Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógvir av borgarstjórunum kring landið ætla at stilla upp aftur til kommunuvalið, sum verður í heyst. Vit hava tosað við 13 borgarstjórar kring landið og bara fýra av teimum siga, at teir hava ikki tikið støðu. Harafturímóti er tað ein borgarstjóri, sum hevur tikið avgerð um, at hann stillar ikki upp aftur. Hinvegin eru teir samdir um, at kommunurnar hava stórar avbjóðingar fyri framman, men næstan ongin av teimum nevna kortini eina tað størstu avbjóðingina av teimum øllum, og tað er ætlanin hjá samgonguni at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita. kommunuval Bjóða seg fram einaferð afturat Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu Borgarstjórin í saman­ løgdu Vága kommunu still­ar upp aftur á komm­ un­u­valinum í november. - Eg ælti mær at stilla upp­aftur, og eg eri eisini til reið­ar at halda fram sum borgar­stjóri. Eg havi verið við til at seta eitt pro­jekt í gongd, sum eg havi skyldu at fullføra, sig­ur Albert Ellef­sen. Hann sigur, at fram­ vegis er ymiskt eftir í arbeiðnum við saman­ leg­g­ingunum av gomlu Mið­vágs og Sanda­vágs kommu­num. - Vit skulu samskipa kom­mu­nuna enn betur og millum annað útnytta fasili­tet­ir­nar í komm­un­ uni bet­ur. Tá ið Albert Ellefsen verð­ur spurdur, hvørji stór­mál eru at fara í holt við kom­andi árini, vísur hann mill­um annað á eldra­økið. - Verður eldraøkið lagt út á kommunurnar, ver­ð­ ur tað ein stór av­bjóð­ing hjá okkum, og har verður neyðugt við út­byg­g­ing­ um. - Vit fara nú í holt við skúl­abygging, sum held­ur fram til ársskiftið 2013/14, vit skulu betra kloakk­við­ ur­skiftini í kommununi, og vit skulu útvega fleiri grund­stykki, sigur Albert Ellefsen. Í løtuni eru ongar ítøki­ ligar ætlanir ella sam­ráð­ ing­ar um sama­legg­ing við Sør­vágs kommunu. - Vit sita ikki og bíða eftir sørvingum, men vit eru klár, um Sørvágs kom­ mu­na er sinnað at tosa um samanlegging, sigur Al­bert Ellefsen. Gunvá við Keldu, Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu - Ein tann størsta avbjóðingin hjá næsa býráðnum í Klaks­ vík, verður at raðfesta út­ bygg­ing­ar. Tað heldur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. Hon hevur verið borgar­ stjóri í fýra ár og hon fer at stilla upp aftur á bý­ráðs­vali­ num í heyst. Og stendur tað henni í boði at verða borgarstjóri aft­ur, er tað ein avbjóðing, hon fegin hevði tikið av. - Ein bjóðing hjá nýggja býráð­num verður at fáa gongd á miðbýarætlanina við mentanarhúsinum, sum bý­ráð­ið hevur arbeitt við í nógv ár. Annars hevur nýggja ellis- og røktarheimið bundið stór­ an part av fíggjarligu orkunu í ár og næsta ár. Men stórar útbyggingina standa fyri framman, eitt nú skal skúlin á Ziskatrøð hava mun­andi ábøtur, eins og svimji­høllin skal byggjast út. Norðhavnin er ov lítil og má byggjast út. Men tað verður eisini ein avbjóðing at fáa fleiri verk­ætlanir lidnar, sum vit eru byrjað upp á fyri árum síðani, men sum ongantíð eru lidnar, bæði vegir og ann­að. - Tað knípur ofta at gera ymisk arbeiði liðug, tí hug­ urin at seta nýtt í verk, er stórur og tað hevur tað gamla so bøtt fyri, men tað er til stóran ampa fyri borgarar at vegir og annað ikki verða gjørd liðug. Men alt hetta eru stórar íløg­ur og tær kunnu ikki ger­ ast í senn. - Tískil verður tað ein stór avbjóðing at raðfesta og semj­ast um, í hvørjari rað­ fylg­ju, tær ymsu ætlanirnar skulu setast í verk. - Ein spurningur í hesum sam­bandi er, um vit skulu í holt við fleiri smærri verk­ ætlan­ir, ella seta hol á onkrar stór­ar ætlanir, sum fara av­stað við at kalla øllum fíggjar­karminum. Gunvá við keldu heldur nevni­liga, at kommunan eigur ikki at taka lán til fleiri íløgur, fyrenn lánið er goldið longur niður, so kom­ andi íløgur eiga at fíggjast yvir fíggjarætlanina hjá kommun­uni og ikki við lán­ tøku. Havi skyldu at fullføra projektið Noyðast at raðfesta