mikudagur 12. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Hósdagin
13.
september
fyllir
Poul
Christiansen
í Havn, vanliga nevndur
Poul Málarin, 90 ár. Hann
er ættaður úr Porkeri, men
flutti longu sum 17 ára gamal
til Havnar, har hann fór í
læru sum málari hjá Andreasi
Mouritsen, vanliga nevndur
Gubbi, og har arbeiddi hann í
tilsamans 25 ár, áðrenn hann
byrjaði fyri seg sjálvan.
Sum málarameistari og
arbeiðsgevari
hevði
Poul
bæði lærlingar og annað
fólk aftrat sær øll árini, og
sum handverkari var hann
tiltikin kvikur og vælgjørdur.
Hetta er ikki minst komið
væl við bæði heima og hjá
børnunum, tí skuldi okkurt
handverksarbeiði
gerast,
megnaði hann tað nógva
sjálvur.
Poul giftist í 1951 við Hjørd
is, fødd Lamhauge og ættað
úr Rituvík, og tey búsettust
í Jónas Broncksgøtu í Havn,
har Poul hevði bygt. Tey
fingu børnini Maritu, Suna
og Kirstin, og hesi hava givið
honum fimm abbabørn, um
framt at hann eisini hevur
tvær langabbadøtur.
Uppgávubýtið
millum
Hjørdis og Poul var sum hjá
so mongum, at í heiminum
ráddi Hjørdis og tók sær
av øllum har, meðan Poul
arbeiddi úti og stóð fyri tí
inntøku, sum krevst í einum
og hvørjum húsarhaldi. Tó
høvdu tey frá 1965 til 1978
málingahandil
í
kjallar
anum.
Sjálvur helt Poul fram
sum málari og legði ikki frá
sær, fyrr enn hann var farin
um tey 70. Seinnu árini eru
eyguni farin at bila, men
tað hevur enn ikki hildið
honum
aftur,
tí
herfyri
hevði hann aftur pensil í síni
tryggu hond, tá hann fekk
gjørt sær nýggja hill undir
sofaborðinum.
Hjørdist doyði í 2005,
77 ára gomul, og fyri Poul
og familjuna annars var
missurin stórur, tí hon var
ein miðdepil hjá øllum. Um
ráðandi er tó at koma sær
víðari, og tað hevur Poul
eisini gjørt, og síðstu gott og
væl fimm árini hevur hann
so búð á Ellisheiminum í
Havn, har hann stórtrívist.
Hetta ynskti hann sjálv
ur, og ikki minst dámar
honum, at tað er sum í goml
um døgum, at bæði døgurði
og nátturði hava sínar føstu
tíðir. Og at fáa morgun
drekka borið á songina av og
á, er heldur ikki at forakta.
Poul hevur bara tað besta at
bera øllum hinum, ið búgva
á Ellisheiminum, eins og
starvsfólkunum.
Hóast eyguni og eisini
hoyrnin bila, er Poul so væl
fyri, sum ein gamal maður
kann vera tað. Hann fylgir
væl við í tíðindameldrinum
og styttir sær stundir við at
lesa nógv, serliga føroyskar
bøkur. Altíð er hann klárur
við einum brosi og gjarna
eini góðari søgu ella tveim
um, tí hann hevur gott minni
og hartil góð evni at siga frá.
Sjálvur sigur Poul seg
vera farnan at merkja tey
mongu árini, men innan er
hann enn sum unglingin, við
góðum lívsneista í eygan
um. Tað munnu tey mongu
óivað eisini fara at sanna,
sum koma at vitja hann
seinnapartin føðingardagin,
tá hann frá klokkan 17 hevur
opið hús á Ellisheiminum í
V.U. Hammershaimbsgøtu 7.
Hjartaliga tillukku við
teimum 95 árunum, Poul!
fjølskylda
Frida Zachariassen 100 ár
Heiðursframsýning
í Skúlanum við Ósánna
15. og 16. september 2012
Leygardagin kl. 15.00–20.00 og
Sunnudagin kl. 14.00–18.00
Norðoya Listafelag
Í hesum sambandi skipar
Norðoya Listafelag fyri fram
sýning við verkum eftir Fridu
Zachariassen í Skúlanum við
Ósánna 15. og 16. sept. 2012.
Hetta er úrvalsframsýn
ingin, sum í summar hevur
verið á Norðurbryggjuni i
Keypmannahavn og varð
kallað: Klaksvík Blues.
Tá ið framsýningin letur
upp leygardagin kl. 15.00
spæla Helga Gerðalíð og
Ljudmila Berezina.
Karin Jacobsen greiðir frá,
hvussu hon minnist skyld
konuna, Fridu Zachariassen.
Steintór
Rasmussen,
skyldmaður Fridu, syngur
eitt lag.
Professari, dr.phil. Mal
an Marnersdóttir, sum hev
ur skrivað bók um Fridu
Zachariassen, heldur fyri
lestur um list hennara.
Til ber at ogna sær bókina
”Frida Zachariassen”, sum
Malan Marnersdóttir, pro
fessari, dr.phil. hevur skriv
að.
Framsýning við verkum
eftir Fridu Zachariassen verð
ur í Skúlanum við Ósánna
leygardagin 15. sept. kl. 15.00
– 20.00 og sunnudagin 16.
sept. kl 14.00 – 18.00.
Heiðursframsýning fyri
Fridu Zachariassen
Frida Zachariassen hevði 24. sept. í ár verðið 100 ár
Frida Zachariassen
Poul Málarin 95 ár