Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ístaðin tálma útreiðsluvøkstrinum og spara upp! Harvið fara vit at føra ein kon­juk­tur­ mót­gangandi fíggjar­poli­tikk heldur enn ein kon­juk­tur­við­ gang­andi fíggjarpolitikk, sum vit hava sæð mong dømi um nógvu seinastu árini. OECD kanning vísir á, at besta úrslit fáa vit við at saman­ tvinna hesar reglur, t.d. við at samantvinna Budget target og Expenditure target. Okk­ara egna serfrøði kemur eisini við tilmæli, ið bera á henda ella sama bógvin. Frá­ greið­ing­arnar eru at finna á www.buskap.fo og www. landsbank.fo. Ímynda vit okkum, at ein tílík lóg bleiv viðtikin, tá høvdu árinini verið jalig. Fyri at geva eina mynd av hesum ber til at seta hetta dømi upp. Læt okkum gera eitt modell, har nýtslan fyri kom­ andi ári er ein samanseting av inntøkunum tey seinastu trý árini (Expenditure target : eitt hægsta mark fyri vøkstur í útreiðslunum). Læt okkum viga hesi tølini soleiðis, at tey, sum eru nýggjast, viga mest, meðan tey, ið eru eldri, viga minni. Í 2010 hevði fíggj­ arætlanin verið ein saman­ seting av inntøkunum í tíðar­ skeiðinum 2007 -2009. Ein kundi viga hesi tølini soleiðis, at árið 2009 vigar 40%, árið 2008 30% og árið 2007 vigar 30%, samlað 100%. Gera vit hetta fyri søgulig tøl, høvdu vit fingið eina samanseting, sum er víst í talvu A. Talvan er fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010. Sí talvu A Er ynski um størri trek­leika ber til at taka fleiri ár við í modellið. Til tess at geva eitt betri yvirlit yvir úrslitið av ein­ um slíkum modelli ber til at seta talvu A upp í eina striku­ mynd. Sí strikumynd 1 Myndin vísir eitt nú greitt, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað konjukturmótgangandi. Hesi modell høvdu soleiðis merkt, at vit í bestu tíðum tálmaðu nýtsluna (vøksturin í útreiðslunum). Modellið hevði hinvegin til aðrar tíðir loyvt størri nýtslu. Hetta er til dømis galdandi í 2009. Ein skal tó leggja til merk­is, at myndin ikki tekur hædd fyri tí sannroynd, at um nýtslan minkar orsaka av modellinum, tá hevði inn­ tøkan eisini mink­að nak­að orsaka multiplikator­effek­ tini. Samanumtikið vísir mynd­ in, at broytingarnar yvir tíð høvdu verið minni, og har­við høvdu møgulig sveiggj, verið minni, til gagns fyri okkum øll. Vit sleppa harvið undan ov stórum neiligum árinum av bú­skapar sveiggj­um. Neilig árin, sum hava bæði sosialar og fíggjar­ligar av­ leið­ingar. Ein onnur jalig avleiðing hevði verið, at vit í góðum árum høvdu spart upp til verri tíðir. Seta vit eina striku­mynd upp, ið vísir hvussu uppsparingin hevði verið, um landið brúkti nevnda modell heldur enn tað, sum veruliga hendir, tá fáa vit striku­mynd 2. Sí strikumynd 2 Strikumyndin vísir, at verð­ ur hugt at tíðar­skeið­in­um frá 2003, tá landið hevði nøkulunda javnvág millum inntøkur og útreiðslur fram til 2008, tá kreppa byrjar, so kundi landið í umrødda tíðarskeiðið, spart meira enn 1 milliard krónur upp. Eitt er, at hettar hevði verið kon­jukturmótgangandi fíggjar­poli­tikkur, kanska eitt sindur teoretisk hugtak, men alt peningur, sum kundi verið brúktur heldur enn nú at læna hann. So hví ikki spara upp heldur enn at lána? Spar tá ið tú hevur, so nakað er at taka til, tá ið tað krevur. Ringt at koma aftur á arbeiðsmarknaðin Rógvi á Rógvu Nú fleiri arbeiðstøk verða blakað úr ALS sæst trupul­ leikin enn týðiligari. Longri tú ert arbeiðstøkur, verri er at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hjá flestu fólkum er tað um­ráð­ andi at vera virkin hvønn dag, og at kenna at tað er brúk fyri tær. Ein loysn kundi verið, at feløg innan mentan og list samstarvaðu við AlS, har man bjóðaði arbeiðstøkum eitt starv innan listar- og ment­anarøkið. Øll arbeiðsmegi er kær­ komin hjá hesum feløgum, og nógv spennandi og menn­andi arbeiði er innan tón­leik, sjónleik og aðra list. Hetta kundi økt áhugan og ment vitanina innan økið, eggjað til víðari lestur, og styrkt lista- og mentanarøkið og verið ein lopfjøl út aftur á arbeiðsmarknaðin hjá tí arbeiðstøka. Ein fyrimunur fyri báðar partar, og tað er ókeypis. Barnakekkur Fólkafloksins – ongin hækking í skattinum Bogi Andreasen varborgarstjóri Borgarstjórin er ‘føddur’ formaður í býráðsins Fíggj­ arnevnd og skuldi dugað at skyna á pengamálum í kommununi. Heðin Mortensen tosar viðhvørt ímóti betri vitan. Hann skrivar nú, at ein 10.000 kr. barnakekkur pr. barn um árið, sum Fólka­ flokk­urin skjýtur upp at gjalda út til allar barna­ familjur í kommununi, verð­ ur ov dýrur fyri komm­unu­ kassan. Heðin átti at hildið seg til tann fíggjarliga veruleikan í hesum máli. Veruleikin er hesin: Barna­kekkurin hjá Fólka­ flokkinum kostar Havnar kommunu væl minni enn tað eina prosentið, sum kommunuskatturin varð hækkaður upp í 20,75% til at byggja Boðanesheimið fyri. Eldraheimið á Boðanesi verður bygt liðugt í vetur. Tá ber til at brúka tað eina skattaprosentið, vert uml. 30 mió kr árliga fyri komm­unukassan, til barna­ kekkin. Tað mátti verið ein funnin fressur hjá borgarstjóranum at hjálpt Fólkaflokkinum til at lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum og hjá øllum borgarum við lág- og miðal inntøkum í Suður­ streymi. Tað ætlar Fólkaflokkurin nevniliga at gera við m.a. barnakekki, 10.000 kr til hvørt barn í kommununi um árið, og við at hækka tann skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum. Um landið ikki vil, eigur Tórshavnar Kommuna at traðka til Rógvi á Rógvu At fleiri av okkara politik­ arum ikki vilja viðganga, at tað eru fólk í hesum land­ inum, sum ikki fáa endanar at røkka saman fíggjarliga, er úttrykk fyri líkasælu. At hoyra politikarar út­ tala seg um, at skattalættin kom væl við, og at pástanda at hesin lættin fer at bjarga okkum úr kreppuni, og at øll fáa ágóðan vísir, at tá ið hesir politikarar meina "øll", meina teir seg og síni. Um vit gevast at stríðast í móti hesum kreftum og geva upp, ella flyta av landinum, geva vit alt valdið burtur í skeivar hendur. Havnin skal vera fyri øll! Tórshavnar Kommuna eigur at traðka til, um landið ikki vil, og gera neyðugu átøkini, so allir borgarar kunnu hava eitt virðiligt livi­grundarlag. Kommunan hevur ikki ráð at lata vera. Átøk sum kundu hjálpt: Bíligar leigu- og lestraríbúðir, búðstaðartrygging, betri stuð­ul til einligar forsyrgj- arar og arbeiðsskapandi til­ tøk. Tíðirnar eru broyttar, og tað er ikki longur sjálvsagt at fólk búseta seg í Føroyum. Tí er tað umráðandi at gera tað liviligt fyri øll. Lat okkum gera íløgur í menniskjuni. Lat okkum byrja nú.