mikudagur 12. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað er langt ímillum polit
isku snapsirnar, tá umræður
umstøðurnar hjá fólki við
sálarsjúku. Tí, hóast bæði
viljin og evnini eru til staðar
hjá starsvfólkunum í psyki
atriini, kann tann fjórðing
urin av fólkinum, sum fær
eina sálardiagnosu onkuntíð
í lívinum, framvegis enda á
tvímansstovu á psykiatrisku
deild ella í áralongu bíði
røðini til barnaspykiatriina.
Og fá eru útlitini fyri bata.
Tí brádliga eru allar ætlan
irnar hjá fyrru samgongu
um at útbyggja Psykiatriska
Depilin skúgvaðar langt inn
í framtíðina, til meira menn
iskjaligar, ja, medmenniskja
ligar, samgongur at taka sær
av. Men hetta er ikki einasta
heilsanin frá tí politiska til
fólk við sálarsjúku. Seinastu
dagarnar hava vit verið vitni
til ein pínligan politiskan
"renna-undan-ábyrgd-og-val
lyftum" leik.
Alneyðugt tilboð
Nú biður ein hópur av skikk
aðum og vælmeinandi fólki
um einar tvær milliónir árliga
til eitt vóngevandi Fountain
House, sum er eitt pro-fessio
nelt dagtilboð við framúr
góðum
altjóða
úrslitum.
Hetta tilboð kann, umframt
at virka fyribyrgjandi og har
við spara landinum nógvan
pening, skapa ein innihalds
ríkan og skipaðan gerandis
dag fyri eini 50 útsett fólk við
sálarsjúku. Fólk, sum í løtuni
byrgja seg inni heima við hús,
við øllum tí tramansskapi,
sum isolatión hevur við sær.
Við rætta tilboðnum er vón
in, at hesi fólk gerast betri
før at megna egið lív.
Pínliga apan
Men apan, ella umsóknin
um játtan til tiltakið, liggur
og sløðist millum hæddirnar
úti á Eirargarði. Karsten
blakar hana yvir á Anniku
og umvent. Veruleikin er, at
nú, tey hava sett sær fyri at
spara hundrað og nógvar
milliónir á almanna- og
heilsuøkinum komandi árini,
kennist tað nærmast sum
ein provokatión at koma
dragandi við nýggjum og til
trongdum tilboðum. Tí hvar
skulu pengarnir koma frá?
Tránaða valfleskið
Tí er vert at minna Karsten
Hansen, landsstýrismann í
heilsumálum, á tað, sum hann
bar fram á politiskum fundi
hjá Sinnisbata í sjálvum val
stríðnum síðsta heyst. Har
var ikki eitt eyga turt, eftir
at Karsten Hansen hevði
borið fram síni sjónarmið
um Fountain House: So fan
tastiska tiltrongt og gott helt
hann hetta vera, at hann heilt
vist fór at virka fyri einum
slíkum tilboði, um hann
slapp framat valdinum.
Vælferð kostar
Alt snýr seg um raðfesting.
Tað vita vit. Men tíverri fyri
samgonguna, so feyk alt
hennara trúðvirðið hin lagn
unnar Tollaksmessudag, har
hon fann fleiri hundraðtals
milliónir
til
ófíggjaðar
skattalættar. Tí eru ráðini
til Anniku og Karsten: Farið
inn á eina av skrivstovunum
harúti á Eirargarði og finnið
eina loysn, so hesir allarmest
útsettu føroyingarnir fáa ein
gerandisdag, sum sømir seg
einum framkomnum væl
ferðarFøroyum!
Sálarsjúka – ikki fyri sartar sálir
Rigmor Dam
Javnaðarflokkurin
Hvør hevur ábyrgdina?
Frank Davidsen
Nú komið er út í septembur
mánað bera fjølmiðlar tey
skelkandi tíðindi, at 80.000
tons av makrelkvotuni eru
eftir at fáa til høldar. So kann
ein spyrja seg sjálvan, hvussu
tað ber til, at meira enn
helvtin er eftir av tí kvotu,
sum vit hava kannað okkum.
Og hvørjar avleiðingar kemur
hetta at hava framyvir, tá
okkara
fyrrverandi
sam
starvsfelagar fáa staðfest,
at vit ikki eru førir fyri at
fiska ta makrelkvotu, vit
sjálvir hava sett okkum, ta
tíð, makrelurin er í okkara
sjóøki. Sjálvsagt verða teir
fyrndarglaðir, eins og skaða
frøin er í hæddini, nú teir til
komandi samráðingar kunna
staðfesta, at okkara fiski
málaráðharri hevur skotið
seg í fótin, so tað stendur
eftir.
Tað kann tykjast marg
háttligt, soleiðis sum manna
gongdin hevur verið í makrel
málinum. Aftan á tógvið stríð
flokkanna millum í sam
gonguni, so varð semja gjørd
um leggja tað soleiðis til
rættis, at landskassin skuldi
fáa út í móti 100 milliónum
inn í einum tilfeingisgjaldi.
Henda semja, sum Sam
bandsflokkurin setti sum eitt
ófrávíkiligt krav mótvegis
Fólkaflokkinum hevur víst
seg, at Fólkaflokkurin, sum
altíð sigur seg halda gjørdar
avtalur, sum ikki einaferð
bluffaði sitandi løgmann
okkara.
Og er tað nakar, sum
hevur lagt fótonglar í vegin,
soleiðis at kvotan helst ikki
verður uppfiskað, so er tað
sitandi fiskimálaráðharri. Ein
og hvør veit, at fiska eina so
stóra nøgd sum 150.000 tons,
tað krevur fyrst og fremst,
at tað er ein javnvág í millum
tað, sum verður fiskað, og
móttøkuorkuna á landi. Tá
vit nú hava eina so stóra
makrelkvotu, so nyttar tað
lítið at skriva út eina rúgvu av
fiskiloyvum, samstundis sum
Fiskimálaráðið frá fyrsta degi
av setur hjáveiðuprosentið á
sild so lágt, at skipini vera
revsað til at liggja óvirkin við
bryggju fleiri vikur. Í staðin
fyri at taka hædd fyri, at
kvotan varð fiskað, so hevur
ein ta fatan, at her var tað
ikki samfelagsins áhugamál,
men í staðin fyri »mig alene
vide«. Í staðin fyri at lata
ein part av kvotuni fara yvir
eina uppboðsølu sum í fjør,
so landskassin t.v.s føroyski
skattgjaldarin skuldi fáa sum
mest burtur úr við einum
tilfeingisgjaldi, so varð henda
skipan saboterað frá fyrsta
degi av við at leggja gjaldið,
sum móttøkuskipini skuldu
gjalda so høgt, at einki mót
tøkuskip hevur verið á felt
inum. Alt tos um at tað av
hesum gjørdst trupult at fáa
hesi risa stóru nøgd til høldar,
varð kveistrað til viks við tí
grundgeving, at ovmikið av
móttøkuorku var á landi at
taka ímóti. Men tað rann ikki
fiskimalaráðharranum
til
hugs, at tá einki móttøkuskip
var á feltinum, so var støðan
ein heilt onnur enn hon var
seinasta summar.
Tað var als ikki tikið hædd
fyri, at makrelurin kanska
ikki stóð so tættur, at tað tók
longri tíð at fiska, ella um
fjarstøðan har fiskað varð
gjørdi tað munin longri fyri
hvønn túrin. Hin vegin so
skuldi tað fyri alt í verðini ikki
nakað oyra koma beinleiðis í
tann soltna landskassa.
Tað er einki minni ein gøla,
um stórur partur av kvotuni
ikki verður uppfiskað, og eg
ivist ikki í, at okkara fyrr
verandi
samstarvsfelagar
fylgja væl við í gongdini
frameftir. Nú í ellivinta tíma
vaknar fiskimálaráharrin við
kaldan dreym, og nústaðni
sær hann, at hann hevur
skotið seg í fótin, so tað
stendur eftir. Samstundis
sum makrelurin er á veg
úr føroyskum sjóøki, ætlar
Fiskimálaráðið at sleppa øll
um bindingum í samband
við makrelfiskiskapin, men
spurningurin er, um vit ikki
hava ligið sjóvarfallið av
okkum.
Har afturat so er tað lagn
unar speisemi, at av teimun
150.000 tonsunum, ið vit
hava kannað okkum, so hava
uppisjóarvirkini í Kollafirði,
eins og nýggja virkið á
Tvøroyri als ikki fingið ta
nøgd, ið tey áttu at fingið
vegna vánaliga handfaring
av makrelfiskiskapinum í
summar.
Eingin ivi er um, at tað var
ein røtt og djørv avgerð, tá
fiskimálaráðharrin hækkaði
makrelkvotuna til 150.000
tons, men tað sjálsøkni og
serliga
handfaringin
av
makrelkvotuni í summar,
setur spurningin, um hetta
ikki kann koma okkum aftur
um brekku, serliga um stórur
partur av kvotuni ikki verður
uppfiskaður.
Vónandi er meira makrel
ur komin til høldar, enn fjøl-
miðlanir siga frá, og vónandi
kunna tey mest effektivu
skipini fáa so góðan fiskiskap
tað sum er eftir av vertíðini,
at tað ikki gerst ein gøla av,
at vit ikki kunna fáa alla
makrelkvotuna til høldar.
Áheitan til Anniku og Karsten: Finnið eina loysn, so Føroyar fáa sítt fyrsta hart tiltrongda Fountain House
Nú í ellivinta tíma vakn
ar fiskimálaráharrin við
kaldan dreym, og nú
staðni sær hann, at hann
hevur skotið seg í fótin