fríggjadagur 14. september 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Nú er nokk við øllum hes
um fótbóltinum.
Marin
Katrina
Frýdal,
forkvinna í teknisku nevnd
í Tórshavnar Býráði, tók eina
djarva støðu, tá ið býráðið í
gjárkvøldið viðgjørdi eina
umsókn um at játta 35
milliónir til at byggja Tórsvøll
í Gundadali út fyri.
Hon kunngjørdi bart út,
at hon heldur, at nú hevur
fótbólturin fingið nokk og at
hetta má halda uppat.
Hon heldur, at málið um
at játta so nógvan pening til
Tórsvøll, er eitt sera álvarsligt
mál.
– Veruleikin er, at bæði
Havnin, og landið sum heild,
eru við at avtoftast, men
íløgur í Tórsvøll, skapa í
hvussu so er ongan vøkstur.
Hon sigur, at hon hevur
einki ímóti fótbólti, men hon
heldur, at tað er blóðskeivt
at fótbólturin fer við so
stórum parti av íløgunum
hjá Tórshavnar Býráð, fram
um allan annan ítrótt, og
fram um allar aðrar íløgur í
kommununi.
– Tað skeiklar íløgupoli
tikkin hjá býráðnum, heldur
hon.
– Vit hava eina langa røð
av íløgum, sum bíða. Vit skulu
hava golfvøll og svimjihøll
og musikkskúla. Støða skal
takast til, hvat vit skulu gera
við Kommunuskúlan, og vit
hava eina miðbýarætlan, sum
skal fremjast og eina brúgv
um Sandá, sum skal gerast.
Vatnið í Kollafirðið krevur
ábøtur og vit hava tosað um
geva tónleikarum eitt hús
at spæla í og mangt, mangt
annað, sum skal gerast.
– Miðbýurin er steindeyð
ur og vit hava eitt undirskot
upp á 2000 kvinnur í Føroy
um, men vit blíva bara við at
tveita pengarnar í fótbólt.
Tí mælti Marin Katr
ina Frýdal staðiliga til, at
býráðið ikki játtaði peng
arnar til Tórsvøll, men at
spurningurin verður tikin
upp í sambandi við fíggjar
ætlanina fyri næsta ár og
eina
langtíðarætlan
fyri
kommununa.
Ikki búgvið
Eisini Bogi Andreasen, vara
borgarstjóri, var ímóti at játta
pengarnar og eisini hann
mælti til at spurningurin
verður tikin upp í sambandi
við
fíggjarætlanini
fyri
næstu árini.
Hann helt annars at hetta
er ein góð verkætlan, men
tíðin er avgjørt ikki búgvin
til at fara undir hana nú.
Hann heldur, at tað er
ikki samanhangur í at játta
hesar pengarnar, samstundis
sum limir í samgonguni tosa
um at gera fimleikarhallir,
golfvøll, djórapark og annað
mangt.
– Her er onki skil í, tí vit
mugu gera eina langtíðarætlan,
har hetta eigur at vera ein
partur, sigur Bogi Andreasen.
Bæði Marin Katrina Frýdal
og Bogi Andreasen vístu
á, at hesar 35 milliónirnar,
sum býráðið nú skal játta,
eru bara byrjanin, tí tørvur
verður á nógv meiri pengum
til Tórsvøll.
Marin Katrina Frýdal hevur
fingið upplýst frá umsitingini
hjá kommununi, at ætlanin er,
at Tórshavnar Býráð skal játta
heilar 62 milliónir til Tórsvøll
hesi næstu árini.
Ein dáragerð
Men tað er ongin í býráðnum,
sum eru samd við teimum,
hvørki floksfelagir ella mót
støðufólk.
Allir hinir politikarar eru
samdir um, at hetta er ein góð
íløga og summir hildu enntá,
at hetta ger sítt til at skapa
tann trivnað, sum krevst fyri
at fáa fólk at støðast.
Aðrir býráðslimir vístu
eisini á, at afturat teimum 35
milliónunum, sum býráðið
kemur við, kemur altjóða
fótbóltssambandið FIFA, við
50 milliónum.
– Vit fáa 50 milliónir í
fremmandum pengum til
landið og tað skapar nógv
virksemi í Havnini og í land
inum annars, halda politik
arar.
Teir eru eisini samdir í,
at fótbólturin skapar nógv
annað virksemi í sambandi
við, at útlendsk lið koma
higar at spæla.
– Tí er tað ein dáragerð
at siga nei til hesa játtanina,
siga býráðslimir.
Landsliðið
kann missa
heimavøllin
Áki Bertholdsen
Tórshavnar býráð hev
ur samtykt at játta 35
milliónir til at byggja
Tórsvøll út fyri. Pen
ingurin skal játtast hesi
næstu trý árini.
Talan er um eina út
bygging, sum kostar 85,5
milliónir, men hinar írest
andi 50 milliónirnar koma
frá FIFA og aðrastaðni.
Útbyggingin
fevnir
um at gera eitt FSF hús
við syðra enda á Tórsvølli
og somuleiðis skal tak
leggjast á áskoðaraplássini
við eystursíðina og gera
tilhoyrandi høli og hent
leikar í tí sambandi.
Annars skal Tórsvøllur
gerast liðugur í trimum
stigum.
Tað, sum nú er samtykt,
er fyrsta byggistig.
Annað byggistig er at
fáa áskoðaraplássini á
vestursíðuni undir tak
við tilhoyrandi hølum
og hentleikum og triðja
byggistig er at byggja
oman á fimleikarhøllina,
Fimi, og at gera torg á
syðru síðu.
Ein leyslig meting sig
ur, at tilsamans fer tað at
kosta yvir 100 milliónir
krónur hesi næstu árini.
Sum tað er upplýst, skal
Tórshavnar
Kommuna
rinda 62 milliónir og FIFA
og onnur rinda restina.
Missa heimavøllin
Upplýst varð á býráðs
fundinum í gjárkvøldið,
at verður Tórsvøllur ikki
gjørdur liðugur, kann før
oyska landsliðið missa
heimavøllin, tí so verður
hann ikki góðkendur í
FIFA.
Ongin annar vøllur er
góðkendur longur, held
ur ikki tann á Toftum,
so verður Tórsvøllur ikki
gjørdur, noyðist landsliðið
kanska skjótt uttanlands
at spæla sínar heima
dystir.
– Tá eru vit sett 20 ár
aftur í tíðina og eru aft
ur har, vit byrjaðu, tá ið
vit spældu heimadystir
okkara í Landskrona, og
tað kann ikki bera til,
søgdu býráðslimir.
Á
býráðsfundinum
lá eisini í kortunum, at
endamálið við hesum er,
at Tórsvøllur skal verða
okkara
Tjóðvøllur
og
tað verður har, at okkara
landsdystir skulu spælast
í framtíðini.
Á býráðsfundinum at
kvøddu níggju býráðslimir
fyri at játta Tórsvølli 35
milliónir og tveir, Marin
Katrina Frýdal og Bogi
Andreasen,
atkvøddu
ímóti, sum tað sæst í hin
ari greinini.
Tveir býráðslimir vóru
ikki á fundi.
Nú er nokk við
øllum hesum
fótbóltinum
ÓRÆTTVÍST Tað má halda upp at at fótbólturin fer við so nógvum
skattakrónum heldur forkvinnan í teknisku nevnd í býráðnum í Havn
Nú hevur fótbólturin fingið nokk og tað er órættvíst at brúka so nógvar skattakrónur upp á fótbólt framum
allan annan ítrótt og alt annað virksemi, heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn