mikudagur 12. september 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Komandi partur verður tann fyrri av tveimum
pørtum um ættirnar hjá Jens Wennigsted og
Niels Christoffer Winther
Spæl var einki, so tað mátti dragast
við hond. Eg dró, men eina ferð,
nú er fast í botn. Eg royndi tað, eg
kundi, men fekk ikki línuna leysa
aftur. Formaðurin fór so at draga,
meðan eg skuldu stýra upp. Men
línan slitnaði, og hann bað meg
stima til hina boyuna, so dragast
kundi frá hinum endanum.
Men tá var blivin stormur, og eg
var veruliga blivin bangin. Eg gjørdi
ikki mætari enn at taka formannin
av ræði og stýrdi móti Lillie.
Eg legði einki í tað. Sigmund og
pápi vóru systkinabørn, tí tordi eg
at gera hetta.
Tá vit koma til skipið, eru tveir
bátar afturkomnir og eru tiknir inn
á dekkið.
Tað var so ringt veður, og tað
hivaði so illa, at viðhvørt var bát
urin ájavnt lúnningina og hinvegin
kundu vit síggja uppundir botnin á
skipinum. Hetta kundi vera vanda
mikið.
Vit máttu passa okkum løgið, tá
ið báturin hivaði, at blaka fiskin
uppá Lillie. Tað kundi bara vera
einir seks fiskar hvørja ferð.
Róp í
Nú kemur róp í. Hin báturin, sum
var eftir, og sum var frammanfyri
Lillie, var holvdur. Í fyrsta umfari
vóru vóru Christian Hendriksen
og Hemming í Innarustovu komnir
á kjøl, men so var báturin farin runt
aftur. Tá sást einki til hesar báðar.
Men nú var tann triði maðurin,
Sofus Anthon Johannesen frá
Gjógv, komin uppá kjølin. Hann var
tað eldri enn hinir báðir, at hann
visti, at tað nú snúði seg um at fáa
nøglina úr bátinum fyri at sleppa
luftini undir bátinum, so hann ikki
skuldi fara runt aftur.
Nú ráddi um at fáa bjargað man
ninum av kjølinum. Hetta tók eisini
sína tíð, tí líkindini vóru so vánalig,
og sum líkindini vóru, kundu vit
lættliga fingið somu lagnu.
Vit gjørdu so tað, at vit koyrdu
fulla ferð á bátin og sigldu beint
framvið tí holvda bátinum. Í tí
vit sigla framvið, ryktu vit Sofus
Anthon av kjølinum, sum hann helt
so rimmarfast í.
So var at taka holvda bátin
inn aftur. Hann mátti hivast upp
eftir endanum fyri at fáa sjógvin
burtur úr honum. Tá var tað sum
í dreyminum hjá Tummasi við
kistuni, sum fór upp eftir enda, tá
ið hon kom í kirkjugarðin, og maður
kom úr henni!
Sofus Anthon var sum rímiligt
er illa fyri. Sigmund Brest, sum
var verfaðir Poul Nolsøe Kjølbro,
kallaður Nølli, tørnaði inn saman
við Sofus Anthon fyri at fáa hita í
hann aftur. Hendan túri var sonur
Sigmund, Tórálvur, við sum kokka
drongur.
Sofus Anton helt meg hava
bjargað sær, tí eg av ræðslu hevði
tikið formannin á bátinum av ræði.
Ja, so merkiligt kundi tað vera.
Altíð fekk eg eisini heilsu frá
honum, tá ið gjáarmenninir, brøð
urnir Guttorm og Kjartan Klein,
sum búði í Klaksvík, vóru við Gjógv,
og teir kom heim aftur.
Minningarhald í
Føroyingahavnini
So var at fara í Føroyingahavnina.
Har var ein rúgva av føroyskum
skipum og fiskimonnum. Tað kom
nógv fólk umborð til okkara. Millum
hesi vóru Johannes Bæk, fyristøðu
maður á gamla sjómansheiminum
í Føroyingahavnini, saman við
tveimum synum. Um sjómans
heimið ikki var tá, so høvdu tað
verið tyngri dagar, enn tað annars
vóru. Kona Bæk var eisini har, og
so vítt eg minnist tríggjar gentur,
sum arbeiddu á sjómansheiminum.
Tey vóru stak blíð við okkum allar
dagarnar, vit lógu inni.
Sunnudagin eftir var minningar
gudstænasta á sjómansheiminum
fyri teir sum doyðu.
Manningin varð førd í land í
báti. Hetta var áðrenn tað kundi
leggjast at í Føroyingahavnini.
Eg og Tórálvur vóru síðstir niðan
á sjómansheimið. Tað var gott
veður, og tað var proppfult av
fólki. Vindeyguni vóru opin, so fólk
kundu eisini sita uttan fyri og lurta.
Kona Bæk tók okkum inn í køkin,
har vit fingu ein góðan drekka
munn.
Vit fóru so út aftur at fiska, og nú
manglaðu tveir mans. Hesir ungu
dreingir, sum báðir vóru 21 og 22
ára gamlir, høvdu aftastu koyggj
urnar báðumegin við í lugarinum,
og nú vóru tær tómar. Tað kendist
óhugaligt.
Tað var nógvur fiskur, so tað
var skjótt, at vit fingu uppí skipið,
umframt tað, sum vit landaðu í
Grønlandi. Men nú vóru vit meira
varnir, og hildu okkum inni á
fjarðunum. Vit fiskaðu eisini langt
inni í Streymfjørðinum. Ikki fóru
vit longur út enn líka útum tey
uttastu skerini.
Heimferðin var stríggin. Veðrið
var ringt, og vit høvdu 17 samdøgur
heim. Vit høvdu havt 10 dagar yvir,
so tað var munur á.
Tá ið vit komu á Klaksvík, hetta
var 28 september, var nógv fólk
og tók ímóti, og var hetta eisini í
samhuga við teir, sum ikki komu
aftur.
Foreldrini hjá Christian vóru
Gudmund Fr. og Sofía Elisabeth
Henriksen. Tey búðu á Vágsheyg
num í Klaksvík.
Hemming var sonur Elisabeth,
systir Johan Syderbø, sum var besti
maður við henda túrin. Hemming
vaks upp í Innarustovu í Kunoy.
Gevur nógv at hugsa um
Ein slík hending gevur sjálvandi
nógv at hugsa um.
Vit lesa í sálmi 139,16:
“Sum fostur sóu eygu Tíni meg,
og í bók tíni stóðu teir allir upp
skrivaðir, dagarnir ið ásettir vóru,
áðrenn nakar av teimum enn var
komin.”
Jú, dagarnir hjá Cristian og
Hemming vóru taldir, men dagarnir
hjá Óla Jákup, Heina Svarthamar
og mær vóru ikki taldir tá. Nú eri
eg einsamallur eftir av okkum
trimum.
Eisini sigur Prædikarin 12, 1:
“Hugsa um skapara tín á ung
dómsdøgum, áðrenn hinir óndu
dagarnir koma, og árini nærkast,
sum tú fer at siga um: “Tey líkar
mær ikki.””
Eg fylti 81 ár tann 11. september,
so Harrin hevur givið mær mong
ár at hugsa um mín skapara. Eina
ferð kemur løtan, tá eg eins og hvør
annar skal úr hesum heimi. Tá er
gott at hava valt Jesus, sum sín
Harra og Frelsara.
Tíðin aftaná Lillie
Árið eftir fór Byrger aftur við Lillie.
Tá fóru teir fyrst á Suðurlandið við
gørnum. Hetta gekk væl. Seinni
varð farið til Grønlands á línuveiðu,
og nú var fiskað frá skipinum.
Í 1951 fór Byrger at sigla við
Britons Pride, eisini hjá Kjølbro,
saman við pápanum. Men árini
1952-54 sigldi hann við Sjúrðarberg,
sum var trolari, sum Kjølbro hevði
latið byggja í 1948, og sum var ein
tann fremsti í landinum tá. Kaj
Johannesen var skipari. Hetta var
ein góður kjansur.
So fór hann at sigla við Polo, sum
var eitt farmaskip hjá Kjølbro, sum
fyri ein stóran part sigldi millum
Føroyar og Danmark og Svøríki.
Jógvan Páll Fjalsbak, var skipari.
Men Byrger fór so at sigla við
nýggja Pride sum stýrimaður og
skipari. Pride var tá roknað fyri
at vera fremsta ferðamannaskip í
landinum.
Eftir hetta fór hann at sigla sum
skipari við fyrstu Ternuni um Leir
víksfjørð fyrst í 1970-unum. Hon var
so framkomin, at hon tók bilar.
Byrger kom stóran part av síni
tíð at sigla hjá Kjølbro, sum hann tí
kom at kenna ógvuliga væl. Hann
letur væl at Kjølbro bæði sum
reiðari og sum menniskja.
Mjóvanes, Lillie og Austerlitz í Grønlandi
Sjómansheimið í Føroyingahavnini er komið mongum sjómanni væl við