Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Grønlendski landsstýris­for­ maðurin, Kuupik Kleist, er væl nøgdur við vitjanina hjá suðurkoreanska forsetanum, Lee Mung-Bak, í Grønlandi um vikuskiftið Undir vitjanini vórðu fýra avtalur um ymiskt sam­starv undirskrivaðar. Lands­stýrismaðurin Ove Karl Berthel­sen, sum um­sit­ ur vinnu­mál og ráevnini, og suður­koreanski vitanar- og búskapar­mála­ráðharrin, Hong Suk-Woo, skrivaðu undir eina avtalu um at menna samstarvið á ráevna­ øki­num. Í sama viðfangi hevur grøn­lendska felagið Nuna Minerals skrivað undir av­ talu við tað al­menna suð­ ur­koreanska náms-felag­ið Korea Resources Corpora­ tion. Vísindin slapp eisini upp í part. De Natioanle Geo­ logiske Undersøgelser for Dan­mark og Grønland, GEUS, skrivaði undir sáttmála um samstarv við ein líknandi stovn í Suðurkorea, og lærdi háskúlin í Århus fekk sátt­ mála við suðurkoreanska pól­granskingarstovnin. Kuupik Kleist sigur við grønlendska kringvarpið, at vitjanin er søgulig, og at hann sær nógvar møgu­leik­ ar í samstarvi við eina av heimsins fremstu ídn­aðar­ tjóðum. Vitjanin hjá suður­ kore­anska forsetanum er eftir hansara tykki eisini eitt prógv um, at Grønland verð­ ur støðugt meiri sjónligt á tí uttanríkispolitiska pall­in­ um. Grønland og Suðurkorea skulu samstarva Fingu drápshóttanir fyri at verja Breivik Verjarnir hjá Anders Behring Breivik vórðu hótt eftir lívinum, tí tey vardu hann í rættinum Geir Lippestad, sum var høvuðsverji hjá Breivik, hevur fyrr greitt frá, at hann fekk drápshóttanir, tí hann var verji hjá Breivik, og nú sigur ein av hinum verj­ unum, Vibeke Hein Bera, at tað sama hendi henni. Frá børnum sínum fekk hon at vita, at onkur hevði sett ein prís á hennara høvd, sum hon orðar tað. – Børnini vóru bangin, og hetta var ógvuliga óhugnaligt, sigur Vibeke Hein Bera við norska kringvarpið. Hon sig­ ur, at hon fekk hóttanir and­ lit til andlits og ígjøgnum tele­fonina. – Tað mest reiðiliga er at tosa við fólk andlit til andlits, so ein kann siga sína hugsan. Nakrar ferðir havi eg eisini fingið høvi til at greiða fólki frá mínum arbeiði, sigur hon. Vibeke Hein Bera sigur, at aftan á hóttanirnar vórðu ávís trygdarfremjandi tiltøk sett í verk í samráð við løg­ regl­una, men hon vil ikki siga, hvat tað var. Men tey hava virkað væl, leggur hon afturat. Ovfarin Undan rættarmálinum ímóti Anders Behring Brei­vik vóru tað mong, sum settu spurn­ ar­tekin við, um maðurin yvir­høvur skuldi fáa nakran verja í rættinum. Vibeke Hein Bæra sigur, at hon dugir væl at skilja, at fólk hugsaðu so­leið­is, og hetta hevði hon eis­ini vænt­að. – Tað er væl skiljandi, at fólk hugsa soleiðis, tá tað snýr seg um eitt mál, sum hevur vakt so nógvar kensl­ ur, so nógva øði og so nógva sorg. Hetta hevur eisini gjørt, at vit hava verið fyri hend­ ingum, sum eingin okkara ynskir sær, og sum heldur ikki erru vanligar í sambandi við revsimál, sigur hon. Men alt hevur ikki verið líka nei­ ligt. – Tað eru eisini mong, sum hava verið jalig, og eg eri ovfarin av, at so nógv siga seg duga at skilja, at eisini Breivik hevur rætt til verju, og at tað er ein sera, sera týðandi partur av okkara rættarsamfelag, sigur Vibeke Hein Bæra við NRK. Grønlendingar fingu tríggjar avtalur við Suðurkorea, nú suðurkoreanski forsetin var og vitjaði Mynd: KNR Vibeke Hein Bera var ein av verjunum hjá Anders Behring Breivik Mynd: NRK Læknar rýma av landinum Tað hevur fingið øði í læknarnar í Íslandi, at stjórnin hevur giv­ ið for­stjóranum á Lands­sjúkra­húsinum í Reykjavík 500.000 ís­ lendskar krónur í løn aft­ur­at um mánaðin, so­ leiði­s at hann nú fær 2,3 milliónir krónur í mán­ aðar­løn. Formaðurin hjá lækn­ unum, Ómar Sigurvin Gunn­arsson, sigur við fjølmiðlarnar, at hann stúrir fyri, at avgerðin fer at fáa fleiri læknar at søkja sær starv uttan­ lands. Læknaformaðurin sig­ur, at lønarhækkingin hjá sjúkrahússtjóranum kom sera óvart á lækn­ arnar og hitt starvsfólkið, tí forstjórnin hevur bið­ ið tey vísa tolsemi og at standa saman ímóti skerj­ingum á stovn­in­ um. Sjóvinnu­út­búgv­ ingar stóran áhuga Í Íslandi er áhugin fyri útbúgvingum, sum hava tilknýti til sjóvinnu, vaks­in sera nógv millum tey ungu. Nýggj tøl vísa, at næmingatalið er heili 46 prosent størri í ár enn í fjør, og so stórur hevur vøksturin ikki verið í mong ár, skrivar blaðið Vísir. Skúlaverkið sigur, at tað er umráðandi at stuðla upp undir hes­ar útbúgvingarnar og at økja samstarvið mill­ um vinnulívið og skúla­ verkið. Skotar ala meiri laks Alararnir í Skotlandu tóku 158.000 tons av laksi í fjør, og tað var 2,5 prosent meiri enn árið fyri. Skotska hagstovan sigur, at alararnir hava ikki tikið so nógvan laks síðani 2004. Framleiðslan er eisini vaksin nógv tey seinnu árini. Harafturímóti mink­ ar tann skotska síla­ alingin nógv. Í fjør tóku alararnir 4.620 tons av sílum, og tað er nógv minni enn fyrr. Sambært tølunum hjá hagstovuni minkaði sílaalingin heili 24 prosent frá 2010 til 2011.