Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Karl A. Olsen, Borgarstjóri í Vestmanna - Tað eru nøkur viður­ skifti, vit ikki eru komin á mál við og tað kundi eg væl hugsað mær at verið við til at gjørt liðugt. Tað sigur Karl A. Olsen, borgar­stjóri í Vestmanna. - Tað verður helst til tað, at eg stilli upp aftur og eg hevði onki havt ímóti at verði valdur og verði eg í uppskoti til at verða borgarstjóri, hevði eg tikið av, sigur hann. Hann sigur, at nú hava tey bygt røktarheimið og tað hevur sett sín stóra dám á hetta valskeiðið. Í tí sambandi hevur Vest­manna Kommuna gjørt av­talu við Fíggjar­ mála­ráðið um at sleppa at læna upp um eina álíkn­ing í skatti og í sama við­fangi varð skatta­pro­ sentið hækkað upp í 23%. Og nú vil Karl A. Olsen fe­gin fáa høvi til at gera arbei­ð­ið liðugt - Eg vil fegin fáa høvi til at fá slætt borð aftur og at fáa skuld­ina hjá kommununi nið­ur um aftur eina álíkning, so at vit kunnu lækka skattin aftur og kanska hækka barna­frá­dráttin, sigur hann. Hann sigur, at svíkja inn­tøkur­nar ikki, og verð­ ur kommu­nu­nan væl stýrd, held­ur hann, at tað kann lata seg gera í 2014. - Tað skal ikki so nógv til, tí ein álíkning er einar 35,6 millión-ir og skuldin er góðar 40 milliónir og vit ætla at rinda 3,7 milliónir um árið. - So útlitini eru ikki so galin, heldur hann. Men afturat hesum eru tað so nakrar smærri íløg­ ur og vegir og annað, sum eisini skal gerast, leggur hann aftur­at. Hinvegin heldur hann eisini, at í næsta val­ skeiðið eigur býgdaráðið at raðfesta ætlan­ina at fáa bygdina vetrar­frið­aða fyri seyð. Vil sleppa at gera arbeiðið liðugt kommunuval Kristin Michelsen, Borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu - Enn havi eg onga avgerð tikið um at stilla upp aftur til kommunustýrisvalið í heyst. Tað sigur Kristin Michel­ sen, sum hevur verið borg­ar­ stjóri á Tvøroyri seinastu 10 árini. Hann sigur, at tað eru viður­skifti, sum tala ímóti at stilla upp aftur, men tað eru sanniliga eisini viður­skifti, sum tala fyri. Kristin Michelsen varð vald­ur á Føroya Løgting á vali­num seinast og hann ásann­ar, at tað fer við rætti­ liga nógvari tíð. - Tað ber til at samskipa starvið sum borgarstjóri ella býráðspolitikari, og starv­ið sum løgtingsmaður, men ein part av árinum er tað torført við tað, at ferða­sam­bandið er so vánaligt, at dagarnir í Havn verða nak­að langir. Tað ger tað sera møtimikið og tí er ikki vist, at eg stilli upp aftur. Hinvegin dylir hann ikki fyri, at hann hevur stóran áhuga fyri býráðapolitikki og hann heldur, at tað verð­ ur spennandi at vera við í bý­ráðs­politikki hesi næstu fýra árini. - Tað hendir nógv, sum er bæði Tvøroyri og oynni sum heild, at frama. Eitt, Kristin Michelsen hugs­ar um í hesum sam­ bandi, er nýggja up­psjóv­ar­ vir­k­ið, sum hevur ført til, at skattainntøkurnar hjá Tvør­oyri og hinum kom­mu­ nunum í Suðuroy, eru hækk­ að­ar nokk so fitt í sein­ast­uni. - Tað eru nýggjar tíðir fyri Tvøroyri og Suður, sig­ur hann Annars heldur hann, at størsta avbjóðingin hjá næsta býráðnum á Tvør­ oyri, verður at fáa vatn- og kloakviðurskifti, sum lógin krevur, skulu vera í rættlag. Hinvegin harmast hann um, at alt tos um kom­mu­ nu­samanlegging eftir øll­um at døma er skotið langt út í framtíðina. Ongin avgerð Kirstin Strøm Bech, Borgsarstjóri í Vágs Kommunu Kirstin Strøm Bech, sum hev­ur verið borgarstjóri í Vági síðani 1. januar í 2005, stillar ikki upp aftur á valinum, sum verður í heyst. Tað er ein avgerð, hon hev­ur tikið fyri rúmari síðani og hana stendur hon við. - Tað skulu øgiliga góðar tali­gávur til at fáa meg at broy­ta støðu, leggur hon aftur­at. Kirstin er lærari og hon sigur, at hon kundi hugs­ að sær nøkur ár aftur­at í skúlanum áðrenn pen­ sjóns­ald­ur, tí henni dámar lærara­gern­ingin serstakliga væl. Men annars heldur hon, at tað verður ein kommuna ið er væl fyri á nógvum økj­ um, sum tað næsta býráðið tek­ur yvir. - Á nógvum økjum eru um­støðurnar í Vági góðar. Havna­viðurskiftini eru góð og tað eru umstøðurnar til ítrótt eisini, tó at ítrótt­ar­ høllin treingir til ábøtur. - Kemur so langhylurin aftur­at, verður tað avgjørt eitt gott íkast. Hon staðfestir eisini, at barna­garðurin er komin væl áleið­is og ein uppgáva hjá næs­ta býráðnum verður at gera hann lidnan. - Tá verður kommunan heilt væl fyri, hvat barna­ ans­ing viðvíkur. Annars skulu ábøtur og fram­stig sjálvandi gerast alla tíð­ina, heldur hon.s - Skúlin eigur at rað­fest­ ast, soleiðis at hann hevur tað, ið krevst av einum nú­tíð­ar skúla, umframt at hann treing­ir hann til ábøtur og ný­tímans­gerð. Annars verður neyðugt at dagføra vatnveitingina í kom­mu­nuni og tað verður eisi­ni eitt stórt tak at fáa eina ætl­an fyri spillvatnið í kom­mu­nuni. Men onnur átøk eru eisini, sum ikki kosta tað stóra, eitt nú at fáa ætlaða ung­dóms­húsið á føtur og nakrir vegir eru eisini, sum hava ábøtur fyri neyðini, sigur Kirstin Strøm Bech. Vit eru væl fyri