mikudagur 12. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í
Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og
so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Lestrarárið er byrjað nógva staðni –
eisini í Danmark, og vit hoyra dagliga
um føroyingar, sum ongan bústað hava
fingið, sjálvt um tey flestu hava søkt um
kollegiiíbúð í góðari tíð og nú kortini
standa uttan egnan bústað og ofta á
einum bíðulista, sum er eitt hálvt til
tvey ár.
Hvat er at gera?
Tey flestu hugsa um kollegiir, tá tey fara
til Danmarkar í lestrarørindum.
Fleiri kollegiir eru við í eini skipan, har
kømur vera býtt út av eini býtisnevnd
fyri fleiri kollegiir. Onnur kollegiir
ynskja sjálvi at býta kømur út, og her
skalt tú søkja til hvørt einstakt kollegii.
Á niðanfyristandandi heimasíðum
kanst tú síggja, hvørjar mannagongdir
tey ymisku kollegiini hava:
• www.ug.dk (om at søge bolig)
• www.ungdomboliger.dk
• www.kollegierneskontor.dk
• www.boliger.dk/kollegier.php
Allar umsóknir fara fram online.
Nógv lesandi búgva ikki á kollegium, og
tað eru fleiri aðrir íbúðarmøguleikar,
enn at búgva á kollegium, t.d.
• Privat leiga
• Búfelagsskapur
• Lútaíbúð
• Framleiga íbúð
• Eigaraíbúð
Her eru nakrar góðar heimasíður:
• www.findbolig.nu
• www.boligbutikken-for-ht.dk
• www.lejebolig.dk
Okkara ráð eru :
• Skriva teg upp til íbúð so nógvastaðni
so tíðliga sum gjørligt
• Sig øllum, tú kennir, at tú leitar eftir
bústað
• Fylg við bústaðarmarknaðinum í
bløðunum bæði donsk og føroysk
• Kanna uppslagstalvur
í supermarknaðum, á
útbúgvingarstovnum og á kollegium.
Á kollegium og útbúgvingarstovnum
hugsa vit serliga um framleigu í
eitt styttri ella longri tíðarskeið,
tí sera nógv lesandi eru burtur í
lestrarørindum í eitt ávíst tíðarskeið
og ynskja tí at framleiga teirra íbúð,
meðan tey eru burtur.
• Lýs og les í føroyskum bløðum
Bjørg og Holger
Soleiðis leitar ein lesandi eftir íbúð í Danmark
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Góðu tit bæði
Eg havi lisið í Danmark í 3½ ár og havi nú eitt
professiónsbachelorprógv. Eg havi, meðan eg las, fingið
SU. Nú eri eg saman við mínari familju flutt til Føroyar, og
útlitini fyri at eg kann fáa arbeiði í Føroyum, eru ikki av
teimum bestu. Mín spurningur til tykkum er: Um eg fari
undir víðari lestur í Føroyum, hvussu ávirkar tað mínar
møguleikar at fáa studning úr ÚS, tá eg longu havi fingið
SU úr Danmarki 3½ ár???
Vh xxx
Hey xxx
Tín spurningur er sera relevantur nú, tí nógv eru í somu
ella líknandi støðu sum tú, t. v. s. fólk sum nema sær
útbúgving í meira enn í einum landi.
Viðvíkjandi stuðuli er høvuðsreglan, at tú í mesta lagi
kanst fáa stuðul í seks ár.
ÚS (Studni - FO) og SU (Statens uddannelsesstøtte -DK)
samstarva, og millum annað er tað ein avtala, at stuðul til
í mesta lagi seks ár er gjaldandi, eisini um ein lesandi t. d.
byrjar at lesa í Danmark (fær SU) og seinni velur at lesa
Føroyum (fær ÚS).
Til ber at søkja um dispensatión frá teimum seks árunum.
Les meira um hetta á www.studni.fo og á www.su.dk
Vinarliga Holger og Bjørg
Spurningur
Nær eru umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku á
hægri útbúgving í útlondinum?
P.P.P.
Hej P.P.P.
Umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku á hægri
útbúgving eru rættiliga ymiskar frá landi til land.
Men minst til altíð kanna freistirnar í góðari tíð, tvs.
eitt ár áðrenn lestrarbyrjan, og gloym ikki at kanna
upptøkukrøvini samstundis!
Danmark
Kvote 2, freistin er 15. mars. Søkir tú um kvotu 2, er tað
samstundis ein umsókn umvegis kvotu 1, har freistin er 5.
juli. Umsóknarbløðini eru klar umleið 1. februar á: www.
optagelse.dk, og skal vera frammi innan 15. mars klokkan
12.00. Fyri kvotu 1 er umsóknarfreistin 5. juli.
Les meiri um reglurnar á www.ug.dk
Noregi + Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á:
www.samordnaopptak.no og www.vhs.se
Ísland og Finnland
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar frá stovni til
stovn. Vanliga eru
umsóknarfreistirnar til
hægru útbúgvingarnar
millum januar og juni.
Umsóknarbløð fáast á
lærustovnunum.
Stóra Bretland
Vanliga umsóknarfreistin
fyri hægri lesnað í
Stórabretlandi er 15. januar,
men fleiri lestrastovnar
velja at umhugsa umsóknir
fram til 30. juni.
Føroyingar hava síðan 2007
verið roknaðir sum EU
íbúgvar í Stórabretlandi.
Til ber at søkja gjøgnum www.ucas.com. Tað er møguligt
at søkja frá 1. september árið áðrenn lestrarbyrjan,
og ein søkir sum einstakur lesandi og IKKI gjøgnum
ein skúla. Við leinkjuna "Apply" er møguligt at finna
góða vegleiðing. MINST TIL at umsóknarfreistirnar til
Oxford og Cambridge umframt lækna, djóralækna og
einstakar aðrar útbúgvingar eru 15. oktober árið fyri,
sum tú ætlar tær at byrja. Lesið meira á www.ucas.com.
Harafturat krevja fleiri lestrastovnar innan læknavísindi
í Stórabretlandi at nýggj lesandi hava meldað seg til eina
eyka roynd (BMAT ella UKAT), ella at lesandi hava søkt
og fingið dispensatión fyri eina tílíka roynd í seinasta lagi
september árið áðrenn lestrarbyrjan.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send beinleiðis til
útbúgvingarstovnin, og oftani kann tað vera eitt hálvt
ár, áðrenn útbúgvingin byrjar, men tað kunnu vera tøk
pláss heilt fram til lestrarbyrjan. Einstøk universitet,
millum annað tey heilt kendu og virdu í USA, hava
umsóknarfreist eitt heilt ár fyri lestrarbyrjan. Set teg í
samband við lestrarvegleiðarar, International Office ella
Admissions Service á staðnum, har sum tú ætlar at søkja.
Vinarliga Bjørg og Holger