjót at greiða frá fyri­ mununum við at vera eitt kent navn. – Tað góða er, at eg kenni tað ikki, sum at eg allatíðina skal prógva nakað. Nógv mugu stríð­ ast fyri at verða sædd og hoyrd, og tað havi eg eisini roynt. Nú kann eg í stóran mun gera mítt arbeiði í frið og náðum. Í dag er tað ikki so farligt, um onk­ur heldur, at eg líkist einum kava­ manni, ella um onkrum ikki dám­ar tað, eg takist við. Eg hvíli í tí, sum eg geri, og eri fegin um at hava trú­fastar lurtarar her heima og aðra­staðnis í heiminum, sum seta prís uppá mín tónleik, sigur Eivør. Er altíð til arbeiðis Eivør stórtrívist í nýggju til­ ver­uni, har familjulív og sang­ karrier­a ganga hond í hond. – Eg ferðist nógv, og sjálvandi kundi eg viðhvørt hugsað mær at verið meira heima. Hinvegin planleggi eg tað, soleiðis at tað eru hol í kalendaranum, sigur Eivør. Sjálv hevur hon torført við at ímynda sær at hava eitt meira vanligt arbeiði frá 8 til 16. – Viðhvørt hevði eg tímað tað. Tað má vera deiligt, at at kunna leggja arbeiðið frá sær klokkan 16 og fara heim at gera okkurt annað. Eg eri altíð í gongd og føli altíð, at eg má gera okkurt til nyttu. Tað kann nokk bæði vera ein dygd og ein veikleiki at hava tað soleiðis, sigur Eivør, ið hevur funið seg til sættis við, at hon ofta arbeiðir, tá onnur hava frí. – At vera nógv burtur og upp­ trakka, tá ið vinir og onnur hava fríð í vikuskiftunum, kann til tíðir kennast einsligt, og eg sakni ofta vinfólkini. Men samstundis hevði eg ikki ynskt mær tað annarleiðis, tí tað gevur mær so ómetaliga nógv at spæla tónleik, og eg haldi ikki, at eg hevði dugað ella kunnað verið tað fyri uttan. Eg havi góð fólk rundan um meg, sum gera eitt gott arbeið fyri meg, og eg eri æviga takksom fyri Sigvør, sum er mín umboðskona og hevur fylgt mær ígjøgnum alla hesa tíðina, sigur Eivør. Hon heldur ikki, at hon hevði kunnað havt ein arbeiðsdag eins og flest onnur. – Tá tað kemur til stykkis, so hevði ein 8-16 arbeiðsdagur ikki rigga hjá mær. Eg eri ikki serliga góð til hatta har við tíðum og reglum. Eg eri eitt b-menniskja og týpan, sum kann finna upp á at hanga hillar upp á veggin, tá klokkan nærkast midnátt ella baka eina kaku á miðjaru nátt. Oftast eri eg eisini mest kreativ seinnapartar og um kvøldarnar. Tá alt kemur til alt, føli eg meg hepna at kunna liva av tí, eg altíð havi droymt um at gera, og eg hvíli í tí meir enn nakrantíð. rannva@sosialurin.fo Komandi dagarnar fer Eivør at hava útgávukonsertir á hesum støðum: 14. september í Tøting 15. september í Løkshøll 16. september í Norður­landahúsinum í meldrinum – Ein av fyrstu ferðunum, eg framførdi, var á eini sølu­ stevnu í Runavík, og eg var 12 ára gomul. Sjálvt um beinini skulvu sum gelé, visti eg, at hetta var tað, eg vildi gera Mynd: Høgni Heinesen