mikudagur 12. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrsti heyst stormurin var
við at byggja seg upp, tað tók
leyst á fjørðinum, og veður
mennirnir spáddu upp í ódn,
sinnið byrjaði at gera seg til
at taka ímóti vetrinum av
nýggjum við myrkum døgum
– tá ringdi Árni og segði, at
hann hevði ring tíðindi at
bera.
Vinur okkara Jónsvein
var deyður, tað var sum um
alt støðgaði á, og samtalan
var sera stutt, vit vóru báðir
so ávirkaðir, at hugurin at
tosa var burtur, illveður og
ófrættaboð gjørdu sinnið
sera viðkvæmt. Vit samdust
um at hoyrast seinni um
kvøldið.
Jónsvein var – dugi so illa
at siga var – ein maður, sum
eg havi kent í nógv ár og var
ein av teimum monnum,
eg hevði stóra virðing fyri,
hann var sera positivur
og vildi altíð øllum alt tað
besta, hetta er kanska lætt
at skriva, men soleiðis kendi
eg hann.
Vit komu báðir í nevndina
hjá Føroya Reiðarafelag í
1992. Hendan tíðin var beint
aftan á euforiska dansin um
gullkálvin í 80inum. Nógv lá
í pinnabrenni eftir fíggjar
ligu skaðasjógvarnar, ið land
okkara hevði verið fyri. Tá
er tað menn sum Jónsvein
reisast aftur, vísa á gongd
ar leiðir og fara í gongd aft
ur. Her koma orðini hjá A.P.
Møller bókstavliga til sín
rætt, tá hann segði, at tann
sum hevur evnini, hevur
eisini ábyrgdina. Jónsvein
tók ábyrgdina og prógvaði
síni evnir til stórt gagn fyri
bygdafólkið og Eysturoynna.
Hendan
trupla
tíðin
gjørdi, at vit báðir fingu eitt
sera gott vinalag, vit vóru í
yngra partinum av teimum
gomlu garvaðu reiðarunum,
og vinalagið gjørdist betri,
sum árini fóru. Vit, sum
mannaðu nevndina seinastu
árini, felagið var virkið, vóru
eitt nýtt ættarlið og mangan,
sum ein skúlaflokkur, har
allir vóru bestu vinir. Hetta
ávirkaði eisini arbeiðið, og
fundirnir vóru tí lættir og
positivir. Hetta gjørdi, at vit
megnaðu at flyta nøkur mørk.
Vit gleddust eisini at koma
saman, sjálvandi vóru vit ikki
samdir í øllum, men ongantíð
beiskir. Konurnar hjá okkum
vóru eisini saman við okkum,
tá vit tóku okkum av løttum,
og tær gleddu seg líka nógv
sum vit til hesar løturnar
saman – tað var sjálvandi tí,
at kemiin passaði sera væl
saman ímillum hesi fólkini.
Nú er ein farin, sum lívgaði
okkum við sínum glaða sinni,
gittarspæli og góða sangi –
hesar løturnar – har vit bara
hugnaðu okkum saman, fara
vit øll at minnast aftur á við
gleði og takksemi.
Runavíkin hevur mist ein
mann, sum veruliga var góð
ur við heimbygdina, hann
var upptikin av, at tað gekk
bygdini væl, um tað so var
kirkja, fótbóltur, skúli og alt
sum hoyrir bygdini til. Sjálv
andi var tað vinnulívið, sum
lá frammarlaga í huganum,
men hann dugdi eisini at
síggja, at alt er ikki bara ar
beiði, tað andaliga og ment
unarliga skal eisini til, um
fólk skulu trívast. At hansara
stríð
eydnaðist,
prógvaði
tann veldigi skarin, sum
fylgdi honum hendan dagin,
tá hann var lagdur til hvíldar,
har í vakra umhvørvinum við
Skálafjørðin.
Saknurin verður stórur hjá
tykkum børnunum, og ikki
minst hjá abbabørnunum,
sum hann var so góður við,
hann segði altíð, hvussu glað
ur hann var fyri síni, sum
hann elskaði.
Tann sum hevur mist
mest, er tú góða Ady, hetta
kvøldið, tá boðað var frá ódn,
vardi tað okkum ikki, at tú
skuldi blíva so hart rakt, men
sangurin sigur at:
Tá myrkast var náttin, ódnin
herjaði á, Eg mítt andlit tá
fjaldi, onki skjól var at sjá
Eg úr storminum rópti,
Harri aldri tú svav, varða
meg inntil ódnin er av.
Inntil svunnin er náttin,
inntil ódnin horvin er,
blikalogn er um lond og víða
hav ,
Halt mær fast við títt bróst,
inntil aftur verður ljóst,
varða meg inntil ódnin er av.
Orð eru so fátøk, men tú
skal vita, at vit hava allar
størstu samkenslu við tær
og tínum. Komandi dagar
verða ikki lættir, tá er gott at
tú hevur tíni tætt at tær.
Vit lýsa Guds frið og drýpa
høvur í sorg um missin av
heiðursmanninum Jónsvein
Knudsen. Hvíl í friði frægi
vinur okkara.
Vegna okkum, sumvarðaðu
av Føroya Reiðarafelag
Viberg Sørensen
Til minnis um
Jónsvein Knudsen
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo
Bókadeild Føroya Lærara
felags gevur út nýggja smá
barnabók: Svanga ormveran
etur og etur, líka til hon ein
dagin umskapast. Fyrst til
eina reivveru og síðan til ein
vakran firvald.
Í hesari stuttligu papp
bókini kann barnið fylgja
ormveruni frá tí, at hon er
eitt lítið egg, til hon ein dagin
flýgur av stað sum ein vakur
firvaldur. Hvønn dag etur
ormveran nógv. Mánadag
etur hon seg gjøgnum eitt
súrepli, týsdag tvær perur,
mikudag tríggjar blommur
og soleiðis heldur hon á alla
vikuna. Sunnudag er hon
ikki svong longur, og nú fer
hon at broytast.
Lærandi
Umframt at læra um eitt
undrunavert
náttúrfyri
brigdi, lærir barnið nøvnini
á vikudøgunum og eisini at
telja á ein stuttligan og heldur
øðrvísi hátt. Við ymiskum
síðum við holi í kann barnið
fylgja ferðini hjá ormveruni
gjøgnum alskins fruktir og
mat, til hon at enda er mett
og ger sær eitt spunahylki. Úr
spunahylkinum kemur ein
vakur og litfagur firvaldur.
Turið Kjølbro týddi
16 bls. pappbók
Ein fitt, stuttlig og lærandi bók til teir
yngstu lesararnar.
Eric Carle:
Hin svanga ormveran