Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Byrger er sonur Borghild og Jákup Andreas Heinesen, kendur skipari á Pride. Í hesi Miðviku greiðir hann frá sínum fyrsta ári til skips, sum var merkt av óhappum. Byrg­er hevur aftrað seg fyri at greiða al­ ment frá hesum fyrr. Men hin­vegin mátti ásannast, at slíkar hend­ingar eiga at vera varð­veittar fyri eftir­ tíðini. Byrger: Spádd vóru trý óhapp Eg fór í 1949 við Lillie sum messu­ drongur. Vit vóru 29 mans við. Fyrsta túrin fóru vit á Suðurlandið á snørisveiðu í sjálvdrátti. Lillie var ein skonnart, sum Kjølbro keypti í 1929 saman við Malvinus í Vátutoft. Hon tók 1.100 skippund. Skipari var Sigmund í Kunoy, Sigmund Heine­ sen. Túrurin var merktur av trupul­ leikum frá byrjan av. Vit fóru av­stað 18. mars. Tað gjørdist eitt rættiligt ódnarveður, kavarok og stormur høgt. Øll skipini, sum vóru á veg til Íslands, vendu aftur. Men Lillie steðgaði upp, tí vit fingu aksilskaða. Men aksilin var gjørdur so mikið aftur, at vit kundu sjálvir sigla aftur til Føroya, higar vit komu 20. mars. Farið var avstað aftur, tá ið tað viðraði. Henda túrin vórðu vit eitt kvøldið yvirsigldir av Knørri av Strondum. Eg var inntørnaður. Tað vóru hinir eisini, eftir at teir vóru lidnir at reinsa veiðuna fyri dagin. Knappliga hoyrdi eg ein so ógvus­ligan gang og loypi upp. Tá fer Knørrur drívandi aftur við borð­in­um á Lillie. Hann hevði rent spryt­ið gjøgnum bjargingarbátin hjá okkum, sum stóð á dekkinum har frammi. Hinir komu eisini beinanvegin upp á dekkið. Tey eydnaðist sjey monnum at bjarga sær umborð á Knørr, áðrenn hon fór aftur við borðinum. Men hetta kundi eisini endað galið. Tveir av monnunum hingu í fyrsta umfari í sprytinum á Knørri, sum enntá var avísað! Tað kom panikkur í umborð hjá okkum. Nú høvdu vit bara ein lítla ritubát eftir sum bjargingarbát. Allir hildu til henda bátin, tí vit óttaðust, at Lillie fór at søkka, men hvat skuldi ritubáturin gjørt við 22 mans? Maskinmeistarin, Meinhard Elias­sen, var ein róligur maður. Hann fór niður í maskinrúmið at vita, um sjógvur var komin í skipið. Tá ið hann kom upp aftur og segði, at skipið ikki lak, blivu vit róligir. Tá var veðrið blivið so ringt, at vit máttu fara inn undir land fyri at fáa teir sjey menninar av Knørri umborð aftur til okkara. Tá sigur Sigmund Brest, sum var skúvoyingur, við meg, at hetta er fyrsta óhapp í ár, men hetta verður ikki tað síðsta. Tað verða trý óhapp, áðrenn árið er farið. Hetta kom eisini at vera so. Mitt á túrinum fóru vit undir Vestmannaoyggjarnar at kroka, og vit ankraðu út fyri havnini. Tað var ódnarveður, vindstyrki 12, sum svarar til 33 m/s. Hetta var um døgurðatíð, og menninir skaffaðu. Tá ið eg kom upp við ruskinum frá døgurðanum at koyra fyri borð, síggi eg, at nú kemur trolarin Vitin úr Fuglafirði stevnrætt inn móti bakborðssíðu hjá okkum og sleppur ankarinum niður. Eg síggi, at her blívur galið og rópi niður í lugarið: “Vitin á borði”. Tá skiparin, Sigmundur, kom uppá dekkið, hoyra vit skiparan á Vitanum, Sigurd Simonsen, sum stóð í stýriborðsrútinum, rópa, um vit ikki kundi bakka. Tá svaraði okkara skipari: “Vit liggja við tveim­ um ankarum úti, so tað er eingin kjansur at bakka.” Tað endaði við, at Vitin rendi inn í sprytið hjá okkum, sum skræddi posabummin á Vitanum niður. Sprytið hjá okkum fekk skaða, so vit fóru inn í Vestmannaoyggjar at umvæla skaðan. Sprytið varð tikið burtur, tá vit komu heim. Hetta var so annað óhappið. Feigdartúrurin Vit gjørdu so túrin lidnan og fóru til Grønlands fyrst í juni mánað at rógva út við bátum. Tað vóru fýra maskinbátar við. Manning á hvørjum báti var tríggir menn, sum so landaðu fiskin til Lillie, har fiskurin var flaktur og saltaður. Við vóru framvegis 29 menn. Mann­ing­ in skiftist um at vera í bátunum og umborð á Lillie. Tá var ikki so lætt at fáa útgerð í Grønlandi, so hon mátti mest sum øll takast við úr Føroyum. Skipið var tí fult av olju, eisini í tunnum á dekkinum, umframt salt og onnur útgerð. Í Grønlandi var partur av saltinum og oljuni lagt uppá land, so tað kundi vera meira arbeiðsligt umborð. Aftaná einar 14 dagar, kundi hetta so takast umborð aftur, og fiskin, sum vit høvdu fingið, koyrdu vit uppá land. Á ferðini yvir henda túrin hevði kokkurin, Tummas Samuelsen, undir Húsinum í Leirvík, ein sjáld­ saman dreym. Hann fortaldi mær, at hann droymdi, at hann fylgdi trimum kistum til gravar. Men tá tey komu í kirkjugarðin, fór tann eina kistan upp eftir enda, og ein maður kom úr kistuni. Tummas var sagdur at vera sera sanndroymdur. Tað var vist annan dagin vit fiskaðu, tá hendi triðja vanlukkan, sum var spádd okkum. Tað var hampiligt veður fyrst uppá dagin. Bátarnir fóru hvør í sína ætt, tá ið teir fóru til fiskiskap. Vit royndu við línu, og hvør bátur hevði fýra stampar. Vit komu allir umborð aftur at fáa okkum kaffi, meðan línan stóð. Hýrurin var góður. Vit fóru so avstað aftur at draga. Tað eru nógvar vanlukkur hendar føroyskum fiskimonnum, sum ikki er skrivað nakað um. Ein var við Lillie í 1949, tá ið tveir ungir dreingir druknaðu. Byrger Heinesen var við Lillie hetta árið Feigdartúrurin við Lillie í 1949 Byrger fekk eina ógvisliga byrjan á sínum sjólívið Lillie, ein kend skonnart hjá Kjølbro Christian Hendriksen og Hemming í Innarustovu fingu ikki langt lív lagað.