Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Seinastu fýra árini eru set­ húsa­prísirnir í Havn nógv lækk­aður. Tað vísir uppgerðin, sum Eik Banki hevur gjørt yvir gongd­ina í sethúsaprísinum í Føroyum. Uppgerðin vísir, at fyrst í 2008 kostaðu eini hús í Havn góðar 2,127 millión krónur í miðal, men hendan annan árs­fjórð­ing í ár fóru eini hús í Havn fyri góðar 1.757 krónur í miðal. Gongdin vísir, at hesi sein­astu árini eru prísirnir al­samt falnir, sum heild, tó at stórur munur er frá árs­ fjórð­ingi til ársfjórðing. Kára á Dunga, stjóri í meklara­fyritøkuni, Inni, ásan­n­ar, at húsaprísirnir eru nógv falnir, seinastu árini. Í 2007 komu prísirnir upp á heilar 2.525 milliónir í miðal fyri eini sethús í Havn. Men Kára á Dunga heldur ikki, at vit skulu brúka 2007 sum fyrimynd, tí tað árið mólu samfelagshjólini rætti­ liga skjótt og allir prísir vórðu skrúvaðir upp á eitt óvan­ligt stig. Hon staðfestir, at tað er rættiliga stórur munur á húsaprísunum frá árs­fjórð­ ingi til ársfjórðing. Men kortini ásannar hon, at í dag eru eini sethús í Havn sum heild einar 130.000 krón­ur bíligari enn tey vóru í 2008, tá ið støðan ikki varð so upp­skrúvað longur. Varsemi Kára á Dunga sigur, at tað eru nógvar orsøkir til gongdina í set­húsaprísirnir. - Tað skerst ikki burtur, at peningastovnarnir ansa betri eftir, hvørji lán teir lata, eisi­ni til sethúsakeyp. - Men tað er eisini ein sann­roynd, at fólk eru varn­ ari í dag, enn tey hava verið og at tey hugsa seg serliga væl um, áðrenn tey binda seg til eina so stóra útreiðslu, sum eitt húsakeyp er. Stjórin í Inni sigur, at hetta er í fullum samsvari við útsøgnina hjá stjóranum í lands­banka­num herfyri, har hann segði, at fólk vóru ikki so glaðbeint at brúka pengar í hesum døgum, men settu teir heldur í bankan, ella tey rind­aðu skuldina niður. Men eitt, sum eisini ávirk­ ar prísin nógv, er hvørji sløg av húsum eru til sølu. - Onkrar ársfjórðingar hava vit havt nøkur stór og dýr hús til sølu og tað sæst aftur í tølunum. Aðr­ar ársfjórðingar, hava vit havt nógv bílig hús til sølu, og tað dregur miðal­ prísin niður. - Nettupp hendan sein­ asta ársfjórðingin hava vit havt nógv bílig hús til sølu og tað er orsøkin til stóra fallið í prís­unum seinna ársfjórðing í ár. Men hetta eru mangan hús, ið hava ábøtur fyri neyð­ ini og tá ið tey so eru liðug umvæld, kosta tey sum eini van­lig hús. Hugburðsbroyting Kára á Dunga ivast heldur ikki í, at alt prátið um alter­ na­tiva íbúðarbyggin, luta­ íbúð­ir, leiguíbúðir og eigara­ íbúð­ir, hevur sína ávirkan. Hon heldur, at fólk eru eitt sindur afturhaldin við at keypa hús, tí tey bíða eftir hes­um nyggju íbúðunum, ið koma skulu. - Vit fáa nógvar fyri­spurn­ ingar frá fólki um hesar nýggju íbúðirnar. Tað er ofta frá eldri fólki, sum eiga hús, men sum hava hug at selja fyri at fáa sær okkurt minni og bíligari at búgva í. Kára á Dunga hevur lagt merki til eina týðiliga hug­ burðs­broyting hjá eldra ættar­liðnum, tí nú er rákið tann vegin, at tey vilja heldur hava ein minni bústað, sum er lættur at halda, heldur enn eini stór sethús. Men so skerst heldur ikki burt­ur, at tað eru fleiri fólk, sum flyta av landinum enn tað eru fólk, sum flyta til Før­oya. Stjórin í Inni ásannar, at alt hetta tilsamans hevur ta ávirkan, at útboðið av húsum til sølu væl størri enn tað tað hev­ur verið og so falla prís­ ir­nir. - Tað er ikki so nógv kapp­ bjóð­ing um húsini, sum tað hev­ur verið, sigur Kára á Dunga. - Kappbjóðingin trýstir prís­in upp, men nú eru tað ofta ikki meiri enn ein ella tveir keyparar, sum bjóða upp á eina ogn. Fallandi húsaprísir Hendan talvan hjá Eik vísir gongdina í húsaprísinum seinastu árini. Tað sæst, at sum heild eru prísirnir í Havn fallandi, men á bygd eru teir meiri støðugir Tað er torført at siga nakað um, hvussu gongd­ in verður í set­húsa­prís­i­ num hesa næstu tíðina. Tað heldur Kára á Dunga, stjóri í meklara­ fyri­tøkuni, Inni. - Vit eru í einum slagi av royndarári. Nýggj lóg er komin um sethúsasølu og brúkavernd í sambandi við húsasølur og sostatt eru treytirnar til seljara, keypara og meklara, mun­ andi broyttar. - Tískil er ikki til at siga, hvussu gongdin verð­ur. Hinvegin kunnu vit stað­festa, at bankarnir eru varnari at læna til húsa­bygging og seta harðari krøv til egin­fígg­ ing. - Vit kunnu so eisini stað­f­esta, at hetta síðsta árið eru húsahandlarnir mun­andi øktur í tali, so eg haldi, at fólk eru bjartskygdari. Men hon heldur so eisini, at nógv veldst um, hvussu verður við øllum tosi­num um alternativa bú­stað­ar­bygging, tí tað kann fáa stóra ávirkan á mark­naðin. Men so leggur hon eisi­ ni afturat: - Men nú sigst einaferð enn, at oljan er á veg, so eg veit ikki….. Ringt at siga Hóast sethúsaprísirnir í Havnini eru falnir nógv, hava teir verið meiri støðug­ir á bygd. Men Kára á Dunga, stjóri í meklaravirkinum, Inni, hevur týðiliga lagt til merkis, at stór fram­gongd hevur verið á set­húsa­ mark­naði­num í Suðuroy. - Tað er týðiligt, at eftir­ spurn­ingurin eftir húsum í Suðuroy er vaksin, ser­ liga á Tvøroyri, men ann­ ars í øllum bygdum, sigur hon. Hon sigur, at tað er í hes­um árinum, at gongd aft­ur er komin á set­húsa­ søluna í Suðuroy. Sjálv ivast hon ikki í, at tað er nýggja upp­sjóv­ ar­virkið á Tvøroyri, sum hevur elvt til størri bjart­ skygni í Suðuroy. Annars hevur tað verið rættiliga friðarligt á sethúsamarknaðinum í Suðuroy, men tað er týði­ ligt, at nú er broyting kom­in í, leggur hon aftur­ at. Blomstrar í Suðuroy Nettupp hendan seinasta ársfjórðingin hava vit havt nógv bílig hús til Tað skerst ikki burt­ ur, at peninga­stovn­arnir ansa betri eftir Nógv bíligari at keypa hús í Havn SETHÚSAPRÍSIR Seinastu fýra árini er tað nógv bíligari at keypa sethús í Havn. Húsaseljari sigur, at fleiri orsøkir eru til gongdina