Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu - Eg bjóði meg fram einaferð afturat. Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn, stend­ ur á listanum hjá Javn­að­ ar­flokkinum, sum longu er gjørdur til býráðsvalið í Tórs­havnar Kommunu. Og hann hevur ongantíð verið í iva um, at hann skal stilla upp aftur. Og fær hann høvi at verða borgarstjóri aftur, tek­ur hann fegin við tí áliti­num. - Eg stilli upp, so fær veljarin høvi til at siga sína mein­ing um okkara avrik. Og tað er altíð veljarin, sum ger av, um avrikið er nóg gott ella ikki. Sjálvur ivast Heðin Morten­sen ikki í, at í næsta val­skeiði verða tað tey bleytu virðini, sum verða í há­sæti í Tórshavnar Býráði. - Tað verður alneyðugt at stuðla húskjum í kommun­ uni við børnum. Tað kann gerast á ymsan hátt og ein háttur er at hækka barnafrádráttum og at gera tað bíligari at fáa børn í ansing. Men í hesum sambandi verð­ur tað ikki minst al­ neyðugt at útvega fleiri bíli­ gar ­íbúðir. - Tað má verða lættari at fáa tak yvir høvdið, ikki minst hjá teimum ungu, so at tey ikki missa mótið við tanka­num um at seta búgv í Havnini, tí tað er so dýrt. Tískil verður tað neyð­ugt at byggja nógv fleiri íbúð­ ir til leigu og kanska eisini eigaraíbúðir eisini. Men fyri at økja um trivn­aðin og eggja fólki at búsetast í Havnini, er eisini neyðugt at skapa góð­ar karmar til frítíð og mentan –og ikki minst- at tálma skattatrýstið mest møgu­ligt. Men tað skal alt samalt gerast, uttan at taka lán og skuld­ar­binda kommununa, legg­ur borgarstjórin aftur­at. Kim Durhuus, Borgarstjóri í Sunda Kommunu Kim Durhuus, borgar­ stjóri í Sunda Kommunu, hevur ikki enn tikið støðu til um hann stillar upp aftur ella ikki. - Eg fari at brúka hesa næstu tíðina at hugsa meg um, sigur hann Hann hevur verið borg­ar­stjóri í fýra ár, men áðr­enn kom­mu­nu­saman­ legg­ing­ina í Sunda­lagn­ um, var hann bygda­ráðs­ lim­ur í Hós­vík einaferð fyrst í ní­ti­ár­unum. Men hóast hann verð­ ur partur í tí ella ikki, heldur hann, at ein hin størsta av­bjóð­ingun í Sunda Kommu­nu hesi næs­tu árini, verður at skipa skúlaøkið. - Men tað er eitt sindur tor­ført, tá ið landið um­ situr ein part av tí og kom­ mun­u­r­nar ein part. Hinvegin ásannar hann, at verður eldraøkið lagt und­ir kommunurnar fyrs­ta januar í 2014, sum ætlað, verð­ur tað tann størsta av­bjóðingin av øll­um. Bleytu virðini í hásæti Eldraøkið verður tungt kommunuval Símun Johannesen borgarstjóri á Nesi Símun Johannesen, borg­ ar­stjóri á Nesi, hevur ikki tikið støðu til um hann fer at stilla upp aft­ur ella ikki. Men hann heldur undir øllum umstøðum, at nú kom­mu­nan er væl fyri við grund­leggj­andi hentleikum sum havnar­ lagi, skúla, barna­ans­ing o.s.fr. má tað næsta býráðið í øllum førum hava við í rað­fest­ing­unum, at skuld­ in má rindast niður. Annars eru ongar stór­ ar æt­lan­ir í umbúna á Nesi, men hann heldur, at tað hevur týdn­ing at fáa skuldina niður fyri at fáa størri fíggjarligt rásar­rúm. Ein álíkning er einar 37 millión­ir og skuldin er eina hálva millión undir tað, so tað vildi verið rætt at hugsa um at goldið hana longur nið­ur, áðrenn fleiri stórar íløg­ur verða gjørdar. Annars heldur hann, at verður eldraøkið lagt undir kom­mu­nurnar, verð­ur tað eitt ódnartak . Og tað verður eisini eitt tungt tak at gera gera spill­vatns­ ætlanina, sum lóg­in krevur, leggur hann aftur­at. Rinda skuld niður Sune Jacobsen, Borgarstjóri í Sørvágs Kommunu Eitt tað fremsta átakið hjá nýggja bygdaráðnum í Sør­ vági verður gera skúlan lidnan. Tað sigur Sune Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sør­vági. Eisini hann ætlar at stilla upp aftur á næsta bý­ráð­ið og før hann høvi at verða borgarstjóri aftur, fýr­ir hann ikki fyri tí. Hann sigur, at í hesum val­skeiðnum er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at dagføra skúlar­nar, men í næsta val­ skeið­num skal tað gerast liðugt. Ein stórur partur av hes­ um verður samanbinda tann gamla partin og tann nýgg­ ja partin saman so at talan verður um eina funk­tio­nella eind. Men tá ið tað er gjørt, er skúlin í Sørvági í góðum standi og væl útbygdur og fram­tí­ð­artryggjaður. Sørvágs Kommuna hev­ur lagt stóran dent á at verða grøn kommuna og í hesum sambandi fáa kommu­nal­ir bygningar nýg­g­ja luftskipan. Men so má kommunan eisini alla tíðina hava grund­ stykki tøk til tey, sum hava hug at búsetast í Sør­vágs Kommunu. Annars verður tað eitt stórt tak at fáa kloak­skipan­ ina í lagi, soleiðis, sum lógin krevur, heldur Sune Joensen. Skúlin framtíðar­tryggjast