Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Stýrisskipanin fyri Tórs­ havnar kommunu er eitt mál, sum Tjóðveldi í býráðnum hevur reist nakrar ferðir. Skipanin er alt annað enn demo­ kratisk. Við lógini um, at borgarstjórin er bæði politiskur leiðari og evsti leiðari fyri umsitingini, er øgiliga nógv vald í hansara hondum til eina og hvørja tíð. Tað er fólkaræðisligt undirskot, so tað for­slær. Viðhvørt hevur tú hug at spyrja, hvat tú skalt hava allar hinar lim­ irnar í kommununi til, tá borgarstjórin gjøg­num lóggávuna er so makt­ fullur, sum hann er, og er tann einasti av politik­ar­ unum, sum hevur allan arbeiðsdagin til taks at røkja sítt starv. Vit hava skotið upp, at býráðslimir sum heild fáa betri umstøður og stundir til at røkja sítt umboð. Haraftrat hava vit skotið upp, at skip­anin verður broytt soleiðis, at einir tveir politikarar aftrat verða í full­tíðar­starvi á Vagl­in­ um. Tann skip­anin verð­ ur brúkt aðra­staðni. Hesir kunna til dømis verða dagligir politiskir ábyrgdarar fyri ávikavist trivnaðarøkinum og tekn­iska økinum. Hetta verður ein demo­krati­ ser­ing og samstundis ein effektivisering, tí við síni dagligu hjáveru kunnu teir tryggja dygdarbetri gongd í teimum mongu málunum, sum verða løgd fyri nevnd. Onki er komið burtur úr hesum enn. Tað er helst onki at undrast á, um borgarstjórin heldur lítið um tað, tí tað broytir hansara umstøður. Og umsitingin er kanska heldur ikki so glað fyri at fáa fleiri av okkara slag at ganga á Vaglinum frá morgunstundini. Lat meg undirstrika, at fyri okkum er hetta ikki ein spurningur um persónar, men ein spurn­ ingur um eina meiri demo­kratiska skipan enn ta einaveldiskendu, sum vit hava, ið ikki er borgarstjóranum og um­sit­ingini at lasta fyri, men lóggávuni. Skula vit hava dygdarbetri kommu­nalt arbeiði í Havn, so skula politik­ ararnir nærri viðgerð­un­ um aðrar tíðir enn eftir arbeiðstíð. Havi sjálvur tikið tann konsekvens av nú­verandi tepru og óhøg­ligu umstøðum at røkja mítt umboð sum bý­ráðs­limur og nevnd­ ar­for­maður í menta­ mála­nevndini, at eg sjálv­boðin eri farin niður í tíð á mínum arbeiðs­ plássi fyri at hava betri at­støður at røkja tað polit­iska arbeiðið. Men eitt slíkt privat stig frá einum einstøkum býráðslimi hjálpir ikki upp á tað demokratiska undirskotið í býráðnum. Tí fara vit áhaldandi at arbeiða fyri eini stýris­ skipan, sum hóskar til tíðina, vit eru í, og tekur atlit til ta ábyrgd, sum tað í roynd og veru er at sita í Tórshavnar býráð. Ein frítíðarfiskari er ein frítíðarfiskari. Hann fiskar, tá hann leggur í. Ein frítíðarpolitikari verður neyvan annað enn ein frítíðarpolitikari. Hann ger tað burturúr, sum hann nær. Og nær hann tað ikki, so fer tað aftur við borðinum. Tess betri atstøður fólk­sins umboð í býráð­ num fáa at røkja sín sess, tess betri verður at vera borgari í Tórshavnar komm­unu. Meiri fólka­ ræði á Vaglið Jógvan Arge Tórshavn, býráðslimur fyri Tjóðveldi Gagnnýtið allar yrkisbólkar! Majbritt Mohr, forkvinna og Jóhanna Henriksen, nevndarlimur í Heilsurøktarafelagnum Ráðstevnan "Sum longst í egnum lívi - fyri ung sum eldri", sum Ergotera­peut­fe­ lagið skipaði fyri, sannførdi okkum um at samstav, sam­ skifti og samskipan eru lykla­ orð, um rehabilitering í Før­ oyum skal eydnast til fulnar. Politikarar, økis- og stovns­ leið­arar og onnur ráðandi í Føroyum mugu skilja, at allir verandi yrkisbólkar á al­manna- og heilsuøkinum mega gagnnýtast báði á leiðslu­stigi og á gólvinum um re­habi­ltering­in skal eydn­ast. Rehabilitering Tá ið ein borgari fær skaða og tí ikki kann fara aftur í sama gerandisdagin sum áðrenn skaðan, má borgar­ in saman við fakfólki finna útav, hvussu nýggi gerandis­ dagurin skal síggja út, so­ leið­is at hann aftur gevur mein­ing fyri borgaran. Hetta er eisini galdandi fyri eldri fólk, sum flyta á ellis­ heim og øll onnur, sum á onkran hátt ikki kunnu liva gerandis­dagin júst sum tey plagdu, tí onkrar umstøður eru broyttar. Rehabilitering er lyklaorðið í hesum sam­ bandi. Á ráðstevnuni var boð­skapurin greiður. - Um rehabilitering skal eydnast, er tað alneyðugt at allir fakbólkar samstarva, soleiðis at førleikarnar og styrkirnar hjá ymsu fakbólk­ unum koma borgaranum til­ góðar. Organisatorisk broyting neyðug Gunnar Gamborg, formað­ ur í Danska Ergotera­peut­ felagnum, var ikki í iva um, at tað krevur eina organisa­ toriska broyting, um rehabili­ teringin skal eydnast. Í hes­ um sambandi er tað fyri okk­um sera viðkomandi at viðgera føroyska bygnaðin á almanna- og heilsuøkinum. Vantandi fjølbroytni í leiðslunum Líta vit aftureftir, hevur tað verið siðvenja at sjúkra­ røktarfrøðingar og pedagogar manna leiðslustørvini á al­ manna- og heilsuøkinum – (Heimatænastuni, Trivn­ aðar­tænastuni og sjúkra­ hús­unum). Avgerðir við­víkj­ andi rehabilitering á hes­um økjum eru sostatt natúr­liga tiknar av hesum báð­um fakbólkunum. Tá ið leiðsl­ urnar eru so eins, er vandin fyri ov lítl­um fjøl­broytni longri niðri í bygn­aðin­um stórur. Hetta sæst tildømis aftur í starvs­fólka­hópinum á bústovnum, sam­býlum og virkishúsum fyri fólk við menningartarni ella øðr­um breki. Har starvast í stór­an mun pedagogar og hjálp­ar­ fólk. Hóast leiðslur og starvs­ fólk í dag gera eitt megnar arbeiði, vildi fjølbroytni báði í leiðslu- og starvsfólkahópi heilt víst gagna búfólkunum. Umframt at fólk við menn­ ingartarni kunnu hava tørv á pedagogiskum stuðli, kunnu tey eins og so nógv onnur eisini hava tørv á stuðli til onnur ting. Fysio- og ergoterapeutar kunnu upp á hvør sín máta menna og stuðla við síni ser­vitan. Heilsurøktarar, heilsu­hjál­p­ arar og sjúkrarøktar­frøðingar kunnu eisini menna og stuðla og um neyðugt veita heilsu- og sjúkrarøkt. Hvat skuldi verið til hindurs fyri at onnur enn pedagogar eru leiðarar á sambýlum ella bústovnum, har fólk við menningartarni búgva? Eldraøkið Á eldraøkinum er leiðslu­ bygn­aðurin og mátin at skipa seg upp á eisini tengdur at siðvenju. Allir økisleiðarar, flestu sambýlisleiðarar, allir ellis- og røktarheimsleiðarar og flestu deildarleiðarar, eru sjúkrarøktarfrøðingar. Av­ gerðir bera brá av at leiðsl­ urnar hava eins hugsunarhátt og skipanin av øllum tæn­ astum á eldraøkinum tykjast sera eins. Vit eru ikki í iva; fjøl­ broytni á leiðslustigi hevði gagnað føroyska sam­felag­ num. Hví seta vit tildømis ikki eisini fysio- ella ergo­ terpeutar, heilsurøktarar, peda­gogar í leiðandi størv á ellis- og røktarheimum? Heilsu­røkt­ar­ar, heilsu­hjálp­ arar og sjúkra­røktarfrøðingar á deildunum veita jú búfólk­ un­um, sum hava tørv á sjúkra­røkt hesa tænastuna. Í heimatænastuni kundu heilsu­røktarar gagnnýttir til fulnar, um leiðslurnar broyttu fleiri tíggju ára sið­ venju í at skipa arbeiðið. Byrjið at broyta beinanvegin Vit skulu bróta upp úr nýggj­ um og lata ein breiðari hóp av fakfólki manna leiðslurnar, eins og allir verandi yrkis­ bólk­ar í nógv størri mun eiga at gagnnýta allar sínar før­leikar á arbeiðsplássum í almanna- og heilsuverkinum. Til hetta krevst helst ikki meiri peningur, men dirvi og áræði frá politikarum og ovastu leiðslunum á al­ manna- og heilsuøkinum til at organisera og prioritera øðrvísi enn higartil. Harvið kunnu allir yrkisbólkar á almanna- og heilsuøkinum sam­an tryggja, at rehabili­ teringin verður uppraðfest. Vit skulu bróta upp úr nýggj­um og lata ein breiðari hóp av fakfólki manna leiðslurnar, eins og allir verandi yrkis­ bólk­ar í nógv størri mun eiga at gagnnýta allar sínar før­leikar á arbeiðsplássum í almanna- og heilsu­verk­ inum www.sosialurin.fo