Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað er fleiri ferðir prógvað, at Hells Angels stendur fyri rúsevnishandli, og nú er stað­fest, at handil teirra eis­ ini røkkur til Føroya. Hetta er komið fram í rús­ evnismálinum, sum Føroya rættur mánadagin fór undir at viðgera. Dómarnir fella vænt­andi seinni í dag. Narkopolitiið kom inn í málið, tá ið tollararnir steðg­ aðu einum bili, sum kom við Norrønu úr Danmark 24. Juni í ár. Í bilinum vóru tveir ung­ ir danir, ein kvinna og ein maður. Tey søgdu, at tey skuldu til Føroya at ferðast í tvær vikur, høvdu tráður, tjald og annað við sær. Sannleikin ein annar Men tá ið tey vórðu handtikin, og bilurin varð kannaður, var søgan ein onnur. Hann varð sendur til Før­ oya, og hon fór við, tí tað skuldi síggja út, sum vóru tey par. Veruliga ætlanin var, at tey dagin eftir skuldu fara til Danmarkar í flogfari. Maðurin greiddi í rætt­ inum frá, at hann ikki longur var misnýtari av rúsevnum, og hon hevði ongantíð so mik­ið sum roykt sigarettir. Men hann var komin at sláa ein mann, sum vísti seg at hava samband við rokk­ararnar, sum áløgdu tí ákærda manninum at gjalda 25.000 krónur fyri gerð sína. Ta ið hann ikki kundi gjalda, varð honum álagt at gera eitt arbeiði, og tað var at fara til Føroya við rús­evn­ um. Rúsevnini vórðu fjald í einum eldsløkkjara. Góð 600 gramm av hassji og MDMA- pulvur svarandi til 1137 ecstasy-tablettir. Kvinnan var farin við fyri at hjálpa manninum, sum hon áður hevði gingið saman við. Tey skuldu koma við túrin hjá Norrønu frammanundan, men á veg til Hirtshals, datt eitt hjól av bilinum, og tey noyddust at venda aftur. Tá kom kvinnan at hitta mannin, sum hevði sent tey avstað. Hann var systkina­ barn hin. Sum vikan gekk, fekk Rúsevnismálið í rættinum limur í Hells rúsevnismál Ein av teimum ákærdu í rúsevnismálinum, sum Føroya Rættur viðger hesar dagarnar, er limur í Hells Angels. Tað váttaði verji hansara í rættinum í gjár. Tað vóru eisini rokkararnir, sum sendu fólk til Føroya við rúsevnum, men fólkini vóðu steðgað av tollarunum Ein av teimum fimm ákærdu i málinum er ein føroyingur, sum ákæruvaldið hevur keypt rúsevni og skuldi lut­ taka í smuglingini í ætlaðu smuglingini við Norrønu í juni í ár. Hesin hevur ikki sitið varðhaldsfongslaður. Mánadagin seinnapartin varð hann avhoyrdur, men tað gekk sera trekt hjá ákær­ anum at fáa spurningar­nar svaraðar. Maðurin varð mest spurd­ur um sambandið mill­ um hann og hin føroyingin, sum sambært politinum skuldi taka ímóti. Nógv sms Politiið hevði fingið útskrift av útgangandi sms-um frá hinum føroyinginum og til hansara. At kalla hvørja ferð var svarið, at hann mintist ikki, um hann hevði svarað. Ákærin segði, at lívligt sms- samband hevði verið millum teirra. Maðurin viðgekk at hava keypt tablettir av slag­num Ritanil frá hinum føroy­ing­ inum. Tað hevði hann gjørt, tí hann hevði ADHD og heili­vágurin gjørdi honum væl. Hann hevði keypt fleiri ferðir. Nøkur sms avdúkaðu, at hann stóð i peningaskuld til hin, og tað viðgekk hann. Hann hevði framvegis ikki goldið skuld sína. Spurdur um øll sms-ini svar­aði hann vistu væl, at okkurt skuldi koma til land­ ið, men hann visti ikki hvat. Hin hevði fleiri ferðir biðið hann hjálpt til við at koyra og annað, men hann hevði ikki svarað, segði hann. Ákærin rak framundir, at hann ferðaðist í misbrúkara­ umhvørvinum og nevndi onkrar vinmenn. Hon helt seg eisini kunna týða okk­ urt sms, sum sent varð um Summarfestivaltíðina, sum viðmerking til, at ein mað­ ur varð tikin fyri narko á festivalinum. Annars hevði maðurin 20 hassjplantur, tá ið hann var tikin. Tí kundi hann ikki nokta fyri. randi@sosialurin.fo Mintist næstan einki