mikudagur 12. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mong av teimum uppskot
um um blandaða bygging,
vit kunnu vænta í framtíðini,
liggja
millum
visjón
og
veruleika. Kravið um dygd,
fleksibilitet og fjølbroytni
fylgir við øllum ætlanunum.
Tí síggjast so mangar
verkætlanir, har tey sam
eina ymiskt, t.d. ítrótt og
mentan ella vinnulív og
mentan, soleiðis at tú fært
eitt fjølbroytni, har arki
tektoniska uppgávan er at
pakka tað inn í vakurleika
og hugflog, sum gera, at fólk
trívast.
Men tað skal ikki bara
byggjast nýtt. Vit noyðast
sjálvandi at byggja nýggj
stadion,
svimjihylar
og
musikkskúla,
men
sam
stundis eiga vit hópin av
bygningum, húsum og hølum,
sum við broytingum og til
laðingum kunnu brúkast til
alskyns virksemi.
Við
Skálatrøðætlanini
síggja vit longu fleiri dømi
um nýgerð í gomlum um
hvørvi, har virðingin fyri tí
gamla hevur verið í hásæti,
og har gamla býarmyndin er
varðveitt, hóast nýtt og fjøl
broytt virksemi verður hýst
í bygningunum.
Sjálvandi hugsar eitthvørt
býarstýri um inntøkur. Um
framleiðslu og úrtøku. Men
framleiðsla er ikki bara fisk
ur og fiskaúrdráttur. Fram
leiðsla er eisini mentan, list
og framleiðsla av útbúnum
fólki. Mentan skal eisini til,
skulu vit trívast.
Ein uppgáva er at fáa
so fjølbroytt virksemi sum
møguligt at virka saman
innan somu fysisku karmar.
Størri fjølbroytnið er, størri
er møguleikin fyri, at so mong
sum møguligt finna trivnað í
mongu tilboðunum.
Hví ikki sameina fiska
móttøku, tilvirking, menning
og gransking, og framleiðslu
og sølu av útgerð - alt undir
somu lon? Og tá lonin er so
ómetaliga stór sum Bacalao,
hví so ikki eisini hýsa al
skyns mentan, undirhaldi og
útbúgving, alt undir somu
lon? Hví ikki hava ein bygn
ing við innihaldi, sum næstan
er líka so fjølbroytt og sam
ansett sum lívið sjálvt? So
kunnu økini virka saman
og ávirka hvørt annað upp
á mátar, sum ongin kundi
hugsað sær frammanundan.
Myndin er eitt fantasi
fostur hjá einum ráðgeva og
einum grafikara, sum hava
spælt sær við tankanum
um, hvat hesin risastóri
bygningur kann brúkast til.
Kommunan eigur bygningin,
so hví ikki koma við hug
skotum?
Haldi okkum tørvar eitt
kjak um framtíðarvisjónir
fyri býin og mongu spen
nandi bygningarnar her eru.
Vit hava so nógvar møgu
leikar. Og tað eru málini, vit
seta okkum - visjónirnar, ið
skapa framtíðina.
Skuggatøl og fjalt arbeiðsloysi í Føroyum
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Munandi fleiri føroyingar eru
arbeiðsleysir, enn hagtølini
hjá ALS vísa. 250 føroyingar
fáa uppihaldspening frá Al
mannaverkinum, tí tey einki
arbeiði hava, og talið av lang
tíðararbeiðsleysum veksur.
Skuggatølini fyri veruliga
arbeiðsloysið
í
Føroyum,
eru tíverri sera høg. Tað vísa
svarini uppá spurningar frá
undirritaðu til Jóhan Dahl,
landsstýrismann í arbeiðs
marknaðarmálum.
Øll fegnast vit um, at talið
av arbeiðsleysum er minkað
seinastu tíðina. Í skrivandi
stund eru 1197 skrásett ar
beiðstøk.
Men, tíverri siga hagtøl
ini frá Arbeiðsloysisskip
anini bert part av søguni
um, hvussu mong eru uttan
arbeiðis. Í eini roynd at fáa
fram eina sannari mynd,
varð
landsstýrismaðurin
spurdur, hvussu mong lang
tíðararbeiðsleys eru, hvussu
mong fáa uppihaldspening,
tí tey eru arbeiðsleys, og
hvussu eyga verður hildið
við teimum, ið fella uttanfyri
ALS-skipanina. Millum ann
að kemur fram at:
- Sløk 250 fólk í løtuni fáa
uppihaldshjálp
frá
Al
mannaverkinum, tí tey eru
arbeiðsleys. Og hetta tal er
vaksið heilt munandi, síð
ani á heysti 2008.
- At frá 2009 til í dag eru
260 fólk farin úr arbeiðs
loysisskipanini, tí tey hava
uppbrúkt dagarnar, tey
høvdu rætt til í skipanini.
- At longu higartil í ár eru 94
fólk dottin úr ALS, og eini
84 afturat í ár eru í vanda
fyri at enda í sama bólki,
fáa tey ikki eitt arbeiði, inn
an árið er runnið.
- At tveir triðingar av teim
um, sum eru skrásett hjá
ALS, eru langtíðararbeiðs
leys.
Her má nakað gerast!
Tað eru bert ein partur av
teimum, sum detta úr ALS,
sum lúka krøvini fyri at
fáa uppihaldsstuðul, og at
krøvini fyri at fáa fíggjarliga
hjálp frá Almannaverkinum
eru ógvuliga strong. Tey,
sum ikki lúka treytirnar fyri
at vera í ALS, verða sostatt
ikki uttan víðari skrásett
nakrastaðni. Ein bólkur, sum
heldur ikki verður skrásettur,
eru ung, sum eru liðug at
ganga í skúla, men enn ikki
hava forvunnið sær rætt til
arbeiðsloysisstuðul, tí tey
ikki hava verið á arbeiðs
marknaðinum.
Landsstýrismaðurin
ásannar eisini ”At talan kann
vera um nógv fólk, sum ikki
hava arbeiði, bera hagtøl fyri
lønarútgjaldingar boð um.”
Og vísir her á, at næstan 40%
av teimum, sum fingu løn í
2011, forvunnu niðanfyri 100
túsund krónur. Í hesum lágu
inntøkunum, kann eisini ein
partur av arbeiðsloysinum
vera fjaldur.
Hvussu mong, veruliga
eru arbeiðsleys, ber ikki til at
fáa eitt greitt svar uppá.
Men, svarini vísa púra
greitt, at langtíðararbeiðs
loysið ikki minkar, og mun
andi fleiri eru arbeiðsleys, enn
hagtølini fortelja okkum. Tað
er ein álvarsamur trupulleiki.
Tí, tess longri fólk eru uttan
arbeiði, tess truplari er tað
at fáa fótin fyri seg aftur á
arbeiðsmarknaðinum. Og tað
er ein persónlig vanlagna. Tí
má okkurt munagott gerast,
alt fyri eitt.
Visjónir um fjølbroytta menning
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tí, tess longri fólk eru
uttan arbeiði, tess trupl
ari er tað at fáa fótin
fyri seg aftur á arbeiðs
marknaðinum. Og tað er
ein persónlig vanlagna.
Tí má okkurt munagott
gerast, alt fyri eitt