mikudagur 12. september 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið psykiatriski depilin
lat upp fyri góðum 40
árum síðan var hetta
eitt nýbrot í føroyskari
søgu. Endiliga kundu vit
viðgera sjúklingar her
heima, og fari var undir
eina tilgongd at fáa
sálarsjúk, sum vóru send
av landinum heimaftur.
Nú, yvir 40 ár seinni eru
nøkur av hesum enn á
psykiatriska deplinum.
Tey hava ongantíð fingið
nakað varandi bústaða
tilboð, men hava búð á
hospitalinum øll árini !!
Fái ilt av at hugsa
um hvat hesi fólk hava
fingið í boði. Hvussu ber
tað til, at vit sum land
hava bjóðað nøkrum av
okkara borgarum slíkar
umstøður ? Og hvar er
menniskjaliga virðingin
og virðingin fyri manna
rættindunumum ?
Í
fyrispurningi
til
landsstýrismannin
8
februar í ár fekk eg upp
lýst at tað búgva 18 fólk
á
psykiatriska
depli
num, sum eru liðugt
viðgjørd, men sum eru
har
vegna
væntandi
bústað. Allarhelst er eitt
líknandi tal, ella hægri,
eisini millum sálarsjúk
fólk, sum búgva heima
hjá familju.
So søguliga sæð hevur
psykiatriin ikki verið
raðfest nóg høgt í mun
til tørvin.
Soleiðis er eisini enn
í dag. Bíðilistarnir til
barnaspykiatriina eru á
einum ómenniskjaligum
støðið. Økispsykiatriin er
bert útbygd í einstøkum
pørtum av landinum, so
sjúklingar kring landið
fáa ikki nøktandi upp
fylging og viðgerð. Og
umstøðurnar á psyki
atriska deplinum eru
ikki
nútímansgjørdir
samsvarandi
nútíðar
krøvum.
Nú er so ein verkætlan
á borðinum. Fauntain
House sum Sinnisbati
og ergoterapeutar hava
fyrireikað, men mangla
fígging til. Uml 2,5 mill
verður upplýst, at teim
um tørva árliga til at
fyriskipa eitt útslúsandi
arbeiðsbúgvandi til-boð
til 50 fólk. Hesi 50 fólk
kundu fingið ein mein
ingsfullan gerandisdag
aftána
útskrivan
og
harvið fyribyrgt endur
innleggjan. Júst slík til
boð, sum vit altíð hava
mangla og, sum leggja
dent á fyribyrgjandi og
rehabiliterandi
partin
av tí heildartilboði, sum
vit hava mangla. Lands
stýrismaðurin í heilsu
málum hevur víst á, at
hann ikki eigur málsøkið
og tí ikki hevur heimild at
játta pening. Hann vísti
til
almannaráðharran
sum eigur økið. Vónandi
fær verkætlanin jaliga
viðgerð har, tí hon er til
trongd og neyðug.
Fyri alt í verðini má
verkætlanin ikki enda
í
ongamannalandi,
tí
ongin kassi vil fíggja.
Tað hava vit ikki ráð til,
hvørki menniskjaliga ella
fíggjarliga.Eitt
seingj
arpláss kostar upp í 3000
krónur dagliga, so átøk
sum kunnu fyribyrgja
innleggjan og betra um
lívsgóðskuna mugu vera
í áhuganum hjá øllum at
fáa framt í verki.
Tað kann ikk vera
rætt at ein verkætlan
fyri 2,5 mill árliga til 50
fólk ikki kann sleppa
í
gongd,
samstundis
sum samgongan hevur
samtykt 265 mill í skatta
lætta árliga !
Fountain House kann
blíva eitt av teimum
“missing-linkunum”
føroyska
psykiatriin
hevur tørv á. Og har eru
nógv onnur at fáa uppá
pláss. Men allir bøti
batir.
Psykiatriin hevur ikki
altíð átt nakran góða, lat
tað vera farið. Fortíðina
fáa vit ikki gjørt so nógv
við, men framtíðin er í
okkara hondum.
Tey gloymdu
Sirið Stenberg
Lív aftur í Havnina
Levi Mørk
formaður í byggi og býarskiparnarnevndini
hjá Tórshavnar kommunu
"Havnin er ein lítil bygd",
syngur Teitur. Tíverri er
Havnin ein alt ov friðalig
sovibygd. Ein avgerð um
framtíðina fyri miðbýin í
Havn má takast nú. Og hon
skal vera røtt. Framtíðin má
ikki byggjast á tilvild. Bý
ráðið hevur fingið íblástur
frá
ymiskum
spennandi
verkætlanum, fólk hava lagt
fram. Vit eiga eisini at læra av
altjóða kanningum, sum vísa,
hvørjar
grundarleggjandi
fyritreytir eru fyri trivnaði
og lívi í býum.
Fyritreytir fyri
at skapa lív
Grannaløg, har fólk trív
ast, hava nøkur felags eyð
kenni kring allan heim. T.d.
hava grannaløgini eitt mið
savningarstað ikki longri
burtur, enn til ber hjá fólki
skjótt at ganga til tað. Granna
løgini rúmast gamalt og nýtt
hvørt um annað t.d. við
bæði sethúsum, raðhúsum
og íbúðarhúsum, har fólk í
øllum aldri búgva. Har eru
smærri arbeiðspláss, so sum
skrivstovur, smáir verkstaðir,
gallaríir, caféir og handlar,
sum kunnu nøkta tørvin hjá
vanligum húsarhaldum fyri
dagligvørum og vanligum
tænastum. Ein fólkaskúli
liggur so nær, at børnini
kunnu ganga í skúla, heldur
enn at verða koyrd í bili ella
bussi. Smá spælipláss ella øki
við møguleika hjá børnum at
spæla eru innanfyri hundrað
metrar frá bústaði teirra.
Ymisk
grannaløg
er
bundin saman av saman
hangandi vega- og gongu
gøtunetverkum, sum spjaða
ferðsluna – ofta lutvíst smalir
vegir við røðum av plantaðum
trøum, so bilarnir seta ferðina
niður og eitt umhvørvi verð
ur skapt, hóskandi fyri fólk
til gongu og á súkklu, meðan
tungur ídnaður og høvuðs
ferðsluæðrir liggja uttan fyri
miðstaðar- og bústaðarøki.
Bygningar á høvuðsgøtum
ella torgum eru bygdir heilt
út til gongubreytirnar við
vegkantin, so eitt greidliga
avmarkað uttandura býar
rúm verður skapt. Parkering
og garasjuhurðar eru aftan
fyri bygningar og atkomi
lig gjøgnum trengri gøtur
ella skot. Serliga merkisverd,
tignarlig støð á miðsavn
ingarstøðum ella torgum eru
ofta almennir stovnar, ment
anarhús ella samkomuhús,
har fundir, møti, undirvísing
ella annað alment virksemi
kann fara fram.
Savna meira virksemi
í miðbýnum
Hesi atlit eru tíverri ikki
altíð tikin, tá býarætlanir
hava verið lagdar fyri Havn
ina. Úrslitið er, at sjálvt høv
uðsgøtur liggja fólkatómar í
flestum grannaløgum. Men
við smærri broytingum hevði
borið til at skapt gróðrarbotn
fyri einum meira livandi
umhvørvi – fyrst og fremst
í miðbýnum. Havnin hevur
brúk fyri góðum kørmum,
ið kunnu økja vinnuliga,
handilsliga og mentanarliga
virksemið. Hetta virksemi
eigur, sum tað sømir seg
einum røttum býi, at verða
savnað mest møguligt í mið
býnum.
Partar av ferðslutunga
miðbýarøkinum, t.d. Steina
tún, kunnu gerast meira mið
býarkend við nýggjum, hægri
bygningum,
meðan
eldri
býarpartar eiga at varðveitast
í gomlum líki, tó so, at bygn
ingar kunnu brúkast til nýggj
endamál. T.d. ber hugnaliga
havnaumhvørvið í Vágsbotni/
Skálatrøð/Bacalao ómetaliga
spennandi møguleikar í sær.
Vit kunnu gleðast um, at í
Havnini hava vit enn varðveitt
ávíst siðbundið virksemið í
havnalagnum, sum er heilt
grundleggjandi fyri føroyska
mentan – t.d. á Skipasmiðjuni
og Bacalao. Høvuðstaðurin
skal framhaldandi rúma hes
um virksemi.
Men
samstundis
kann
gamla, hugnaliga umhvørvið
eisini geva rúm fyri øðrum
nýskapandi
virksemi.
Vit
síggja tíbetur longu, hvussu
gomul pakkhús eru við at
umskapast til støð við vinnu
ligum
og
mentanarligum
virksemi, sum savnar fólk og
skapar lív. Vit kunnu gleðast
um, at Vágsbotn út ímóti
Tinganesi er við at menna seg
til eina fólkaríka "Nyhavn".
Har er fjálgt og veðurgott, og
fólki dámar at búleikast har.
Men væl meira kann gerast
enn hetta.
Draga virðisskapandi
fólk til Havnar
Góðar umstøður fyri fjøl
broyttum virksemi innan
ymiskar vinnur, vísind og
list, sum hevur allan heim
in sum marknað, er júst tað,
sum ger býir úti í heimi til
orkumiðdeplar av kreativi
teti, innovatión og fram
leiðsluhuga, sum draga fleiri
fólk, vitan og pengar til sín.
Tí skal rúm gerast fyri slíkum
virksemi í Havn.
Í økinum Vágsbotn/Skála
trøð/Bacalao kann pláss m.a.
gerast fyri einum nýggjum
vøkrum Tjóðarpalli, sum før
oyingar kunnu vera ernir av,
meðan eldri bygningar í enn
størri mun kunnu brúkast
t.d. til 'granskarapark', ráð
stevnuhøli,
konserthøli,
dansistøð,
gallaríir,
caféir
og kreativir verkstaðir, har
íverksetarar,
vinnulívsfólk,
vísindafólk, listafólk, design
arar, lýsingarfólk og onnur
kunnu arbeiða, so Havnin
gerst aktivur partur av nýggja
altjóðagjørda
vitanarsam
felagnum, ið dregur føroyskar
útisetar, granskarar, lesandi,
fakfólk og vitjandi annars
til landi. Tað er júst slíkt
fjølbroytt virksemi, sum kann
gera bý okkara spennandi.
Ein tann mest týðandi
orsøkin til, at miðbýurin er
so fólkatómur, er, at so nógvir
bygningar í miðbýnum bara
rúma almennum skrivstovum.
Heldur skuldu fleiri fólk búð
har. Ein byggisamtykt kann
t.d. áleggja, at bygningar
skulu brúkast til bústaðar
endamál,
og
at
niðastu
hæddirnar, sum liggja út til
gøturnar, skulu brúkast til
almenngagnlig endamál –
so sum handilshøli, høli til
ymiskar
tænastuveitingar,
caféir o.a.
Umstøður mugu skap
ast, sum fáa ung fólk, barna
familjur og kreativ, uppfinn
som fólk til at ynskja at búgva
og arbeiða í Havn. Hugnalig
miðbýarkend, bústaðarum
hvørvi, sum liggja tætt at
spennandi arbeiðsplássum,
kundu drigið virðisskapandi
fólk til landið, og fingið tey,
sum eru her, til at støðast og
ikki rýma úr Føroyum. Økt
virksemi hevði eisini drigið
fleiri vitjandi uttanífrá, sum
keypa í handlunum og brúka
tænasturnar í býnum og
harvið leggja pengar eftir
seg.
Býráðið kann
gera nakað
Samanumtikið eru sostatt
fleiri atlit at taka fyri at
skapa meira býarlív – nevni
liga at skapa góðar umstøður
fyri vinnu, mentan, havnar
borgarar og vitjandi, har
øll fáa sítt. Tekur ein mest
møguligt atlit til allar partar,
gerast allir partar vinnarar.
Royndir aðrastaðni vísa, at
tað ber til at tryggja vøkstur
og trivnað fyri øll. Her er tað,
at arkitekturur og býarskipan
spæla ein avgerandi leiklut.
Nú má okkurt henda á
hesum øki í Havn. Býráðið
má taka seg um reiggj og
vísa, hvussu væl tað dugir at
fáa hesi atlit til at ganga upp í
eina hægri eind, so alt stuðlar
uppundir hvørt annað. Hetta
fari eg at arbeiða fyri, verið
eg valdur eitt býráðsskeið
aftrat.
Kjak
Einki er so keðiligt, sum fólkatómar gøtur. Føroyar hava brúk fyri, at
Havnin av røttum kann kalla seg ein lívligan bý, sum dregur fólk at sær
alla staðni frá. Tí mugu umstøður skapast fyri virksemi, ið skapar meira
lív og ferðslu í býnum. Tað skal Býráðið vera við til at syrgja fyri.